fríggjadagur 30. mars 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðargrein
Hergeir Nielsen
Fyrrverandi løgtingsformaður, landsstýrismaður
og løgtingsmaður fyri Tjóðveldi
Avreiðingin av føroyskum
áhugamálum
Tiltikin er hon, hin myrka náttin
á tingi fyri sjey árum síðan, tá
løgtingið slepti øllum vunnum
rættindum á uttanríkispolitiska
økinum.
Uppskot eru nú komin á ting
borð um at rógva aftur á aftur
og avtaka uttanríkispolitisku
heimildarlógina, so sum hon
so sniðfundugt varð skírd, og
samstundis søkja um sjálv
støðugan limaskap í WTO.
Hetta er skilagóð tala, tí einki
land stendur seg uttan loysing
úr fjøtrandi bondum, og uttan
sjálvstøðugt samband við onnur
lond og altjóða felagsskapir.
Eingin ivi er um, at víðar ræsir
úteftir og limaskapur í WTO eru
týdningarmikil stig rætta vegin
fyri at vinna okkum neyðugar
sømdir og soleiðis skapa vøkstur.
Men forðingarnar eru nógvar,
og atsóknir kenna vit úr næstu
grannalondum okkara.
Havið kring Grønland yður í
kobba, men grønlendingar eru
givnir at veiða hann, tí at EU í
fleiri ár hevur forðað teimum í at
sleppa av við úrdráttir úr kobba.
Havið kring Føroyar yður í
makreli, og EU víðkar nú harð
ræðið sítt, soleiðis at føroyingar
skulu gevast við at veiða sín egna
fisk í sínum egna sjógvi.
Eins og teir gjørdu tað í Afrika,
so heldur EU seg eisini her eiga
størri rættindi til landsins virði,
enn fólkið har býr.
Fyri borðendanum inni í tí
flógva EU – felagsskapinum situr
danska kongaríkið, umboðandi
Jylland og øerne, og uttanfyri, úti
í kuldanum, stendur Kongeriget
Danmark for så vidt angår Fær
øerne, ájavnt Italia í stødd, kjokk
fult av øllum havsins fjøltáttaða
ríkidømi.
Við bíbilskari vissu verður
sagt, at eitt ríkið, sum kemur í
stríð við seg sjálvt, skal ganga til
grundar. Hvussu her fer at verða,
fáa vit at síggja, men sigast skal, at
Danmark ikki av sínum eintingum
hevur sett "det fattige folk ud i
Færø" uttanfyri.
Tað hava tey gjørt sjálvi hina
fyrr nevndu myrku náttina, og
skilið er tí hareftir.
Tað eru ikki bara tey hjálpar
leysu blokkstuðulssamfeløgini í
Norðurhøvum, ið EU hevur bitið
í hælsinarnar og síðan liggur og
slotar eftir at gera av við.
Hesin felagsskapur hevur
í áravís oyðdripið afrikansku
fiskigrunnarnar, samstundis sum
handilsligar forðingar eru settar
móti innflutningi av fruktagóðu
fløtunum úr sama heimsparti.
Men alt hevur sína tíð, og
nú EU missir vald í Afrika, har
Kina tekur um endan, vendir EU
eygunum hendanvegin.
Makrelurin, sum er um at
eta okkum á húsagang, skal ikki
fiskast av okkum sjálvum, siga teir.
Gera vit tað kortini, so koma teir
eftir okkum, eins og teir gjørdu tað
í Grønlandi og Afrika.
Fiskimenn hava í eitt longri
áramál vitað um stórar nøgdir
av makreli í føroyskum sjógvi,
men hava mist hann av hondum
av landsstýrisins ræðslu fyri EU.
Heilt fram til 2010 hevur hetta
kálvahjartað havt við sær, at vit ár
um ár hava mist ovurstór virði úr
egnum sjógvi.
Í 2009 skeyt Tjóðveldið upp
fyri løgtinginum at krevja hægri
kvotu av makreli, men tað varð
afturvíst av ABC-flokkunum og
serliga av landsstýrismanninum í
fiskivinnumálum.
Tá Ísland so hækkaði sína
makrelkvotu í 2010 úr 2.000 upp
í 130.000 tons, og uttanlands
nevndin legði størri og størri trýst
á landsstýrismannin, noyddist
hann at seta fram føroyskt
krav um økta makrelkvotu til
føroyingar.
Tástani kom gongd á makrel
málið, og soleiðis hongur tann
søgan saman.
Tíðin framman stavn er av
alstórum týdningi, og umráðandi
er, at føroyingar taka seg saman og
vinna aftur tað, sum teir í rein
um kleyvarskapi hava slept av
hondum.
Her er nógv at koma eftir, og
her er nógv at gera.
Uttanríkispolitiska heimildar
lógin, ið ber misvísandi heitið av
eini heimildarlóg, var eitt avreið
ingarskjal, har "Færøerne for så
vidt angår Danmark" vann sær
ájavna styrki við hitt vatnrunnað
kavablakið í helheimi.
Undir fullveldislandsstýrinum
bygdu vit upp eitt uttanríkisráð,
men hugsjónarleysu flokkarnir,
ið komu aftaná, toldu tað ikki og
tóku lívið av tí undir páskoti av, at
teir vildu nakað annað.
Uttanríkisráðið, sum er
mergurin, tyngdin, kraftin og
frambrotið hjá øllum øðrum
frælsum tjóðum, er ikki nakað
fyri føroyingar, sigur landsstýrið,
sum nú eisini er farið undir at
avmontera sendistovur.
Fyri at spara pengar gevast teir
við keypa
bensin
á bilin,
og har
standa
vit so
við
ongari framdrift í bretska
stórveldinum.
Áðrenn føroyska uttanríkis
ráðið fór heilt úr spónalagnum,
settist dastið av føroyska em
bætisverkinum at kýta seg við
Visjón 2015, sum kom út í grønari
bók í 2007.
Tey, sum ikki sluppu á visjóns
liðið, sótu djúphugsin og skrivaðu
tað fjórða ES- álitið um handilsligu
viðurskifti okkara úteftir.
Hetta seinasta - og annars sera
skilagóða gula ES-álitið - kom
fyrrárið (´10), men higartil hevur
landsstýrið ikki so mikið sum lagt
tað til orðaskiftis á tingi.
Gula álitið kom aftan á tað
reyða (´98), sum kom aftan á tað
bláa (´95), sum kom aftan á tað
ljósareyða frá (´91).
Øll viðgjørdu tey viðurskifti
okkara við EU, og øll komu tey
við somu niðurstøðum um, at vit
í handilsligum høpi úteftir vóru
bundin á hond og fót inneftir –
surraði niður og krógvaði undir
bonkarlokunum í sokallaða
danska ríkisfelagsskapinum.
Hóast vit hava fingið upp
í ammur og kør av litføgrum
lesnaði, um hvussu vit skulu fóta
okkum úteftir, so situr landsstýrið
okkara lamsligið og dugir ikki at
fóta sær.
Hjálparloysið kom í hæddina
eina ljósa løtu í fjør, tá A -liðið
erpaði sær av einum fantom
ministara í uttanríkismálum.
Hesin kvittaði við einum løgtings
uppskoti um, at tingið tók undir
við, at
landsstýrið gjørdi
sum best í uttanríkismálum.
(Løgtingsmál nr. 135/2010).
Hugsað sær til - aftan á streym
in av álitum í øllum ælabogans
litum – skuldi løgtingið nú sjálvt
biðja um ein sum best ber til
politikk.
Eitt landsstýrið, sum annars
handfór allan sum best bar til
politikk á meistarligan hátt, vildi
nú hava tann blinda við Ting
húsvegin at leiða tann blinda í
Nesinum.
At gera løgtingssamtyktir um
at royna sítt besta, eftir at hava
gjørt sítt versta, er ein sigandi
mynd av, hvussu væl mistreystið
kann spegla sær í máttloysi.
Hina myrku náttina á tingi, tá
øll vunnin rættindi vóru avreidd,
varð eisini samtykt, at føroyingar
ikki á nakran hátt skuldu nærkast
nøkrum altjóða samtaki, har
Danmark var limur.
Eisini her fingu vit enn eina
fepurbjarging av sokallaða ríkis
felagsskapinum fyri føroyska
rokning, tí tá Danmark var limur
allastaðni, sluppu vit jú onga
staðni.
Umframt sessin við borðendan
í EU situr nú Danmark eisini
inni í WTO og verjir borg móti
føroyingum, sum ætla sær inn
hagar eini lívsneyðug ørindi,
samstundis sum teir í hjálparloysi
sínum hava lóggivið sær ein sess
uttanfyri.
Í staðin fyri at loysa og søkja
sær egnar leiðir hava Føroyar
soleiðis ferð eftir
ferð bundið seg
niður og forða
fyri sambandi
við heimin
uttanfyri
Danmark, og
er hetta ein
vanlukka í
sjálvum sær.
Tað er
tí í tøkum
tíma, at
løgtingið
tekur
seg um
reiggj og
fær skil
á viður
skiftum
okkara
úteftir, har
eitt ovurstórt
ríkidømi bara
liggur og bíðar
eftir skilagóðum
loysnum.
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til
vikuskiftisblaðið. Næstu ferð skrivar Hans Pauli Strøm
Í staðin fyri at loysa og søkja sær egnar leiðir hava Føroyar soleiðis ferð eftir ferð bundið seg niður og
forða fyri sambandi við heimin uttanfyri Danmark, og er hetta ein vanlukka í sjálvum sær.