Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leo Poulsen Ragnhild er uppvoksin í Nólsoy, men fór ung til Dan­ mark­ar at fáa sær útbúgv­ ing. Hon las til námsfrøðing í Ikast og hevur eisini ging­ið á Engelsholm Hånd­arbejds­høj­ skole. Eina tíð arbeiddi hon við klædnadesign og hevði egn­an handil. Fyri 20 árum síðani fekk hon sær »gårdbutik« á garði­ num í Miðjútlandi, har hon nú býr. Handilin »Den lille lade« er eitt konsept, sum um­fatar bæði handilshøli, gall­arí, kaffistovu og teks­ til­verk­stað. Fjølbroytt skeið­ virk­semi er eisini partur av kon­septi­num. Ragnhild hevur arbeitt nógv við sniðgeving av klæð­ um, brúkslist, áseyming og patchwork. Eisini er málningalist part­ur av hennara listarliga virk­semi. Ein uppgáva, sum Ragn­ hild hevur haft, var at tekna danskt jólamerki seinasta ár. Á framsýningini í Nólsoy verð­ur eitt úrval av nevnda virk­semi at síggja og at keypa, um áhugi er fyri tí. Framsýningin letur upp Pálma­sunnudag klokkan 16 – og opið er hvønn dag til 2. Páska­dag klokkan 16-19 Meðan framsýningin er opin, verður eisini kafé, har til ber at keypa sær ein drekka­munn við onkrum aftur­við. At Ragnhild er nóls­oy­ ing­ur sæst týðiliga aftur í málningum hennara, ið nær­ um allir sum ein hava motiv úr heimbygdini. Tað er ikki oftari enn so, at ein listaframsýning er í Nóls­oy, og tá sýnt er fram, hevu­r tað verið av lokalum málar­um. Fyri nøkrum árum síða­ni sýndi Gunvør Joensen fram egnar málningar í Kunningarstovuni, og fyrra­ árið var ein framsýning í barna­garðinum Látrinum í Nólsoy við málningum av Steff­an Danielsen. Hetta var eitt tiltak í samband við Ova­ stevnu­na. Framsýningin er opin so­ leiðis, at til ber hjá av­bygda­ fólki at koma til Nólsoyar at uppliva málningar og tekstil­list, tí Ternan siglir av Havnini klokkan 16.20 og aftur til Havnar klokkan 18.25 gerandisdagar og 19.25 halgidagar – tó ikki Langa Fríggjadag og fyrsta Páska­ dag, tá eingin sigling er. Leo Poulsen Játtanarkarmarnir verða lag­d­ir fyri Løgtingið í morg­ in, og tá er ein av íløgunum eitt nýtt skip til farleiðina um Nólsoyarfjørð. Hetta eru góð tíðindi fyri oyn­na eystanvert Havnina, í fyrsta umfari, tí talan er um eitt skip, sum verður bygt ser­liga til farleiðina, men ikki minst tí, at Ternan javnan verð­ur tikin úr sigling fyri at røkja aðrar farleiðir. Á fundi í síðsta má­n­ að í Nólsoy, var ein skitsu­ verkætlan løgd fram av einari møguligari Nóls-oy­ar­ ferju (myndin), men dentur varð lagdur á, at tala var um eina skitsuverkætlan, og tað er tí ikki víst, at ferjan fer at sígg­ja júst soleiðis út. Hetta er eitt uppskot um, hvussu nýggja Nóls­oy­ar­ skipið fer at síggja út, men tað koma helst broytingar í hesa skitsuna, varð sagt á fundi­num í Nólsoy. Hvussu frammarliga í rað­fest­ing­ini nýggja Nóls­oy­ ar­fer­jan liggur, er ikki greitt enn, men tað verður allar­ helst upplýst, tá játtanar­ karmarnir verða lagdur fyri Løgtingið í morgin. Leo Poulsen 11 útlendskar øl og fýra før­oyskar. Tað verður nýggja úr­ val­ið í Rúsuni mánadagin, nú tað verður loyvt at selja øl, sterkari enn 5,8 alko­hol­pro­sent. Tey bæði føroysku bryggjarí­ini koma við hvør sínum tveimum øl­ um í part, meðan leiðslan í Rúsuni hevur valt 11 út­ lendsk ølsløg. Góði, gamli Elephant­ ur­in er sjálvskrivaður – sambært Rúsuni – og síða­ni er talan um átta trapp­ister (kleystur) øl. Seks teirra koma úr Belgia, og hini bæði úr Hol­landi. Seinastu tvær ølir­ar koma úr Belgia. Føroya Bjór kemur við Golden Ram (10,0%) og Tripple Ram (8,5%), með­an tað enn er óvist, hvørj­u­m Okkara kemur á mark­ nað­in við. Sosialurin hevur roynt at lodda dýpið millum øl­ fjepparar, hvat teir halda um úrvalið, og breið semja er um, at talið av sterkum øli er nøktandi at byrja við. Men líka so greitt er, at úr­valið av øli sum heild ikki er nøktandi millum øl­fjepp­arar. Serliga sakna teir øl, ið fylgir árstíðini, eitt nú breið­ ari úrvali av jóla- og páska­ bryggi – og tað er gald­andi yvirhøvur, og ikki bert fyri sterkt øl. F l e s t u ølfjepparar hava roynt hesi ølsløgini, og tað er avgjørt ikki óvæntað, at Rúsan hevur valt júst hesi sløgini, sigur Róaldur Jákups­son, sum kennir væl allar tær útlendsku ølir­nar. Men sum onkur annar, sum Sosialurin hevur tos­að við, sá hann fegin »heim­sins besta øl«, Mikkell­er, millum útvaldu ølsløgini. Eg veit væl, at slík øl­ sløg fara at kosta eina asins rúgvu, men tað má bara verða so. Ein Mikkel­ ler er heldur ikki ein øl, tú stúvar í ryggsekkin og fer í býin við. Eina slíka má tú njóta »í tímavís«, sigur Ró­ aldur Jákupsson. Og Jógvan Jákupsson er fyri so vítt samdur. Tá hugsað verður um, at tvey tey seinastu árini eru 600 nýggjar danskar øl komnar á marknaðin, so er tað ikki so líkatil at velja nakrar fáar út, sigur hann. Ronny Jacobsen kenn­ ir bert Chimay av út­ lendsku ølunum, men aft­ur fyri heldur hann, at hon er framúr góð. Ein annar ølfjeppari er Bjar­ni Juul Pedersen, men han er mest spentur upp á, hvussu føroysku ølirnar fara at roynast. Saman um tikið eru teir fýra samdir um, at onkunstaðnik skal byrj­ ast, og við tí fyri eyga, er val­ið hjá Rúsuni ikki so gal­ið. Páskaframsýning í Nólsoy Um páskirnar fer Ragnhild Joensen Battefeld at hava framsýning av málningum og tekstillist í Royndarhúsinum i Nólsoy Ragnhild Joensen Battefeld fæst bæði við málninga- og tekstikllist Nólsoyarferja á játtanarkarmi Meðan tað brýtur í bæði borð hjá Strandferðsluni um sparingar, veit Portalurin frá álítandi keldum, at nýtt Nólsoyarskip stendur á játtanarkarminum hjá landsstýrinum fyri komandi árini Hetta er skitsan, sum varð løgd fram á borgarafundi í Nólsoy um nýggja ferju á farleiðini Ein sámulig byrjan Sosialurin hevur vent sær til nakrar ølfjepparar fyri at vita, hvat teir halda um úrvalið av sterkum øli, sum Rúsan byrjar at selja mánadagin Chimay er eitt av nýggju ølsløgunum, sum verður at fáa í Rúsuni mánadagin