Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VERKAFÓLK OG NØGDSEMI Ónøgdi limurin í Føroya Arbeiðarafelag er oftast ein maður millum 36-55 ár, sum forvinnur omanfyri 300.000 kr, og sum arbeiðir hjá land­ inum ella hjá kommunu ella sum er bilførari ella buss­ førari. – Tey lægst løntu eru tey, best nøgdu. Talvan »Kyn og aldur á ónøgdum« og talvan »Hvar arbeiða tey minni nøgdu« vísa mynstrið við teim­um ónøgdu, sum bara eru 7% av teimum sum svar­ aðu. Hinvegin eru 67% av teim­ um ónøgdu menn, hóast tað bara 45% av teimum, sum eru menn. Á myndini, »Hvar arbeiða tey minnið nøgdu« sæst ar­ beiðsbýtið hjá teimum minni nøgdu samanborið við heild­ ina. Innari sirkulin er arbeiðs­ býtið samlað hjá øllum í kanningini og uttari sirkulin er hjá teimum ónøgdu. Skuldu tey ónøgdu havt lut­ fals­liga sama arbeiðsbýtið sum í kanningini, skuldu báðir sirklarnir verið líka, men sum tað sæst, so eru nøk­ur øki sum eru yvir­um­ boðað, meðan onnur eru undir­umboðað. Har sum munirnir eru ser­ liga sjónligir er í byggi­vinn­ uni, har tað eru 4% til­samans, men í yvirlitinum yvir ónøgd eru 17% í byggi­vinnuni. Í fiskivinnuni eru tey betri nøgd, tí 40% av teimum, sum svaraðu, arbeiddu í fiski­vinnuni, men bara 23% í yvir­litinum av ónøgdum eru í fiski­vinnuni. Í siðbundun kvinnu­yrkj­ unum sæst eisini, at limirnir ikki eru ónøgdir – tað eru 12% vaskifólk, sum hava svar­að, men bara 6% av vaski­fólk­ unum eru ónøgd. Tað er eisini helvtarbýtið í mun til dagrøktarar, men Bil- og bussførarar hoyra til tey, sum eru meir ónøgd. Í yvirlitinum »Inntøka samlað sæð og hjá teimum ónøgdu«, er innari sirkulin samlað sæð í allari kanningini meðan ytri sirkulin eru tey ónøgdu. Her sæst týðiliga, at tey við betru inntøkum eru yvirumboðaði í yvirlitinum yvir ónøgd, meðan tey sum forvinna minst eru tey sum eru best nøgd. 40% sjúkrameldað Í talvuni »Yvirlit yvir starvs­ bólkar – uttast hjá sjúkra­ meldaðum« síggjast, hvussu nógv eru sjúkra­meldað. Innari sirkulin er samlað yvirlit yvir øll í kanningini með­an uttari sirkulin eru tey sum hava verið sjúkra­ meldað. Sum myndin eisini vísir, er gott samsvar millum báð­ar bólkarnar. Har stórst munur er í fiskivinnuni, sum er eitt sindur yvirumboðað í tølunum yvir sjúkrameldað, 45% í mun til 40%. Annars vísir kanningin, at 40% av limunum í Føroya Arbeiðarafelag hava verið sjúkrameldað í styttri ella longri tíðarskeið og av teim­ um høvdu 16% fingið ar­beiðs­ skaða. Og av teimum vóru 34% sjúkrameldað longri enn ein mánað. Fylgja væl við Kanningin hjá Samtaki vísir, at tað eru bara 7% av lim­ unum í Føroya Arbeiðara­ felag, sum hava ikki internet og teldu. Ikki óvæntað er mest talan um eldri, har 60% eru yvir 56 ár. Kynsbýtið er javnt ímill­ um tey, sum ikki hava inter­ net, men 50% eru støk og somu­leiðis hava 50% eina inn­tøku, sum e ru lægri enn 150.000 um árið. aki@sosialurin.fo Tey við betru inntøkum eru yvirumboðaði í yvirlitinum yvir ónøgd, meðan tey sum forvinna minst eru tey sum eru best nøgd