mikudagur 28. mars 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Miðvikan
Hensia: Tá ið bóndaskap
urin fór at geva av sær
Bóndaskapur gav sjáldan nakað av sær tá í tíðini. Men so fær Hensia eitt hugskot,
sum kanska onnur kundu lært av, og nú fór hon knappliga at forvinna pening
14. partur
Kríggið er av í 1945, og nú verða
viðurskiftini normal aftur. Hetta
tók kortini sína tíð. Skamtanin av
vørum helt áfram í fleiri ár.
Nú á døgum er sjáldan liggjandi
kavi, men hetta var heilt øðrvísi
“fyrr í tíðini”.
Kendur er kavin á vári 1947, sum
lá frá kyndilsmessu fyrst í februar
fram til fyrst í apríl. Tá var einki
sum æt kavarudding, so tað var
als ikki koyrandi alla hesa tíðina.
Tá vóru ikki maskinur sum nú, og
kavin kundi vera heila manshædd
upp frá vegnum.
Eg minnist eitt annað ár. Tá
kom kavin so dátt við. Tað var síðst
í apríl. So komu vit inn í mai og tað
fór at lemba av álvara, og ærnar
sum lembdu, vóru komnar inn í
ein krók undir hoyggjhúsinum hjá
okkum. Tær lembdu niður í kavan,
og um ikki bleiv væl ansað eftir,
funnu teir ikki lombini aftur. Tá
máttu teir fylla seyðin inn í kjallar
an og aðra staðni, har tað var pláss.
Útskiftingin av jørðini
gjørdi munin
Upprunaliga var jørðin hjá okkum í
felag við onnur. Eigararnir áttu ikki
persónliga seyðin, men ein part av
tí, sum kom til sættis.
Hetta var ein skipan sum gjørdi,
at allir eigarar fingu so lítið burtur
úr. Tað kundi henda seg, at vit bert
fingu 10-12 seyðir at fletta, og hetta
var alt ov lítið.
So varð útskifting, so hvør
eigari átti sín seyð. Tá fekk pípan
eitt annað ljóð, og vit fingu nógv
meira burtur úr. Vit fingu tá hagan
her uppi yvir bygdini Oman Heiðar
saman við Niels Hansen, Niels
á Rætt. Vit fingu fleiri áseyðir,
og fyrstu árini flettu vit eingi
gimburlomb, tí tey skuldu setast
við.
Tað var nokk so skjótt, at tað
kom so mikið uppá, at leirvíkingar
bóðu okkum um at selja sær seyð.
Gott hugskot frá mammu
Mamma kom ein veturin at ferðast.
Tá sigur hon: “Tú Poul Andreas, hví
selur tú allan seyðin á lívi. Um tit
fletta sjálvi, so eiga tit øll avroðini.”
“Her eru so nógv børn at eta tað”,
sigur hon, “og tú fært næstan líka
nógv fyri eitt krov sum fyri seyðin”.
Tað var soleiðis, at tá ið seyður varð
seldur livandi, betalti keyparin bara
fyri vektina av krovinum, og hann
átti tískil restina, blóð, skinn og inn
vøl. Hesum kundi nógv fáast burt
ur úr.
Eitt skinn verður í dag einki
vurderað. Men tá var tað soleiðis, at
um skinnið var saltað væl og selt, tá
fekst nokk so nógv fyri tað, um tað
var pent flett.
Tá byrjaðu vit at fletta alt sjálvi
og tóku alt upp eisini.
Pylsur um borð í skipini
Tað var eitt kvøldið, tá ið eg hevði
kókað blóðpylsu og hevði fleiri ind
ur, sum lógu í eini balju, sum stóð á
gólvinum. Eg kókaði í kjallaranum,
tí eg hevði fingið gassgrýtu. Tá ko
ma Tummas hjá Magdu, hann er
giftur við systir míni Elidu, og An
finn hjá Palla Husgaard inn. Teir
vóru skipsmenn og hildu, at hetta
hevði verið gott hjá teimum um
borð at fáa um náttina. Tummas
var so óður eftir blóðpylsu.
Eg spurdi, um teir ikki høvdu
hug at keypa nøkur indur. Tummas
skuldi so spyrja kokkin. Jú, teir
skuldu hava eini 15 indur. Tað var
ikki hissini hjá mær at sleppa av við
alla blóðpylsuna. So tað var bara at
kóka meira.
Soleiðis byrjaði sølan hjá mær av
tí, sum fekst burtur úr seyðinum,
og hetta helt áfram til eg var 70 ár.
Begga, elsta dóttir mín, hjálpti mær
so nógv tey fyrstu árini. Maður
hennara sigldi, so hon var so nógv
hjá mær.
So gekk tíðin, og einaferð spurdi
eg teir, um teir ikki vildu hava rullu
pylsur og kjøtpylsur eisini. Jú, tað
dámdi teimum so sera væl at fáa. So
byrjaði eg at koyra rullupylsurnar
ókókaðar umborð. Men tá spurdu
teir, um eg ikki vildi kóka og pressa
tær, og tað gjørdi eg so.
Vit mólu altíð kjøtið av 3-4 óm,
og tær vórðu so gjørdar til kjøt
pylsu. Tá tær høvdu ligið í laka í
6 vikur, fóru tær eisini umborð. Tá
byrjaði eg at fortjena pengar.
Eg vil siga, at øll familjan, børn,
verbørn og ommubørn, hjálptu til
bæði við fjallgongum, fletting, at
vaska og seyma vembur og at taka
alt slaktið upp. Tað var nógv arbeiði
av hesum.
Ommubørnini hildu tað vera
ordiliga stuttligt at sleppa at seyma
indur, bæði gentur og dreingir, so
tað lærdi eg tey. Eg kann serliga
minnast Boga hjá Jákup og Hannis
hjá Michael, teir vóru so spentir í
hesum.
Tá kom ullin til sættis
So var at vaska ull um várið og han
ga út á allar garðar har umvegir ein
góðan sólskinsdag at turka.
Síðani nappaðu vit inni í spísi
stovuni. Hetta var bert konufólka
arbeiði. Har sótu vit so, konufólkið í
húsinum. Tað var eitt drúgt arbeiði,
men sera hugnaligt eisini. Seinnu
árini, tók eg mær køksborðið oman
í kjallarin, og har sat eg so í nakrar
dagar og klipti broddin av ullini.
So bleiv ullin skild og latin inn á
Tøtingarvirkið í Syðrugøtu at spin
na. So at velja hvat tógv vit vildu
hava, skipstroyggjutógv, samfingið,
fínt og sjálvandi hvørjar litir.
Eg bant altíð troyggjur at selja,
skipstroyggjur til handilin hjá Jóan
Eliasi og seinni til Tøtingarvirkið.
Fínari troyggjur og húgvur seldi eg
til Heimavirkið í Havn.
Eg og Begga bundu ofta bul
saman . Vit sótu mangan vetrardag
og bundu, døturnar og eg. Tær
máttu fyrst lærast at binda einlitt,
tær bundu vøttir til Tøtingarvirkið.
Tað er munur á, nú verður ullin
fyri ein stóran part brend.
Eisini í hoyna hjálptu øll til. Sum
familjan vaks, blivu vit so nógv hoy
fólk. Tá góður terri var, fór eg mang
an til hús at baka pannukøkur til øll
og so út í bøin at geva øllum drekka
og pannukøkur. Eisini komu øll til
døgurða seinni um dagin.
Einaferð minnist eg, at Poul
Andreas fór í veltuna og tók upp í
eina hálva spann av eplum. Eg kók
aði alt og so í hjallin eftir ein tjógvi
og einum góðum hálsi, so niðan í
bøin til eini 18 hoyfólk, so settu vit
okkum øll at eta úti í sólskininum.
Tað var strævið, men ein sera
hugnalig tíð, har øll familjan var
samlað bæði summar og heyst.
Poul Andreas á rættini saman við sínum
Krovini eru komin upp at hanga
Hensia og Begga taka slaktið upp