Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo KUNNGERÐ Endurskoðan av almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu TÓRSHAVNAR KOMMUNA Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 23. februar 2012 hevur samtykt broytt uppskot til endurskoðan og nútíðargerð av almennu byggisam- tyktini fyri Tórshavnar kommunu. Uppskot til endurskoðan av kap. I til V. Uppskot til broytingar fevna í høvuðsheitum um hesi viður- skifti: • ásetingar um nýmótans húsasnið og hædd á bygging, sum núverandi almenna byggisamtyktin ikki tekur hædd fyri • kjallarhædd telir við í nýtslustignum og sam- stundis hækkar mest loyvda nýtslustig sam- svarandi • meðaljørðildið verður strikað sum grundarlag fyri hædd av steinseting v.m. • vegabreiddir, verða broyttar til at takað útgangs støði í norskum og donskum veganormum • nýggjar og meira sundurgreinaðar ásetingar um tal av parkeringsplássum í sambandi við bygging, í mun til hvat slag av bygging talan er um. Harumframt eru aðrar boytingar av orðingum o.l. Alt uppskotið kann síggjast á www.torshavn.fo Tilfar, sum lýsir uppskotini til broyting av byggi- samtyktini liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 2. apríl til og við 30. apríl 2012, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta lagi 21. mai 2012. Broytt hald Frá 1. mai 2012 verða hesar broytingar gjørdar í fartelefon­ haldum hjá Vodafone Óðinshædd 2 · FO­100 Tórshavn · vodafone@vodafone.fo · vodafone.fo Nýggja Vodafone Small Vodafone 200 verður broytt til Small. Broytingin hevur við sær at Haldið fer úr 200 minuttum til 240 minuttir (4 tímar) Haldið fer úr 200 SMS­boðum til 400 SMS­boð Mánaðargjaldið fer úr kr. 280,­ til kr. 299,­ Nýggja Vodafone Medium Vodafone 500 verður broytt til Medium. Broytingin hevur við sær at Haldið fer úr 500 minuttum til 540 minuttir (9 tímar) til innlendis­ ella fastnetnummur í Evropa. Haldið fer úr 500 SMS­boðum til 900 SMS­boð Mánaðargjaldið fer úr kr. 379 til kr. 409,­ Hjá teimum, ið hava víðkað haldið til eisini at umfata fartelefonnummur í nærum øllum Evropa, fer mánaðargjaldið úr kr. 478,­ niður í kr. 459,­ Prísbroytingarnar eru bert galdandi fyri privatar kundar. Eftir at íroknaðu minuttirnir eru brúktir, verður minuttgjaldið innlendis í Føroyum kr. 1,20. Barnagarðurin verður bygd­ur á einum stykki Yviri á Bakka í Vági og stykk­ið gjørt byggiklárt. Og nú verður farið undir sjálva byggingina av nýggjum barnagarði í Vági Upprunaverkætlanin fevndi bert um barna­ garðs­stovur og onga vøggu­stovu, og varð mett at kosta 4,3 milliónir krónur. Tilboðini fevndu eisini um arbeiðið at byggja vøggu­stovu og tað vísti seg, at tað verður bara 900.000 krónur dýrari at fáa gera vøggustovuna eis­ini. – Vágs Býráð metti tí­ skil, at besta loysnin var at byggja alt um eina leið, og á seinasta býráðsfundi sam­tykti býráðið at játta pen­ingin til at byggja nýggja barnagarðinum í Vági, siga tey í býráðnum. Stovnurin verður skipaður við trimum heil­ dags­stovum til barna­ garðsbørn, tað verður ein stova til børn, sum eru á stovninum í hálva tíð og ein serstova. Harumframt verður eis­ini vøggustova, um­ framt ein stova til børn í skúlaaldri – ella møguliga serstovu. Tilsamans kostar barna­garðurin smáar sjey milliónir krónur við mvg. Tá er grundstykkið og planering við. Nýggi dagstovnurin í Vági við barnagarði og vøggu­stovu verður til um­ leið 75 børn. Áki Bertholdsen Nú graslíki skal leggjast á Tórs­vøll, kemur tað væl við hjá golfspælarunum í Havn. Í hesum sambandi skal flagið, sum er á Tórsvølli, tak­ast av, men tað fer ikki fyri skeytið. Tórshavnar Býráð sam­ tykti í gjárkvøldið, at flagið skal flytast út á Glyvursnes, har tað skal leggjast á golf­ vøllin. Tað fer at kosta 400.000 krónur at fáa flag­ið út á Glyvursnes og tað upp­hædd­ ina hevur Tórs­havnar Býráð samtykt at játta. Hinvegin verður flagið lagt á við sjálvbodnum ar­ beiði. Upplýst varð á býráðs­ fundinum, at ætlanin er at leggja flagið í tvær langar álir, onnur upp á 250 til 300 metrar og hin upp á einar 80 metrar. Býráðslimir eru samdir um, at nú er stundin komin at taka eitt veruligt tak fyri golf- ítróttin í Havnini. Hetta er ikki minst við atliti at royndunum at fáa oyggjaleikirnar til Føroya um nøkur ár. Men býráðslimir stað­ festu eisini, at golf er tann itrótt­urin í heiminum, sum veksur skjótast og at eitt og hvørt framkomið land við virð­ing fyri sær sjálvum eigur at hava ein golfvøll. aki@sosialurin.fo Flyta flag úr Gundadali út á golfvøllin á Glyvursnesi GOLF Tað kemur væl við hjá golfspælarum í Havn, at graslíki nú skal leggjast á Tórsvøll Golfvøllur Golfvøllurin á Glyvursnesi fær flagið, sum verður flust oman av Tórsvølli, nú graslíki skal leggjast á vøllin Nú byggja tey barnagarð í Vági