fríggjadagur 30. mars 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
1 og 2 oyruni ruku.
1. apríl í 1973 søgdu vit tveimum
teimum minstu myntunum
farvæl.
??????????
Góði abbi, hjartaliga tillukku
við 90 ára degnum, og fyri
at siga, sum tú so mangan
hevur tikið til: 90 ár er ikki 90
dagar. Tað er tað so sanniliga
heldur ikki, og er tað nakar,
sum hevur uppiborið at
verða hátíðarhildin, so er
tað júst tú. Ongantíð hevur
tú gjørt nakað serligt burtur
úr tær sjálvum, men tín inn
satsur gjøgnum lívið hevur
so ongantíð ligið eftir, hvørki
á sjónum ella heima hjá
ommu.
Stórur, óvanliga sterkur,
raskur sum fáur, treystur. So
leiðis kenna fólk - ikki minst
teir mongu menninir, sum tú
hevur siglt við – teg best. Ikki
sigur tað lítið, at tú gjøgnum
alt títt virkna arbeiðslív -
sum ikki var heilt stutt, 54
ár – hevur siglt við nøkrum
av bestu skipunum, ið før
oyingar hava átt. Millum
hesi eru Fiskanes, Kallsevni,
Jóannes Patursson og ikki
at gloyma gamla Norðborg,
har tú endaði tína drúgvu
fiskimannakarieru sum 69
ára gamal. At tú ikki legðist
á land, fyrr enn tú nærum
hevði rundað tey 70, fortelur
bara, hvat treysti og ikki
minst loyalitetur hevur búð
og enn býr í tær.
Sum uppvaksandi smá-
drongur hevur tað altíð
verið stuttligt at fáa at vita,
hvussu raskur og sterkur
abbi mín hevur verið. Var tín
styrki stór, var títt lítillætni
ikki minni, tí aldrin hoyrdi
eg reypandi orð úr munni
tínum. Men tað er einamest
fólk, ið kenna teg, ið altíð
hava róst tær.
Síðsta dømi um tað var,
tá eg í fjørsummar var í
Grønlandi saman við einum
manni, ið hevði siglt við tær
umborð á Norðborg. Hann
hevði tvey skoðsmál um teg.
Fyri tað fyrsta var tað tann
øgiliga
kropsliga
styrkin,
sum í tær búði. Sum hann
segði, tá nótin skuldi hálast
inn, hálaði tú helvtina, með
an restin av manningini hál
aði hina helvtina inn. Tað
hevði ikki verið tespiligt,
um øði kom í ein slíkan
mann sum teg. Men tí hevur
tað ongantíð verið nakar
vandi fyri, tí sum maðurin í
Grønlandi tók til, so vart tú
eitt sovorðið góðdýr, ið ongin
kundi siga nakað ringt um.
Væl kendur við sjólívið tókst
tú teir ungu til tín og lærdi
teir upp.
Hendingin við trolinum
tolir
eisini
at
forteljast:
Trolið fór so mikið illa, at
skiparin sá ikki annað at
gera enn at sigla til lands
og keypa nýtt trol. Men
við tínum framúrskarandi
sjómansskapi
bjóðaði
tú
teg til at hyggja eftir tí, og
metti tú, at trolið enn stóð
til at bjarga. Sjálvboðin sat
tú so alla náttina og bøtti
trolið við tí úrsliti, at fleiri
dagars fiskiveiða var bjargað
til stóra gleði fyri manning,
skipara og reiðara. Soleiðis
ert tú bara, tekur teg sjálvan
í aðru rekkju, um tú metir, at
tú fært hjálpt øðrum kring
teg.
Sum barn kann eg ikki
koma í tankar um nakað, ið
var betri enn at fara norður
til Eiðis at vitja ommu og teg.
At koma frá Havnini av og so
at vitja tykkum var sum at
koma inn í ein annan heim:
Inn í fjósið at geva seyðinum,
út í Kollsbyrg eftir hoyggi,
oman á keiina at fiska við
bambustráðuni. Ikki er at
gloyma hvørt summar, tá vit
hoyggjaðu í góðveðrinum
úti í Kollsbyrg, meðan vit øll
hugnaðu okkum saman. Tú
og Óla Karl við líggjanum
og vit onnur rakaðu, vendu,
hongdu í turkiløg o.s.fr. Sam
an við systkjum og systk
inabørnum havi eg sjálvur
nokk mest spælt: Fangaðu
marsflugur, bygdu demningar
og hálaðu hoyposarnar om
an og niðan, meðan onkur
okkara sat í. Men eitt var yvir
øllum øðrum, og tað kann eg
nokk við vissu siga fyri øll
tíni 18 abbabørn: At sleppa
at klúgva upp í hoyløðuna í
hoyggjhúsinum. Tað var heilt
einanstandandi. Tá helt eg, at
lívið var fullkomið, tá man
bara slapp at detta niður í
hoyggið, anda tann rama
luktin av turra hoygginum,
meðan
man
hoyrdi
tey
vaksnu arbeiða uttanfyri.
Slíkar løtur fari eg aldrin at
gloyma.
Í 1996 hendi so tað, sum
rykti alt undan okkum og
endavendi
øllum:
Omma
fekk ein blóðpropp í heilan,
sum lammaði alla hennara
vinstru síðu við tí úrsliti, at
hon ongantíð kom at ganga
aftur. Hetta var serstakliga
hart fyri ommu, júst fylt 70 ár
og frá altíð at vera í gongd við
okkurt til at sita fullkomiliga
lammað í einum rullistóli.
Frá at hava verið røsk og
sjálvstøðug sum fá til at vera
umgyrd av heimahjálpum
og sjúkrasystrum. Men var
hetta hart fyri ommu, hevur
tað ikki verið minni hart
fyri teg. Góði abbi, at finna
ein mann, sum hevur verið
konu síni ein slíkur stuðul
sum tú, skal man leita leingi
eftir. Ongantíð hesi 15 árini
omma var sjúk, hoyrdist
eitt gremjandi orð. Stillisliga
umlegði tú títt lív, so omma
skuldi hava tað sum best. Tær
mongu, mongu ferðirnar tú
ert farin upp at venda ommu
um næturnar, hjálpt henni á
wc, gjørt henni morgunmat.
Ja abbi, tú gjørdi alt, og altíð
var tað ommusa besta, ið
lá tær fremst í huga. Tað
kunnu vit sum familja bara
hjartaliga fegnast yvir, og
veit eg, at omma hevði ikki
kunnað ynskt sær ein betri
mann enn teg.
Góði abbi, enn eina ferð
hjartaliga tillukku við 90
ára degnum. Eg gleði meg til
sunnudagin at hátíðarhalda
dagin saman við tær, tí eitt
er vist, ein betri abba í allari
verðini hevði eg ikki kunnað
ynskt mær.
Óli Jákup
Føðingardagsheilsan til
abba mín, Nikkel Nielsen
Abbi saman við Lindu og Kára