Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Jørgen er fyri ognarskatti! H eldur átti Løgting og Lands­stýrið at brúkt tey bú­skaparamboð, sum longu eru, segði Jørgin Niclasen. Nevnast kunnu: Lands­ bank­in, Hagstovan, Búskap­ ar­ráðið, og onnur sum eg ikki komi í tankar um beint nú.   Fíggjarkreppa og búskaparráð? Ein skuldi trúð, at í hesum tíð­um, tá størsti tørvur er á búskaparligum ráð­um frá ser­frøðingum, vórðu tey væl lýdd. Men tó tyk­ist tað ikki sørt marg­hátt­ligt, at tilráð­ ing­ar frá Búskaparráðnum hvørva sum døgg fyri sól, so skjótt Búskaparráðið er kom­ið við eini frágreiðing. So­leiðis hevur verið seinastu árini. Men glottar eru allarhelst at hóma. At Jørgen sigur, at núverandi amboð eru dekkandi, so kunnu vit ganga útfrá, at politiska skipanin fer at virða tey, sum Jørgen Niclasen sjálvur sigur við Kringvarpið 23. mars. Hetta eru sjálvandi góð tíðindi, og kunnu vit bert fegnast um, at Búskaparráðið kemur til sín rætt. Hvat sigur Búskaparráðið so? Á heysti 2010 verður sagt so- leiðis: »Tá ið meiri inntøkur skulu fáast til vega, eigur minni avlagandi skattur at verða nýttur, heldur enn at hækka nógv t .d. inntøkuskattin, sum er ógvuliga høgur, sum er. Búskaparráðið hevur fyrr skotið upp tilfeingisgjald, hægri orkuskatt og bústaðar­ skatt.« Nú er, sum øllum kunnugt, flatskatturin veruleiki, ein herskin biti hjá mongum, men framvegis veruleiki. Skatta­inntøkurnar eru mink­ aðar, og hvat skal síðani ger­ ast? Latum okkum hyggja at til­ráðingunum. Tilfeingisgjald hava vit hoyrt, sum slatur, kanska verð­ur veruleiki saman við Fólka­flokkinum. Eingin loyna er, at flestu flokkar á tingi eru fyri tilfeingisgjaldi. Av onkrari løgnari orsøk hev­ ur tann mest liberali flokk­ urin verið ímóti, men hetta tykist at broytast. Sjálv­andi er tað best fyri vinnuna, sum Fólkaflokkurin er so góður við. Orkuskattur tænir sjálv­ andi tí endamáli at minka um CO2 – útlátið. Ásannandi at olju­goymslurnar vara ikki ævigt, er tað umráðandi, at sam­felagið leitar móti var­ andi orkukeldum. Hetta kann gerast við at varandi orku­keldur fáa fyrimun, fram um nátturugoymslur av ymiskum slag. Nevnast kann t. d. fyrimun til vindmyllur, hita­skipanir, jarðhiti, o.m.a. Ognarskattur er ikki nak­ að ókent fyribrigdi. Ókent í Føroyum, men í tí mest liberalu tjóðini, USA, er tað ein sjálvfylgja. Undrast kann á at ogn­ ar­skattur verður nýttur. Ein orsøk kann vera, sum Bú­ skap­arráðið sigur á várið 2010: »Skattur á fasta ogn, bústaðarskattur o.tíl. er mett­ ur at vera minst avlag­andi skattur sum heild.« Nógv hevur verðið funn­ ist at skattatrýstinum í Før­ oy­um, og hvussu tað kann lættast um hjá fólkinum. Víðari verður grundgivið: »Orsøkin er, at hann ikki eins nógv og t.d. skattur á lønir ávirkar, hvussu nógv fólk vil arbeiða o.tíl«. Nevnast kann, at ognar­ skattur og inntøku­skattur til­samans í USA var í 2009 í með­al eini 4 - 9%. Mantraði hjá Jørgen Nicla­sen hevur alla tíðina verið, at tað skal loysa seg at arbeiða. So er kanska ognarskattur sera ynskiligur fyri Jørgen Nicla­sen? Hvat skal gerast? Hví politiska skipanin ikki hevur viðgjørt frágreið­ing­ ar­nar hjá Búskapar­ráð­num, kann ein undrast yvir, men Jørgen Niclasen hev­ur nú sagt, at vit skulu brúka tey búskaparligu am­boðini, ið eru. So vil eg bara heita á Jørgen Nicla­sen at fylgja sínum egnum orðum og við­ gera sakliga tær til­ráð­ingar, sum Búskapar­ráðið kemur við. Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Herfyri hevði Kringvarpið samrøðu við Jørgen Niclasen, um hví konjunkturlóggáva ikki var neyðug. M. a. segði landstýrismaðurin, at tað er ikki neyðugt at stovna enn eitt ráð, sum fer at kosta pening, og enntá fer at gera skaða. Individual rights are not subject to a public vote; a majority has no right to vote away the rights of a minority; the political function of rights is precisely to protect minorities from oppression by majorities (and the smallest minority on earth is the individual). - Ayn Rand Individuel rættindi eru ikki undirløgd almennar atkvøðugreiðslur; ein meiriluti hevur ongan rætt at taka burtur rættindini hjá einum minniluta; politiska funksjónin hjá rættindum er júst at verja minnilutar frá kúgandi meirilutum (og minsti minnilutin á jørðini er einstaklingurin)” - Ayn Rand So leingi eg ikki geri meg inn á sama rættin hjá øðrum, so havi eg rættin at liva mítt lív í friði sambært egnari sannføring. Eisini hóast tú heldur, at eg burdi livað á ein annan hátt. Eins og eg ikki kann tvinga teg at liva á ávísan hátt, kanst tú heldur ikki tvinga meg. Og tað, ið eg sum einstaklingur ikki kann loyva mær at gera móti øðrum, kann eitt kollektiv sum ”landið” ei heldur loyva sær. At brúka lógir til at tvinga fólk at liva sambært ávísum sjónarmiðum er júst tvang og kúgan, eisini um tað er ein meiriluti, ið hevur atkvøtt tað ígjøgnum. Vit kunnu tí ikki seta lógir fyri, hvussu onnur fólk liva sítt lív. Vit hava ikki rætt til tað. Tískil er tað ikki upp til ”landið” og umsitingina at avgera, hvussu fólk liva sítt lív. Moralur og etikkur eru persónlig, og landið eigur ikki við makt at kroysta ein moral yvir fólk. Landið eigur at tryggja grundleggjandi rættartrygd og soleiðis syrgja fyri, at tað er pláss fyri øllum sløgum av borgarum, at vit eru javnt stillað og hava somu rættindi. Men um eg velji at eta meira sukur enn tú, ella tú velur at taka sól ella liva sum samkyndur, tí tú heldur tað er tað rætta fyri teg, so er tað mín og tín avger. Vit eiga okkara kropp sjálv og taka eisini avleiðingarnar av okkara egnu valum sjálv. Tí er tað upp til tín og mín at velja, hvussu vit vilja liva. Eg kann vera eitt fyridømi, argumentera ella á annan hátt ávirka og royna at sannføra teg um at broyta lívstíl. Men eg havi ongan rætt at nýta vald at tvinga teg. Tað kann vera, at tú heldur, mátin eg livi mítt lív, er skeivur. Kanska tað eftir tínari sannføring ikki er rætt, at tvær av sama kyni giftast, fáa børn og liva saman. Men tað er tín sannføring. Hana hevur tú tín fulla rætt at hava og úttrykkja. Men tú hevur ikki rætt til at steðga mær at liva mítt lív, so sum eg velji at liva tað. Politikkarar hava sjálvandi eisini rætt til sína persónligu meining um tingini, og rætt at siga hana, eisini frá tingsins røðarapalli. Men teir hava ikki rætt til at lóggeva soleiðis, at eg skal tvingast at liva sambært teirra sannføring, eins lítið og eg havi rætt at tvinga teir at liva sambært mínari. Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at syrgja fyri, at vit hava hava góðar og rættvísar karmar at liva undir. At vit hava pláss at skapa okkum tað lív, sum vit sjálv velja. Tað er ikki uppgávan hjá mær at ráða yvir tínum lívi, hvørki gjøgnum hóttanir ella lóggávu. Á sama hátt eigur tú ikki at bestemma innihaldið í lívinum hjá mær. Tað er avgerðin hjá hvørjum einstøkum okkara, og okkara aleina. Sunneva Háberg Eysturstein EYGA MÁLIÐ Eg eigi meg sjálva Teitur Vágadal sjúkra­røktar- ­frøðilesandi Skulu broyta ískoyti og pensjón hjá løgtings­ fólkum og landsstýrisfólkum – nú! H vat kann rættvís­ gera, at eitt lands­ stýr­is­fólk, ið kann koyra til arbeiðspláss sítt inn­an ein tíma, fær 13.600 kr. um mánaðin skattafrítt sum ískoyti? Hvat kann rættvísgera, at eitt landsstýrisfólk fær fulla tænastumannapensjón eftir bert 8 árum í starvi og løgtingsfólk eftir 16 árum í starvi - meðan tænastumenn skulu starvast 37 ár fyri somu pensjónsrættindi? Hvat kann rættvísgera, at landsstýrisfólk og løg­tings- fólk ikki eisini skulu rinda 40% í skatti av teirra pensjón sum øll onnur? Hvat kann rættvísgera, at løgtingsfólk sjálvi áseta sína egnu løn? Vit eiga sjálvandi at tryggja, at øll lønarviðurskifti hjá løg­ tings­fólkum og lands­stýris­fólk­ um eru rættvís. So er ikki í dag. Tí skulu stig sum skjótast takast til at endurskoða løn, ískoyti og pensjónsviðurskifti hjá løgtingsfólkum og lands­ stýris­fólkum, soleiðis at hesi verða ásett hóskandi og rætt­ víst og ikki minst - óheft av politikarunum sjálvum. Ítøkilig uppskot til broyt­ ing­ar eru til viðgerðar í fíggj­ ar­nevndini, men tíverri vísir tað seg, at einasta forð­ing­in fyri, at vit fáa gjørt broyt­ingar til veruleika sum skjótast - er verandi samgonga. Kristina Háfoss Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi