mikudagur 28. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kjak
Politisku feløgini í Sand
oynni hava sent út eina
yvirlýsing
um
Sand
oyartunnilin, sum tey,
av skiljandi orsøkum,
vilja hava í eina fasta
legu. Sandoyingar hava
væl grundaða orsøk til
at vænta sær og ótolnast
eftir einum tunli, tí hetta
hevur
verið
teimum
lovað, síðani Løgtingið í
2007 samtykti verklags
lóg um undirsjóvartunn
ilin. Hesa lóg tók undan
farna ABC samgonga av,
hóast tey í samgongu
skjalinum greitt høvdu
ásett, at farast skuldi
undir tunnilin í 2011.
Politisku
feløgini
vilja hava, at pengar
nú verða játtaðir til P/F
Sandoyartunnilin. Hetta
gevur høvi at minna á
leistin, sum undirritaða
sum landsstýriskvinna í
samferðslumálum í 2008,
saman við øðrum góðum
kreftum í táverandi sam
gongu, arbeiddu fyri.
Sonevnda
tunnils
nevndin legði fyri løg
mann eitt tilmæli, har
tað í stuttum varð mælt
til at tunlarnir báðir,
Sandoyar-
og
Skála
fjarðartunnilin,
vórðu
gjørdir í almennum høpi
og eftir einum leisti,
har til bar at hava fulla
stýring á fíggjarliga eins
væl og tøkniliga váðan
um.
Nevndin mælti somu
leiðis til, at 50 milliónir
kr árliga vórðu settar í
eitt P/F Sandoyartunnil
soleiðis, at ein fíggjarlig
trygd varð løgd undir
verkætlanina,
áðrenn
farið varð at bora.
Høvdu eftirfylgjandi
samgongur fylgt hesum
leisti, so stóðu í dag einar
200 mio kr á bók, sum
ein
byrjunarkapitalur
til
Sandoyartunnilin.
Og dagurin, har borurin
kundi setast í, hevði
verið munandi nærri.
Viðmerking til
yvirlýsing um
Sandoyartunnil
Bjørt Samuelsen
tingkvinna fyri Tjóðveldi
Brúk fyri øllum
Eyðgunn Samuelsen
tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Í hesum døgum hevur hópurin
av ungdómi søkt inn á okkara
miðnámsútbúgvingar. Løg
tingið viðgjørdi í farnu viku
trý ymisk umfatandi uppskot,
ið snúgva seg um útbúgving:
Nýggju miðnámsskúlaskip
anina, nýggja eindarskipan
fyri SIT og Yrkisútbúgvingar
og uppskot um at skipa ein
arbeiðsmarknaðardepil,
ið
m.a skal gera eina skipan, har
tað er møguligt fyri ófaklærd
at útbúgva seg.
Útbúgving ein
mannarættur
Øll, ið søkja inn á eina út
búgving,
taka
tað
sum
eina sjálvfylgju at lúka tey
treytirnar, so sleppa tey at
nema sær ta útbúgving, ið
tey hava søkt inn á. Tíverri
er hesin sjálvsagdi rættur
ikki galdandi fyri øll í okkara
samfelag og tað er ikki í lagi.
Vit eiga at skipa so fyri, at
útbúgving veruliga gerst ein
mannarættur - eitt tilboð ið
stendur øllum í samfelagnum
í boðið.
Tey, ið ikki lúka
treytirnar
Hvørt ár er ein bólkur av
ungum, ið ikki lúka treytirnar
at koma inn á miðnám, t.d tí
tey eru lesiveik. Í dag er ongin
skipan, ið tekur hond um
hesi, tá ið tey fáa noktandi
svar frá miðnámsskúlanum.
Tey mugu sjálvi royna at leita
eftir um okkurt annað tilboð
er, ið hóskar til teirra tørv. Í
dag er tað soleiðis, at finna
tey onki útbúgvingartilboð,
so er tað teirra trupulleiki.
Tað er snøgt sagt ikki gott
nokk og slíkt kunnu vit ikki
bjóða í einum nýmótans
samfelagi. Tí eiga vit at seta
okkum fyri, at øll ið ynskja
eina útbúgving fáa møgu
leikan.
Útbúgving lykil
til arbeiði
Framvegis eru meira enn
1800 fólk arbeiðsleys. Týdn
ingarmiklasta málið er at
skipa so fyri, at hesar tómu
hendur aftur sleppa inn á
arbeiðsmarknaðin. Gongdin
í samfelagnum er, at tørvurin
á ófaklærdari arbeiðsmegi
minkar og tí er ikki nokk,
bert at útvega arbeiðspláss
t.d í flakavinnuni, um vit
skulu basa arbeiðsloysinum.
Í fleiri førum kann útbúgv
ing verða lykilin, ið letur
dyr upp, so viðkomandi aft
ur gerst partur av arbeiðs
marknaðinum.
Lívsins skúli skal
eisini telja við
Vanlig fatan er, at lívsins
skúli verður ov lítið virdur og
at tær royndir, ið fólk hava úr
lívsins skúla eru nøktandi á
arbeiðsmarknaðinum.
Tí
verri er hetta ikki so í dag.
Ofta er tørvur á styttri
vaksnaútbúgving,
tí
sið
bundna arbeiðsplássið er
horvið ella broytt. Tí eiga
partarnir á arbeiðsmarknaði
num saman við tí almenna at
skipa útbúgving til ófaklærd
á ein hátt, at tær royndir, ið
fólk hava nomið sær á ar
beiðsmarknaðinum telja við
sum partur av eini útbúgv
ing. Líknandi skipanir við
kompetansumetingum finn
ast í okkara grannalondum.
Brúk fyri øllum
Eitt framkomið samfelag
eigur at hava sum mál, at vit
hava brúk fyri øllum. At tað
stendur øllum í boði at nýta
sínar førleikar og evnir. Tí
eigur politiska skipanin og
arbeiðsmarknaðurin at seta
seg saman og gera semju um
loysnir, ið gera tað møguligt
at skipa viðkomandi útbúgv
ingartilboð til ófaklærd. Mín
vón er, at uppskotið um ar
beiðsmarknaðardepil kann
verða við til, at gongd kemur
á hetta átrokandi mál.
Svimjihøllin
Tummas Pauli av Reyni
Nú hevur verið frammi í
fjølmiðlunum,
at
menta
málanevndin hjá Tórshanar
býráð hevur mælt til at gera
eina svimjihøll við einum 50
metra longum svimjihyli.
Um eg sjálvur skal siga
tað, so meti eg hetta at vera
eitt frálíkt hugskot
Havnin hevur havt tørv
á einum tílíkum svimjihyli
í nógv ár, og eingin ivi skal
vera um tað, at við einum
altjóða góðkendum 50 metra
longum svimjihyli kunnu
okkara svimjarar menna seg
enn meira og koma upp á eitt
enn hægri støði, enn teir eru
í dag.
Men um talan er um eina
nýggja svimjihøll fyri seg ella
um núverandi svimjihøll skal
umbyggjast, sigur søgan tó
onki um.
Núverandi svimjihøll í
Gundadali er skjótt 30 ára
gomul, og var henda svimji
høll eitt stórt framstig, í
mun til gamla svimjihylin,
tá ið hon lat upp í sínari
tíð. Øll hesi skjótt 30 árini
hevur svimjihøllin verið eitt
yndisstað fyri nógv, og er
hon tað enn, men nú er tíðin
komin til at taka stig til, um
svimjihøllin skal dagførast úr
einum enda í annan, ella um
tað skal byggjast ein nýggj.
Havnin hevur í áravís
manglað eitt baðiland, har
eitt nú barnafamiljur, ung
sum eldri, tey við skerdum
førleika,
barnagarðar
og
skúlaflokkar kundu brúkt til
at stuttleika sær í.
Tá ið endaliga verkætlanin
um 50 metra langa svimji
hylin, umbygging ella ný
bygging
av
svimjihøllini
verður løgd fram, so má alt
hetta omanfyri nevnda tak
ast við í ætlanina, tí tað má
tryggjast, at Havnin ikki
stendur aftan fyri nakran
annan
høvuðsstað.
Tann
fullfíggjaða loysnin hevði
verið, at alt var undir einum
taki, men tó so at kappingar
hylurin og baðilandið vóru í
hvør sínum høli.
Eg vóni, at mentamála
nevndin ikki mælir til eina
hálvhjartaða og eina ov lítið
viðgjørda loysn, men at tað
verður miðjað ímóti tí fulla
pakkanum, við øðrum orðum
ein Go-Large loysn!
Ein altjóða góðkendur
kappingarhylur og eitt ný
mótans baðiland fara at hava
stóran týdning fyri komm
ununa og fyri trivnaðin hjá
borgarunum í framtíðini.
Eitt framkomið samfelag eigur at hava sum mál, at vit hava
brúk fyri øllum. At tað stendur øllum í boði at nýta sínar
førleikar og evnir. Útbúgving kann ofta verða lykilin.