mikudagur 28. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kristin Poulsen
Málið í
fjølmiðl
unum
Og eg
eiti...
Havi ofta ætlað mær
at tikið penn í hond,
tá ið eg havi hoyrt
tíðindaupplesarar
enda við at siga: og
eg eiti tað og tað.
Men nú í eina viku
havi eg tíbetur ikki
hoyrt tað.
Men í dag kom
tað aftur: og eg
eiti, og nú kundi eg
ikki barað mær. Eg
haldi, at hesi fólk
ljóða so sjálvglað
og vilja seta sín per
són í hásæti. Hví
ikki siga, sum jú tey
flestu
skilafólkini
í útvarpinum og í
Rás 2 siga: Í útvarps
stovuni ella í Rása
rúminum?
Nú eg eri farin í
blekkglasið,
kann
eg ikki lata vera við
at nevna máliskuna:
Dyrnar
lata
upp
tá og tá. Dyrnar
lata ongar dyr upp,
tí onkur má lata
tær upp so ella so.
Dyrnar verða sjálv
andi latnar upp!
Eitt, sum undrar
meg, hvørja ferð eg
hoyri tað, er navnið:
2 ganga 3. Fyri 50
árum síðan gangaðu
tey í nógvum skúl
um, men vit faldaðu
altíð!
Hví ikki siga: 2
ferðir 3?
Loysing skal ikki vera tabu í
Føroyum – loysing loysir seg!
Høgni Hoydal
Nógv seta áleikandi makrel
málið fram við teirri for
treyt, at Tjóðveldi eigur at
ganga runt og rópa: “Á fý, á
fý, Danmark” – tí Danmark
arbeiðir beint ímóti Føroyum
í hesum máli.
Tað harmar meg almikið,
at gamlir fordómar og ein
faldar blokkeringar tykjast
at smalka orðaskiftið og við
gerðina í hesum týdningar
mikla máli.
Tí bert hesa frágreiðing
um tað, sum vit í Tjóðveldi
halda er kjarni málsins.
Hvørkistøða Føroya
Tjóðveldi
hevur
viðgjørt
makrelmálið dyggiliga og
áhaldandi frá byrjan. Tað var
Tjóðveldi, sum eftir samrøður
við Árna Dam á Norðskála (ið
eigur heiðurin fyri at prógva
makrelgongdina og okkara
rættindi) reisti málið á tingi
í 2009 um at krevja hægri
kvotu. Tað varð tá blankt aft
urvíst frá ABC-samgonguni
og Jacobi Vestergaard, fiski
málaráðharra.
Eisini á flokstingi í Famjin
farna vikuskiftið viðgjørdu
vit málið neyvt. Og vit høvdu
beint frammanundan lagt
fleiri ítøkilig uppskot fyri
tingið, sum snúgva seg um, at
føroyingar skulu taka ræðið
á uttanríkispolitikkinum og
m.a. gerast limir í WTO, sum
kann forða ólógligum hand
ilsbanni móti okkum.
Havi lagt dent á, at fyri
Tjóðveldi er hetta málið
als onki serstakt ella nýtt
í okkara viðurskiftum. At
makrelmálið
hinvegin
er
dømi um eina grundtreyt í
núverandi hvørkistøðu Før
oya. Og at hetta krevur loys
ing, til tess at loysast veru
liga.
Veit ikki, hví heimastýr
isliga
leiktjaldið
støðugt
skal dragast fyri og fjala
veruleikan. Ella hví fordóm
arnir um Tjóðveldi, sum okk
urt, ið bara rópar og hartar
Danmark tá høvið býðst,
skal vera grundarlag í miðl
unum?
Mótstríðandi áhugamál
– hvør vinnur?
Danmark røkir sum land og
hjálandaveldi síni áhugamál.
Og tá tey ganga ímóti teim
um føroysku, tapa vit sjálv
sagt
í
hesum
sonevnda
“ríkisfelagsskapinum” – sum
bara er ein roynd at pynta og
umskriva eina aldargamla
hjálandastøðu.
Her er sjálvandi ikki talan
um nakran “felagsskap”. Tí í
einum felagsskapi er grund
treytin, at limirnir sjálvir
hava valt at gerast “limir”,
og at allir partar hava somu
rættindi.
Føroyingar
eru
bert einaferð spurdir – og tá
valdu vit loysing. Og vit eru
als ikki nakar javntsettur
partur. Danmark setur regl
urnar, tekur avgerðirnar og
fremur ta gongd, sum hósk
ar teimum – og vit hava í
heimastýrisstøðuni
ongi
rættindi, tá á stendur. Altso,
er ikki talan um nakran
“felagsskap”, men eina valds
støðu, har ein partur hevur
vald á hinum, og kann velja
lagnu hins av sínum einting
um.
Ímyndið
tykkum,
um
hetta var støðan hjá okkum
sum persónar: Høvdu vit
góðtikið, at allar avgerðir
um okkara støðu, áhugamál
og avtalur við onnur fólk –
okkara sjálvsvagerðarrættur
– vórðu løgd til ein annan
persón at avgera? Vit høvdu
hildið tað verið skemt og
fjant, um onkur beyð okkum
tær treytir.
Veruleikin fjaldur
og burturtagdur
Kortini er hetta tann góð
tikna “normalstøðan”, tá vit
viðgera føroysku tjóðina og
okkara samstarv og áhuga
mál úteftir. Og tað tykist
tíverri sum at viðgerðin vil
endurskapa og endurtaka
hesa støðu, hvønn dag og
afturvendandi.
Hví eru veruleikin og
loysingin sum amboð, burt
urtøgd sjónarmið, ið ikki
kunnu
endurgevast?
Hví
skulu tjóðveldisfólk auto
matiskt verða sett í bás, sum
okkurt, ið bara vil rópa eftir
Danmark?
Vit hava jú onga orsøk at
spæla henda sjónleikin fyri
føroyingum um, at Danmark
skal vera so fitt við okkum,
tá tey hava onnur áhugamál.
Og at onkur fitligur ríkis
felagsskapsmaður úr Sam
bandinum
ella
Javnaðar
flokkinum skal bjarga okkum,
tí teir eru so viðeiriligir gjøg
num teirra undirskipan í
danskar flokkar. Flokkar, sum
vit ikki hava valt – og sum
ikki standa til svars mótvegis
føroyska fólkinum. Men sam
bært fólkatingsmonnum og
fjølmiðlum eru avgerandi
fyri, at framtíð føroysku
tjóðarinnar verður viðgjørd
og gjørd av.
Ísland er lykilin í til
makreldósina í løtuni
Skal tí bara endurtaka boð
skapin og sjónarmiðini hjá
Tjóðveldi í uttanríkismálum
og harundir makrelmálin
um:
• Makrelmálið millum Før
oyar og Danmark er eitt
reint spæl fyri gallarínum
hjá nøkrum føroyskum
flokkum og fólkatings
monnum, sum byggja sítt
virki á, at Danmark skal
“hjálpa føroyingum” í týdn
ingarmiklum málum. Hetta
er fjas og uttanumtos.
Danmark røkir sjálvsagt
síni áhugamál, og vit eiga
sjálvsagt at hava egna
rødd og avgerð í uttan
ríkismálum. Tað loysir seg
altso at loysa – ja, tað er
ein fortreyt fyri at menna
landið og koma úr hesum
høftum.
• Handils-
og
revsitiltøk
úr ES mótvegis Føroyum
í makrelmálinum hava í
allarminsta mun samband
við
pressuskrivini
og
áhaldandi spunasmíðið hjá
nøkrum føroyskum fólka
tingsmonnum í donskum
flokkum, sum royna at
mála glæstrimyndin av
“ríkisfelagsskapinum”. Og
royna at mála myndina av
teirra egna leikluti, sum
oysarar í eini dansk-før
oyskari skútu, har rokið
stendur um æsingarnar
inn. Men skútan hevur
jú altíð likið sum sáldið
og ger tað framvegis – til
vit velja at stýra skútuni
sjálv.
• Handils- og revistiltøk mót
vegis Føroyum verða bert
linkað ella slept, tí ES vil
hava Ísland inn í ES, og tí
eisini aftrar seg við at gera
nakað harðligt. Tað er altso
Ísland, sum er avgerandi
her. Og tí eiga vit sum land
og stjórn í júst hesum máli
at viðgera støðuna saman
við Íslandi og leggja felags
mál og framferð saman við
teimum.
Onki nýtt undir sólini
Vóni, at vit kunnu fáa veru
leika og atgerðarfýsni inn
í hetta mál. Heldur enn at
nýta so stóra orku at mála
eina hvítvasking og undir
brotligheit fram, sum heldur
kann lýsast og viðgerast á
heilt annan hátt, um bert
vit síggja okkum og okkara
grannar í fólkaræðisligum
og áhugamáls ljósi.
Tað er altso onki nýtt
undir sólini. Frá flaggi til
mál í skúlanum. Frá Nato til
fiskimark. Frá bankamáli til
undirgrund. Frá sendistovum
til makrel. Frá kríggi til frið.
Og so framvegis. Bert har vit
kunnu samstarva beinleiðis
við onnur og taka lut sum
sjálvstøðugt
fólk,
hevur
menning
og
framburður
verið í Føroyum. Ikki tí vit
eru “hjálpt” sum eitt stakk
als ómælandi fólk. Men
tí vit hava tikið sakina og
ábyrgdina á egnar hendur.
Loysing loysir seg
Tí loyvi eg mær staðiliga at
undrast á, at loysing skal
vera tabu í orðaskiftinum. Og
at avoldaða og afturlítandi
heimastýrisskipanin
og
“Kongeriget Danmark for så
vidt angår Færøerne”, ikki
verða greinað, upplýst og
viðgjørd í makrelmálinum
og øðrum málum við.
Vit síggja ikki sólina, tí
tað verður í øllum okkara
fremstu miðlum og politisku
ábyrgdarstøðum framhildin
tann løgna mynd, at tað er
ein onnur tjóð, sum skal
fáa sólina at skína hjá okk
um. Og at sólin snarar um
eitt evarska lítið petti av
jarðarknøttinum, sum liggur
í ein landsynning úr Føroy
um.
Vit halda ikki, at sólin
snarar um okkum. Men vit
kunnu mennast undir somu
sól, sum onnur fólk og lond í
heiminum.
Vit eru millum ríkastu
tjóðir heimsins í mun til
náttúrutilfeingi, mentan og
fólksligt tilfeingi.
Loysing loysir seg. Tað
er makrelmálið bert eitt av
óteljandi dømum um.
Makrelmálið er skúladømi um, at Føroyar sjálvsagt skulu loysa til tess at røkja
rættindini og gagnnýta møguleikarnar hjá føroysku tjóðini í einum broytiligum
heimi. Kortini viðgera vit makrelmálið sum heimastýrisligt fótatraðk