mikudagur 28. mars 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 28. mars 2012 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Báðar abbasystrar okkara Petra,
f. 1863, og Emilia blivu giftar yvir
í Tjørnustovu í Norðragøtu við
hvør sínum beiggja. Petra var
elst av systkjunum hjá abba. Hon
giftist við Absalon Jacobsen, ið
festi Tjørnustovugarðin, sum var 2
merkur.
Elsti sonur teirra Óla Jákup, f.
8. mai 1888, giftist við Elspu Sofíu
Jacobsen úr Ytstahúsi á Skipanesi.
Táið tey giftust, hevði Óla Jákup
bygt eini rættiliga stór hús – eftir
tátíðar meti – á grundina, har tey
gomlu Tjørnustovuhúsini stóðu.
Men teimum báðum var ikki
lagað at liva nógv ár saman. Tey
fingu tveir dreingir, Vilhelm f. 1915
og Albert, f. 1917. Men Elspa Sofía,
móðir teirra, doyði longu í 1917, tá ið
Albert bert var 7 vikur gamal. Hon
fekk lugnabruna, sum eingin hjálp
fekst fyri tá, hon gjørdist bara 24
ára gomul.
Marin í Mortanstovu, ið var
abbasystir Albert, tók hann til
sín og fostraði hann upp. Vilhelm
bleiv verandi hjá pápa sínum í
Tjørnustovu, har omman og abbin
eisini búðu.
Eg var onkuntíð inn á gólvið
hjá Petru abbasystir við abba,
og hon var so hjartans blíð. Hon
var altíð so rólig og smílandi at
møta, hóast hon ikki altíð hevði
tað so lætt. Kvøldið fyri sum abbi
doyði, 5.januar 1936, kom hon yvir
til okkara og sat hjá abba eina
løtu. Tey vistu, at tey komu ikki at
síggjast aftur á lívi.
Óla Jákup kom at sita drúgva
tíð við festinum. Eldri sonurin
Vilhelm, sum var í Danmark
og fekk sær útbúgving, kom at
støðast har øll bardagaárini, men
kom so heimaftur og festi garðin
eftir pápan. Hann og konan Elisa,
ið var úr Havn, blivu búgvandi í
Tjørnustovu, til tey vóru gomul.
Jóhannes f. 27. okt. 1889, varð
ógiftur. Hann átti hús sjálvur og
hevði handil har. Hann gjørdist
ikki gamal.
Dorius f. 8. mai 1892, búsettist
í Vági og fekk sær konu haðani.
Hann bleiv 100 ára gamal. Hann
koyrdi lastbil fyri Garðamenninar
í hálva øld.
Elieser f. 16. sept. 1894, giftist við
Sunnivu Heinesen úr Súnastovu.
Tey búleikaðust í Norðragøtu alla
teirra tíð, og Sunniva náddi ein
høgan aldur. Tey fingu ikki færri
enn 13 børn.
Bernhard giftist við Gittu
Poulsen, ættað undan Liðanum
í Norðragøtu. Eisini tey blivu
búgvandi í Norðragøtu.
Emilie, Milja, f. 29. sept. 1899
var yngst av øllum systkjunum í
Tjørnustovu. Hon giftist við Elias
Martin Tvørfoss úr Norðragøtu og
tey búsettust har.
Milja kom at hjálpa nógv uppá
beiggja sín Óla Jákup, sum ungur
gjørdist einkjumaður, og sum var
einsamallur í húsi í mong ár.
Emilia abbasystur
Emilia
var
yngst
av
øllum
systkjunum hjá abba. Hon giftist
við Petur Paula í Tjørnustovu
í
Norðragøtu.
Hon
doyði
í
barsilssong við tí fimta barninum,
sum var ein drongur. Hann kom at
eita Emil eftir mammu síni.
Tá ið Emilia var deyð, blivu tey
flestu børnini fostrað upp uttan
fyri heimið.
Emil bleiv uppfostraður hjá
Marin Elisabeth, dóttir til Hanus
bónda við Gøtugjógv. Sjálv hevði
hon átt ein son, sum doyði 2½
ára gamal. Eina tíð aftaná doyði
maður hennara, Kristian av Sýnini
í Lamba. Tá bar Marin Elisabeth
barn undir belti og fekk eina
dóttir. Hóast ongan forsyrgjara,
tók hon Emil til sín. Tey búðu úti í
Heygsmørk í Syðrugøtu, og har sleit
Emil sínar barnaskógvar.
Tá dóttir Marin Elisabeth, ið var
gift til Suðuroyar, doyði frá fleiri
smábørnum, bleiv Marin Elisabeth
verandi har hjá ommubørnunum
í móður stað, og Emil fór til
Suðuroyar við henni. Tá hevur
hann verið um konfirmeringsaldur.
Tey komu ongantíð aftur til Gøtu.
Tá í tíðini fóru nógvar ungar
gentur norðanfjørðs til Suðuroyar
at arbeiða fisk. Har ímillum var
ein ung genta úr Kollafirði, sum æt
Anna Sofía Debes. Tað rann saman
millum hana og Emil, og soleiðis
kom hann norðuraftur. Tey giftust
og búsettust í Kollafirði.
Av tí, at Emilia doyði so ung, og
flestu børnini fóru úr heiminum,
kenni eg lítið til tey. Tó kann eg
minnast Elspu hava búð hjá okkum
eina ferð, helst í sambandi við,
at missiónsvika var í Gøtu. Elspa
doyði í góðum árum.
Gøtu-Jákup, ið vaks upp í
Pállstovu í Norðragøtu, livdi fleiri
ár eftir, at eg kom til Havnar.
Hann og konan Hanna búðu
undir Ryggi. Tey áttu bara ein
son, Emil. Hann og konan Frida
búsettust á Hoyvíksvegnum yvir
av Glaðsheyggi, har eftirkomarar
hansara búgva enn.
Jóhannes vaks upp í Leirvík.
Hann og konan Hansina búsettust
á Geilini í Leirvík. Kristianna vaks
upp í Uppistovu í Leirvík. Hon
giftist svenskara Runvall av navni.
Tey búsettust í Havn, har hann
arbeiddi sum kavari. Tey fluttu
seinni til Noregs og blivu búgvandi
har.
Elspa
var
tað
einasta
av
børnunum, ið bleiv verandi hjá
pápanum, sum kom at eiga endan
av einum húsum úti á Fløtum í
Norðragøtu.
Tá so Elspa giftist til Leirvíkar
við Óla hjá Guttormi, flutti pápin
við henni. Petur Pauli í Tjørnustovu
doyðu út haðani.
Petur Pauli var kendur fyri at
vera sera hittinorðaður. Serliga
sonurin Johannes var kendur fyri
tað sama.
Var við Vaagen
Petur Pauli var millum teir menn,
ið vóru á heimveg við “Vaagen” í
tí tiltikna ódnarveðrinum í 1888,
sum vit hoyra um í vísuni hjá J. P.
Gregoriussen.
Hann
hevði
hús
standandi
í
gerð.
Í
sama
ringa
landnyrðingsstorminum, ið er
ringasta ætt í Norðragøtu, fórst alt,
sum upp var komið. Tað, sum tey tá
komu at húsast í, var bert ein lítil
kroysa. So trupult fingu tey tað.
Av tí, at Emilia doyði so ung, og
flestu børnini fóru úr heiminum,
kenni eg lítið til tey. Tó kann eg
minnast Elspu hava búð hjá okkum
eina ferð, helst í sambandi við,
at missiónsvika var í Gøtu. Elspa
doyði í góðum árum.
Gøtu-Jákup, ið vaks upp í
Pállstovu, livdi fleiri ár eftir, at eg
kom til Havnar. Hann og konan
Hanna búðu undir Ryggi. Tey áttu
bara ein son, Emil. Hann og konan
Frida búsettust á Hoyvíksvegnum
yvir
av
Glasheyggi,
har
eftirkomarar hansara búgva enn.
Tá í tíðini fóru nógvar ungar
gentur norðanfjørðs til Suðuroyar
at arbeiða fisk. Har ímillum var
ein ung genta úr Kollafirði, sum æt
Anna Sofía Debes. Tað rann saman
millum hana og Emil, og soleiðis
kom hann norðuraftur. Tey giftust
og búsettust í Kollafirði.
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Komandi partur verður tann seinasti í hesi røðini.
Nú fer at nærkast nútíðini hjá Hensiu.
Naena: Systrarnar í Barbustovu
Í seinasta partinum hjá Naenu Danielsen um Barbustovuættina
í hesum umfari greiðir hon frá abbasystrunum, sum vórðu
giftar við tveimum beiggjum í Tjørnustovu í Norðragøtu
Norðragøta í 1917
Petur Pauli í Tjørnustovu
Absalon og Petra í Tjørnustovu