fríggjadagur 30. mars 2012síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiðsfólk
við lágari løn
eru best nøgd
VERKAFÓLK OG NØGDSEMI
Tað eru arbeiðsfólkini við lágari løn, sum eru best nøgd við síni viðurskifti.
Tað vísir ein kanning, sum Samtak hevur gjørt. Kanningin vísir eisini,
at tey, sum eru mest ónøgd, eru tilkomnir menn við góðari løn
Áki Bertholdsen
Tað er ikki altíð, at góð løn og
lukka fylgist.
Tað vísir ein kanning,
sum Sonja Jógvansdóttir,
samskipari í Samtaki hevur
gjørt, har 782 limir í Føroya
Arbeiðarafelag hava svarað
spurningum um nøgdsemi
og onnur viðurskifti.
Kanningin vísir, at sum
heild eru arbeiðsfólk nøgd
við síni arbeiðspláss.
Men tað er eisini staðfest,
at lutfalsliga fá hava setanar
skriv, álitisfólk og trygdar
umboð, hóas tað er lógar
kravt.
Sum tað sæst á myndini
»Inntøka«, er stórur munur
á inntøkuviðurskiftum hjá
kvinnum og monnum.
Tann stórsti parturin av
kvinnum hevur minni enn
200.000 krónur í løn um
árið.
Størsti bólkurin av kvinn
unum, ella 33%, hava ímillum
100.000 og 150.000 krónur í
inntøku, men størsti inntøku
bólkurin, ella 28%, hjá mann
fólki liggur ímillum 200.000
og upp í 250.000 krónur um
árið.
–
Næstan
fjórðahvørt
mannfólk hevur eina inntøku
omanfyri 300.000 krónur
um árið, men tað bara er ein
kvinna av hvørjum 50, sum
forvinnur meiri enn 300.000
krónur um árið.
Fleiri viðbøtur til menn
Sonja Jógvansdóttir heldur,
at tað partvís eru lønarsátt
málarnir sum gera, at mun
urin ímillum kynini er so
stórir, hóast líkaløn formliga
var innførd í 1980.
– Tað eru fleiri viðbøtur
til mannfólkayrkini. Tað eru
eisini í størri mun kvinnur,
sum arbeiða í yrkjum, sum
ikki hava eins nógva yvirtíð.
Kvinnurnar eru oftari av
arbeiðsmarknaðinum
í
samband við barnsburð og
sjúku hjá børnum. Kvinnur
arbeiða í størri mun niður
setta tíð.
– Hóast vit vita nøkur
viðurskifti, um hví lønin er y
misk hjá kynunum, er tørvur
á at gera fleiri útgreiningar
fyri, hví so er, og hví munurin
millum inntøkurnar veksur
bæði í krónum og oyrum,
men eisini í %, heldur sam
skiparin í Samtaki.
Kanningin vísir eisini, at í
flest øllum vinnugreinum hjá
Føroya Arbeiðarafelag hava
arbeiðsfólk ikki hava fingið
setanarskriv,
hóast
hetta
hevur staðið í sáttmálunum
í áravís, og hevur verið ein
løgtingslóg síðani 2008.
– Innan dagrøktina eru tað
flest setanarskriv og álitis
fólk, men eisini í fiskivinnuni
eru tað lutfalsliga nógv
álitisfólk, men har haltar við
setanarskrivunum.
– Har sum ringast stendur
til, er í matstovuyrkinum.
Sigast skal tó, at tølini vóru
ser lítil, tískil kunna hesa
tøl takast við fyrivarni. Sum
heild er rúm fyri betringum,
hvat álitisfólki, trygdarum
boðum og setanarskrivum
viðvíkur.
Somuleiðis vísir kann
ingin, at 37% av arbeiðsfólki
hava verið á aðalfundi hjá
lokala arbeiðarafelagnum í
bygdini og 69% vita, hvør er
formaður í felagnum. Hin
vegin vita bara 47%, hvørjir
nevndarlimirnir eru
Hinvegin veit størsti part
urin av limunum eitt sind
ur um lokalfelagið og tær
skipanir, ið fakfelagið hevur,
og tey eru væl nøgd við trygg
ingarnar og eftirlønarskipan
ina, sum felagið hevur.
Myndirnar um eftirløn og
trygging vísa greitt, at Før
oya Arbeiðarafelag hevur
rakt væl, tá ið tey settu
nýggju tryggingina í verk.
Sama kann sigast um eftir
lønarskipanina, sum flest øll
kenna og eru nøgd við.
Somuleiðis halda flestu
limirnir, at Føroya Arbeiðara
felag umboðar teir hampuliga
væl í ymsum viðurskiftum.
Menn mest ónøgdir
Men verður hugt at teimum,
sum eru ónøgd við Føroya
Arbeiðarafelag, síggjast nøk
ur týðilig mynstur.
Næstan fjórðahvørt mannfólk hevur eina
inntøku omanfyri 300.000 krónur um árið,
men tað bara er ein kvinna av hvørjum 50,
sum forvinnur meiri enn 300.000 krónur um árið
Har sum ringast stendur til,
er í matstovuyrkinum