fríggjadagur 30. mars 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Loyvið kvinnum at arbeiða fulla tíð
Búskaparráðið
almanna
kunngjørdi fyrr í ár búskap
arfrágreiðingina fyri várið
2012. Sambært ráðnum er ein
av størstu avbjóðingunum
í løtuni fólkafráflyting og
vantandi fólkatilflyting. Eitt
ítøkiligt boð frá teimum uppá,
hvussu vit kunnu loysa hesar
trupulleikarnar, er at hava
góðar útbúgvingar-, bústaðar-
og arbeiðsmøguleikar. Hetta
eru týðandi viðurskifti, sum
kunnu vera avgerandi fyri,
um fólk venda heim aftur
eftir loknan lestur, ella um
tey lata vera við at flyta av
landinum.
Útbúgvingin til heilsu
røktara varð sett á stovn í
2008. Absolutt ein góð avgerð,
tí tørvurin á heilsurøktarum
er stórur og verður enn størri
í framtíðini. Sambært kann
ing, ið Nærverkið læt gera
fyri fáum árum síðan, veksur
tørvurin á m.a. heilsustarvs
fólki komandi árini. Miðal
aldurin hjá heilsurøktarum er
høgur, so hóast nýútbúgvin
koma til á hvørjum ári, fara
eisini fleiri frá; antin tí tey
verða pensjónistar ella gevast
at arbeiða vegna slit.
Hóast tørvurin á heilsu
starvs-fólki er stórur, ganga
nýútbúnir
heilsurøktarar
arbeiðsleysir. Fleiri teirra
arbeiða tímaløntar vaktir á
ymsum stovnum, men fáa
ikki fast starv. Stovnarnar
siga, at teir hava ikki pening
at seta fólk í fast starv. Hesir
tímaløntu heilsurøktararnir
verða hvønn mánað snýttir
fyri eftirløn. Harafturat ána
teir ikki, hvussu nógvan
pening teir hava at liva av um
mánaðin. Lønin er jú tengd
at, hvussu nógvar tímaløntar
vaktir heilsurøktarin fær
skavað saman.
Í sendingini, Heima sum
longst, kom fram, at heilsu
starvsfólk ikki fáa fullan
arbeiðsdag. Á fleiri arbeiðs
plássum er vanligt, at ar
beiðsdagurin er sjey tímar
ella styttri. Hetta forðar
fyri, at fólk verða sett í full
tíðarstarv, og tað er tíverri
galdandi fyri flestu heilsu
starvsfólk á almanna- og
heilsuøkinum.
Ónøktandi
er,
at
so
nógv heilsustarvsfólk ikki
sleppa at arbeiða fulla tíð
og harvið forvinna sær ta
løn og eftirløn, ið ein full løn
gevur. Nakrir heilsurøktarar
ynskja
at
arbeiða
fulla
tíð ella kanska 90 %. Men
tíverri
er
veruleikin,
at
flestu limir okkara, ið eru
kvinnur,
arbeiða
millum
70 og 80 %. Byrjanarlønin
hjá heilsurøktarum í fullari
tíð er 22.259,44 kr. og enda
lønin 24.279,45. Hóast hetta
var miðallønin hjá heilsu
røktarum í januar bert 18.026
kr.
Nú ið Jørgen Niclasen í
fleiri mánaðir hevur tosað
so nógv um, at tað skal loysa
seg at arbeiða, kann eg bara
staðfesta, at hetta ikki er
galdandi fyri stóran part av
heilsurøktarunum.
Hesin
láglønarbólkur fær ikki so
frægt sum fulla arbeiðsviku.
Arbeiðir nakar longur enn
avtalað tímatal, fáa vit tað
aloftast til avspáking og ikki
sum eyka løn.
Eingin veit veruliga, hví
so
nógv
heilsustarvsfólk
arbeiða niðursetta tíð. Er tað
tí, at arbeiðið er likamliga og
sálarliga tungt? Um hetta er
rætt, er tað so rímiligt, at vit
sjálv noyðast at gjalda fyri,
at vit ikki verða niðurslitin
av arbeiðsávum? Nei, als
ikki!
Arbeiðsumstøðurnar
eiga sjálvandi at vera soleiðis,
at øll megna at arbeiða fulla
tíð.
Hetta eigur at vera ein
sjálvfylgja:
- Heilsurøktarar verða sett
ir í fast starv og fáa løn og
eftirløn fyri fulla tíð, um
teir ynskja tað. Annars
hava vit alt ov lítið at
liva av í gerandisdegnum,
eins og at vit verða fátøk
gomul.
-
Heilsurøktarar
kunnu
arbeiða fulla tíð, tí at
arbeiðsumstøðurnar
og normeringarnar eru
góðar. Arbeiðið er ikki ov
tungt, og tí verða vit ikki
niðurslitin.
Kann nakar ímynda sær,
at menn velja at arbeiða
niðursetta tíð, tí at arbeiðið
er so strævið? Ella kann
nakar upplýsa mær, um tað
er vanligt í nøkrum mann
fólkayrki, ikki at sleppa at
arbeiða fulla tíð?
Vit eru umleið 2.000 færri
kvinnur enn menn í Før
oyum. Vilja vit hava fleiri
konufólk til Føroya? Og vilja
vit fyribyrgja, at munurin
millum talið á monnum og
kvinnum ikki bara veksur? So
mugu vit gera umstøðurnar
hjá konufólki liviligari, so
leiðis at tær kunnu forsyrgja
sær og møguligum børnum.
Fyrsta stig má vera at loyva
øllum kvinnum at arbeiða
fulla tíð!
Majbritt
Mohr,
forkvinna
Almanna- og
heilsurøktarafelagið
kjak
Sendistova
Í Sosialinum nr. 34 lesa vit
»nøkur fakta um Sendistovu
Føroya í London« – tikið
úr facebook, sum hann, ið
hetta skrivar, ikki hevur –
og at »okkara sendistova í
Bretlandi er okkara fyrsta
sendistova
og
eldri
enn
løgmansheitið.«
Sendistova er tað sama
sum embassy á enskum
og ambassade á donskum.
Tað sigur orðabókin. Mær
vitandi hevur tað danska
ríkið bert eina ambassadu í
Onglandi. Hesi »fakta« eru
so statt beinleiðis ósonn
av teirri einføldu orsøk, at
uttanríkismál er ikki yvirtikið
málsøki. Tað er barnsligt møsn
at kalla okkara umboðsstovu
í London fyri ambassadu.
Sandkassaspæl verður slíkt
kallað á donskum. Tað er
eisini ósatt, at »Sendistova
Føroya í London« er eldri
enn løgmansheitið. Okkara
umboðsstova í Aberdeen/
London hevur 62 ár á baki,
meðan løgmansheitið er fleiri
hundrað ára gamalt.
Samskiftið
millum
Bretland og Føroyar øktist
í stóran mun í 1940, tá ið
Føroyar og Danmark vórðu
hersettar ávikavist av bretum
og týskarum. Í fíggjarlógini
1950/51
játtaði
løgtingið
39.557,00 krónur til Umboð
uttanlands, og landsstýrið
setti
Odmar
Skarðhamar
sum stjóra í einari føroyskari
umboðsstovu í Aberdeen. Tá
hann gavst vegna aldur, setti
landsstýrið Sofus Poulsen
sum stjóra – eisini í Aberdeen.
Fleiri ár seinri játtaði løgtingið
pening til eina viðskiftastovu
í Keypmannahavn, og lands
stýrið setti Trygva Johansen
sum stjóra. At hendan við
skiftastovan eins og um
boðsstovan í Onglandi eru
til stóra nyttu, er fleiri ferðir
prógvað.
Okkara umboðsmaður í
Skotlandi/ Onglandi hevur
í 62 ár gjørt eitt gott og
krevjandi arbeiði til gagns
fyri okkara uttanlanda handil
og ferðavinnu og at hjálpa
og vegleiða føroyingum í
Stórabretlandi. At so fer at
verða framyvir, er sjálvsagt.
Og at umboðsstovan, flutt
úr Aberdeen til London,
framhaldandi fer at arbeiða
nær tengt at tí donsku am
bassaduni, er ikki annað enn
rímiligt, eins og landsstýrið
sjálvandi má arbeiða nær
tengt at uttanríkisráðnum í
Keypmannahavn. Eyðmýkj
andi trolaragølan í Russlandi
hevði valla uppstaðið, um
landsstýrið – í hesum føri
landsstýrismaðurin við fiski
málum – avgreiddi málið
professionelt um tað donsku
ambassaduna í Moskva.
Sum vituligt er, krevur
okkara umboðan uttanlanda
neyðuga fígging, og tað er
áhugavert at kanna, hvussu
løgtingið hevur játtað pening
til hetta almenna økið:
Frá 1950/51 til 1997, altso í 47
ár, øktist tann fyrsta játtanin,
39.557 krónur, so líðandi til
2,3 milliónir samanlagt til
umboðsstovuna í Aberdeen
og viðskiftastovuna í Keyp
mannahavn. Men so komu
aðrir bollar í suppuna.
Til uttanlandamál játt
aði løgtingið í 2003 11,3 milli
ónir, í 2004 10 milliónir, í
2005 15,2 milliónir. Og so
rullaði lavinan: Í 2008 játtaði
løgtingið 30,2 milliónir til eitt
uttanríkismálaráð við øllum
tilhoyri, í 2009 47,2 milliónir,
2010 48,3 milliónir og 2011 41,3
milliónir.
Í 6 ára skeiðnum 1993-1997
játtaði løgtingið 13 milliónir
til uttanríkismál og í 6 ára
skeiðnum
2003-2008
94,3
milliónir, ella ein hækking
upp á meira enn 700 %. – Stik
den!
Tað danska kongaríkið
hevur eina sera væl útbygda
og
dugnaliga
uttanríkis
tænastu – telist millum tær
bestu í heiminum – við am
bassadum og ambassadørum
í meira enn 150 londum.
Har kann landsstýrið fáa
alla
neyðuga
ekspertisu
og upplæring og hjálp við
skilagóðum samstarvi, tí sum
kunnugt eru vit (enn) ein
partur av tí danska ríkinum.
Hetta stutta, sum her
er skrivað, er eitt dømi um,
hvussu virusið nationalisma
kann avskepla realitetssansin
og reingja sannleikan og
veruleikan við álvarsligum
avleiðingum. Eitt er óstýrilig,
teymaleys nýtsla av skatta
borgaranna
peningi,
tað
kann løgtingið og landsstýrið
steðga, verri er, at vit so líð
andi
gerast
veruleikafjar,
apatisk. Floytandi líkaglað.
Heri
Mohr