Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ársroknskapur hjá Arbeiðsloysisskipanini fyri 2011 ALS hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys, at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði og at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin. Á ALS starvast í løtuni 24 fólk. Virksemið hjá ALS er í høvuðs heitum lógarásett. Ovastu leiðsluna hevur stýrið fyri ALS, sum - eftir tilmæli frá arbeiðsgevara- og løntakarafeløgunum á arbeiðsmarknaðinum - verður valt av Føroya Landsstýri. Arbeiðsloysisskipanin • Tinghúsvegur 14 Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn Tel 349550 • Faks 349551 als@als.fo • www.als.fo (1.000 kr.) 2011 2010 RAKSTRARROKNSKAPUR Inngjøld 141.943 140.450 Útgjøld og útreiðslur til arbeiðsleys -308.430 -259.544 Aðrir kostnaðir -8.244 -11.141 Bruttovinningur -174.731 -130.235 Starvsfólkaútreiðslur -10.103 -8.212 Úrslit áðrenn av og niðurskriving -184.834 -138.447 Av og niðurskriving av materiellari støðisogn -3.623 -2.010 Úrslit áðrenn fíggjarpostar -188.457 -140.457 Fíggjarpostar 2.276 32.226 Úrslit áðrenn skatt og avgjøld -186.181 -108.231 Skattur og avgjøld -3.139 -3.926 Úrslit -189.320 -112.157 FÍGGJARSTØÐA PR. 31. DESEMBER AKTIV Grundøki og bygningar 27.642 27.634 Tøkniogn og maskinur 5.658 3.538 Rakstrargøgn og innbúgv 1.255 1.481 Støðisfæ tilsamans 34.555 32.653 Skuldarar 6.429 7.509 Onnur áogn 30 30 Tíðaravmarkingar 7 7 Áogn tilsamans 6.466 7.546 Virðisbrøv 378.733 565.490 Tøkur peningur 15.379 9.274 Ogn í umferð tilsamans 400.579 582.310 Aktiv tilsamans 435.134 614.963 PASSIV Stovnsfæ 93.840 93.840 Flutt úrslit 318.658 507.977 Eginogn tilsamans 412.498 601.817 Vøru og tænastuskuld 3.324 2.420 Onnur skuld 19.312 10.726 Skuld tilsamans 22.636 13.146 Passiv tilsamans 435.134 614.963 www.sansir.fo Áki Bertholdsen Tórshavnar Býráð mótmælir harðliga, at vinnuháskúlin, ella partar av honum, verða fluttir til Klaksvíkar. Tað hevur Tórshavnar Býráð samtykt í eini yvir­lýs­ ing ­í gjárkvøldið. Tað er ikki ofta, at Tórs­ havnar Býráð ger yvir­lýs­ ingar, men politisku ætlan­ir­ nar um at liða vinnuháskúlan sundur og at flyta ein part av honum til Klaksvíkar, verður tikið í so mikið stórum álvara, at býráðið hevur einmælt samtykt eitt mótmæli ímóti ætlanini. Býráðið staðfestir, at í 2010 boðaði landsstýrið frá, at fleiri sjóvinnuútbúgvingar á Vinnuháskúlanum í Tórs­havn skulu flytast til Klaksvíkar. Býráðið mótmælti harðliga hesi skaðiligu niðurlaging av Vinnuháskúlanum og har­við allari teirri maritimu út­búgv­ ingarskipanini í Føroyum, sum tikið varð til. Ótolandi Men býráðið sigur, at enn valdar ótolandi óvissa og ótrygg­leiki um framtíðina hjá Vinnu­háskúlanum. – Javnan frættist eisini um tilvildarligar ætlanir at niður­laga og flyta aðrar út­ búgv­ingar úr Havnini. Tórshavnar býráð mót­ mælir harðliga hesi gongd. – Øll faklig tilmæli og skil­vís hugsan vísa greitt, at neyðugt er at styrkja um út­ búgvingarskipanina og savna fakliga førleikan. Býráðið sigur, at hetta fevnir bæði um mið­náms­ út­búgvingar, hægri útbúgv­ ingar og gransking. – Føroyska samfelagnum tørvar harumframt ein veru­ligan útbúgvingar- og universitetsbý, skulu vit standa okkum í altjóða kapp­ ingini. Og Tórshavnar býráð er ikki í iva um, at bestu for­ treytir fyri at røkka hesum eru í høvuðsstaðnum. – Vinnuháskúlin og sjó­ vinnu­útbúgvingarnar í Tórshavn eru á høgum altjóða stigi, men tað er skjótt at bróta hetta niður. – Tórshavnar býráð heitir tí staðiliga á lands­ myndug­leik­arnar um nýggja og fram­skygda kós fyri Vinnu­háskúlan í Tórshavn, Fróð­skapar­setrið eins og útbúgving og gransking í síni heild. – Tórshavnar býráð bjóð­ ar somuleiðis øllum pørtum samstarv at menna høvuðs­ staðin, Tórshavnar bý, sum út­búgvingarmið­depil og al­ tjóða universitetsbý. Tórshavnar Býráð mótmælir harðliga VINNUHÁSKÚLIN Tórshavnar Býráð mótmælir harðliga, at vinnuháskúlin skal flytast til Klaksvíkar Harðligt mótmæli Øll faklig tilmæli staðfesta, at skilabest er at miðsavna allar útbúgvingarnar á einum staði Enn valdar ótolandi óvissa og ótryggleiki