mikudagur 28. mars 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit berjast móti 8 ára hugsjónarloysi
og høgrapolitikki
– og sanniliga er seiggj í andstøðuni!
Høgni Hoydal
Jóannes Eidesgaard eftirlýs
ir í tíðargrein meira buldur
og hugsjónarligt víggj frá
andstøðuni, og samanber
undirritaða og Aksel V. Jo
hannesen við sunnudags
skúladreingir.
Stuttligt at síggja Jóann
es í meira skemtiliga leik
lutinum aftur. Eftir mín
um tykki er onki galið við
sunnudagsskúlum.
Men
vit kunnu taka táttin upp
og spyrja, um ikki Jóannes
hevur verið fyrstilærari í
einum skúla, har hansara
næmingar – Kaj Leo og
Jørgin – nú eru útlærdir og
fremja tað, teir hava fingið í
beinið frá Jóannesi? Eg haldi,
at hann skuldi havt sett teir
í skammikrók, heldur enn
at geva teimum stjørnur og
vald.
Lat meg geva Jóannesi
rætt í tí, at hugsjónarligt
orðaskifti og politikkur, eig
ur at mynda okkara arbeiði
upp aftur meira, og at vit
sum andstøðuleiðarar sjálv
sagt eiga at vera í broddi
fylkingar.
Men tað er harmiligt, at
Jóannes nú roynir at spinna
eina mýtu um, at andstøðan
ikki er virkin, ágangandi og
hugsjónarlig. Tjóðveldi hev
ur undanfarin ár verið ser
stakliga virkið í andstøðu. Nú
hava allir tríggir andstøðu
flokkar samstarvað sera væl
og tikið allar dystirnar við
samgonguna. Og allir ting
limir í andstøðu hava tikið
sera virknan lut – ikki bert
formenninir.
Orðaskiftini fyri jól um
skatt, pensjónsskatting og
fíggjarlóg, vóru bæði hart
sláandi, prinsippiell og hug
sjónarlig. Ja, eg havi ikki
upplivað eitt so miðvíst og
prinsippielt
orðaskifti
á
tingi, síðani orðaskiftið um
Caragata-álitið, og tá skatta
politikkur og tjóðskaparligu
afturstigini
vórðu
framd
undir ABC-landsstýrinum.
Andstøðan hevur eisini
verið serstakliga virkin á
øðrum mótum seinasta hálva
árið. Vit hava í felag skipað
fyri stórum mótmælistiltaki.
Samstarvað
og
samskift
við fakfeløg, vinnufeløg og
ungdómsfeløg. Og vit hava
skipað fyri eini serstakliga
væleydnaðari
ráðstevnu
um fiskivinnupolitikk og
fólksins ogn. Vit hava gjørt
alternativ uppskot til bæði
skattapolitikk og pensjóns
málið. Vit hava lagt alterna
tiva fíggjarlóg fram í felag.
Og vit hava lagt stór og
prinsippiell mál fram á ting
um øll týðandi samfelags
viðurskifti.
Tað er tó ómetaliga trupult
at skapa yvirskrivtirnar og
fáa áhugan hjá pressuni, tá tú
ert í dysti við samgongufólk,
sum als onga hugsjón bera
fram, men tigandi byggja sítt
grundarlag á egingirndina
hjá nøkrum fáum. Har tað
bert eru leiðararnir í flokk
unum, sum onkuntíð svara
við uppáhaldum og uttan-
umtosi, ið kundu staðið á
einum Gajol-pakka.
Vóni eisini, at nú Jóannes
eftirlýsir
hugsjónarligum
stríði mótvegis hesum grova
høgrapolitikki, at hann tekur
í egnan barm.
Tá fyrsta ABC-samgong
an setti seg við heimastýr
isradiatorarnar í Tinganesi
við Jóannesi sum løgmanni,
siteraði
eg
Olof
Palme,
sum segði: “Í somu løtu
teir sonevndu “praktisku”
menninir vísa øllum hug
sjónum og málum burtur av
politiska pallinum, er rotið
og forfallið byrjað í folka
ræðinum”. Hetta vísti seg í
ólukkumát.
Tað hugsjónarloysið og
tann
“pragmatiska”
egin
girndin, sum Fólkaflokkurin
nú trumfar ígjøgnum við
stuðli
frá
Sambandinum,
Miðflokkinum
og
Gamla
Sjálvstýrinum, er beinleiðis
avleiðing av 8 ára stillstøðu
og høgrapolitikki undir ABC-
landsstýrinum.
– Har tað var formaður
javnaðarfloksins sum av
blásti stættastríðið.
– Stóð á odda fyri at stuðla
høgravendum skattapolitikki
og við lóggávu at eggja til lán
og spekulasjón í virðisbrøv
um.
– Sum kom við uppskot
inum um at skatta pensjónir
við inngjald.
– Skjeyt upp og hartaði
fakfeløgini fyri ikki at vilja
bróta 4 ára sáttmálan við
landsstýrið og fara niður í
løn.
– Sum legði uppskot fram
um æviga rullandi fiskiloyvir,
ið bert ein árvakin andstøða
fekk steðgað í evstu løtu,
áðrenn 3. viðgerð.
– Loyvdi bankunum at
fara av landinum við øllum
sínum skipanum.
– Tók allar heimildir frá
Húsalánsgrunninum.
– Atkvøddi ímóti upp
skotinum hjá Tjóðveldi um
at kanna, hvussu kostnaðar
støðið kann minkast.
– Sum valdi Kaj Leo Jo
hannesen í løgmansstólin
og Jørgin Niclasen í lands
stýrið.
– Og mangt annað, sum
nú verður gjørt upp aftur
ógvusligari í nýggja lands
stýrinum.
Tað krevur eitt øgiligt ar
beiði og upptak hjá núverandi
andstøðu at fáa vent hesi
vanlukkugongd, sum byrjaði
í 2004. Og vit eru ikki meira
enn byrjað. Men tað fer at
eydnast við hugsjónum, dirvi
og samstarvi.
Fleiri sparingar fremjast í uttanlandstænastuni
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
Tá løgmaður í morgin skal
standa "skúlarætt" í uttan
landsnevndini, eigur hann at
leggja upp til fleiri sparingar
í uttanlandstænastuni, ið er
dýrkað meira enn 100 pro
sent síðani ár 2000
Sparingar kasta langar
skuggar yvir almennu Før
oyar.
Sum liður í neyðugum
sparingum á Løgmans-skriv
stovuni
hevur
løgmaður
fingið
ákoyringar
fyri
skilagóðu avgerðina at nið
urleggja
sendistovuna
í
London og flyta virksemið
til Brússel.
Hóast ógrundaða kritikk
in eigur løgmaður at gjøg
numføra avgerina Og meðan
hann er í uttanlandsnevndini
og stendur "skúlarætt", ið
tey nevna tað, eigur hann
at taka næsta stig: fremja
fleiri sparingar í uttanlands
tænastuni.
Tøl frá Løgmansskrivstov
uni vísa, at síðani ár 2000 er
uttanlandstænastan dýrkað
meira 106 prosent.
Gongdin sæst í flottum
grafi, sum kann takast niður
her og brúkast sum mynd/
illustratión.
Meðan
uttanlandstæn
astan í 2000 kostaði skatt
gjaldarunum 15,9 mió. kr.,
kostaði hon í fjør 32,8 mió.
kr. Mesti kostnaðurin var í
2010, tá ið skattgjaldararnir
rindaðu 42 mió. kr.
Í tølunum skal fyrivarni
takast fyri, at Samvit er lagt
saman við táverandi Utt
anríkisráðnum. Kortini er
myndin greið: uttanlands
tænastan er bólgnað.
Sum skilst eru serliga
tveir stórir útreiðslupostar:
høgar lønir lønir og dýrar
húsaleigur uttanlands. Tí
mugu størv og sendistovur,
skerast burtur, um sparing
arnar skulu muna.
Hetta er neyðugt at gera,
um nakað munagott skal fáast
burtur úr samanleggingini
av Uttanríkisráðnum og Løg
mansskrivstovuni.
Sum skjótast má finnast
fram til, hvørjar uppsagnir
skulu fremjast, tí fólk hava
uppsagnartíð, og tað tekur tíð
at effektuera sparingarnar.
Viðvíkjandi
niðurlegg
ingum av sendistovum er
hóskandi, at skrivstovan í
Reykjavík verður niðurløgd.
Tað er mest náttúrligt, at
Føroyar lata seg umboða við
sendistovum í Brússel og
Keypmannahavn. Meira er
ikki brúk fyri.
Fámjinsskjalið frá 2005
ásetur,
at
Løgmansskriv
stovan og danska Uttan
ríkisráðið samstarva í einum
Norðuratlantiskum
Sekre
tariati. Harumframt ásetur
skjalið, at Føroyar eru væl
komnar at brúka danskar
sendistovur
kring
allan
knøttin. Um fíggjarligur fyri
munur er at gera hetta, eigur
tað at verða gjørt sum skjót
ast. Alternativt ber eisini til
at hava konsulát heldur enn
sendistovur.
Løgmaður má til arbeiðis.
Kjak