fríggjadagur 30. mars 2012síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Er pláss fyri mær?
T
að kan verða ein av
orsøkunum til, at so
nógv ung hava søkt
inn á miðnám í ár. Spurning
urin er, um politiski mynd
ugleikin hevur sett sær fyri
at øll, ið eru skikkað at fara í
holt við tað útbúgving ið tey
hava søkt inná, fara at fáa
játtandi svar.
Nøkur hava lógar
tryggjaðan rætt
Í verðandi skipan er tað
lógarfest, at allir skikkaðir
næmingar
skulu
takast
upp. Hesin rættur er tryggj
aður øllum ið søkja inn á
student, men er ikki tryggj
aður teimum, ið søkja inn
á tær yrkisgymnasialu út
búgvingarnar.
Vóni
ikki
at hesin mismunur ferð
at viðføra, at næmingar í
stórum talið verða avvístir
á yrkisskúlunum, fyri at tað
fíggjarliga skal bera til at
halda lógarkravið á studenta
skúlunum.
Kostar pening
at lata verða
Tað kann ikki vera rætt, at vit
sum samfelag sleppa einum
hópi av ungum fólki uppá
fjall, við tí grundgeving, at
vit skulu spara. Tað kostar
sjálvandi pening at tryggja
øllum upptøku, men hava
vit ráð at lata vera. Onki er
so ringt, sum at fólk ganga
fyri onki umframt, at tað
kostar samfelagnum dýrt í
longdini. Vit hava ikki ráð at
lata tað dýrabara tilfongi, ið
okkara ungdómur er, at fara
fyri skeytið.
Nýggj gymnasial
skipan tryggjar øllum
rætt til upptøku
Sambært nýggju gymnasialu
skipanini, ið eftir ætlan kem
ur í gildi í august 2013, verður
lógartryggjaða kravið um
upptøku galdandi fyri allar
gymnasialar
útbúgvingar.
Hetta átti eisini at verið
nøktandi orsøk til, at tað er
burturvið ikki at brúka hesa
áseting í ár.
Tryggja at ongin
dettur niðurímillum
Alt gott um, at øll ung fáa
lógartryggjaðan
rætt
til
gymnasialu útbúgvingarnar,
men vit eiga ikki at steðga her.
Hesin lógartryggjaði rættur
eigur at verða víðkaður, so
hann er galdandi fyri allar
miðnámsútbúgvingar.
Vit
mugu seta størri fokus á
tey, ið eru bókliga veik, hava
lesitrupuleikar ella aðrar
avbjóðingar. Tað er ikki rætt
at hesin bólkur av ungum skal
hava verri sømdir, enn tey, ið
klára upptøkutreytirnar til
gymnasialu útbúgvingarnar.
Vit eiga at lofta hesum bólk
inum og ikki útihýsa honum,
men geva honum møguleikar
at menna sínar førleikar, á
jøvnum fóti við øll onnur.
Játtið neyðuga
peningin
Mín áheitan á sitandi sam
gongu skal verða, at hon
raðfestir okkara ungdóm,
og um neyðugt, vendir sær
til fíggjarnevndina so neyð
ugi peningurin kann játtast.
Ikki bert fyri at tryggja
øllum upptøku til gym
nasialu
útbúgvingarnar,
men fyri at tryggja øllum
upptøku á øllum miðnáms
útbúgvingunum.
Trúgvi
ikki, at løgtingið, um tað fær
møguleikan, ferð at venda
parti av okkara ungdómi
bakið.
Soleiðis hugsa óivað nógv ung í hesum døgum. Arbeiðsloysið
tykist at hava bitið seg fast og stendur framhaldandi í stað.
Eyðgunn
Samuelsen
tingkvinna
Javnaðarflokkurin
Tíðindaskriv frá Foreldra
felagnum Heim og Skúli
Foreldrafelagið
Heim
og
Skúli hevur havt aðalfund,
og nýggj nevnd er vald.
Í nýggju nevndini eru:
Mai Laksáfoss Simonsen,
forkvinna
Justin Philbrow,
næstformaður
Majbrith Reynskor, skrivari
Símun Jóannesarson
Hansen, nevndarlimur
Katrin á Lakjuni Olsen,
nevndarlimur
Á aðalfundinum var greitt,
at mest átroðkandi málini
at arbeiða við eru tiltøk sum
kunnu gera felagið meira
sjónligt í samfelagnum. Eftir
aðalfundin hevur nevndin
gjørt raðfestingar og lagt
ætlanir fyri átøk komandi
tíðina
Búmerki
Fyrsta átak sum nevndin fer
undir, er at skriva út eina
búmerkja kapping, har øll
kunnu luttaka. Freistin, at
lata inn uppskot (sendast
til
heimogskuli@gmail.
com), er sett til at vera 18.
apríl 2012, og avdúkingin,
hvør vinnarin er, verður
2. mai 2012. Vinnarin fær
eitt gávukort frá einum av
Nema handlunum áljóðandi
3.000 krónur. Búmerki skal
ímynda
visiónina,
enda
málini og uppgávurnar hjá
Foreldrafelagnum Heim og
Skúli. Hesi síggjast niðan
fyri:
Visión:
Lívsgóðska,
menning
og
trivnaður hjá næmingunum
í føroysku skúlunum.
Felagið hevur
sum endamál:
• at
menna
samstarv
millum heim, skúla og
aðrar
samfelagsstovnar
við tí fyri eyga at betra
lívgóðskuna hjá børnum;
Felagið hevur
sum uppgávur:
• at varða av áhugamálum
hjá foreldrum og verjum
at børnum í føroyskum
skúlum;
• at styrkja luttøku og
ávirkan hjá foreldrum
og verjum í forskúlum,
skúlum og samfelagnum
annars;
• at ráðgeva heimum og
skúlum;
• at menna førleikan hjá
limunum við upplýsandi
tilfari og øðrum;
• at royna at fáa umboðan
í instansum, sum viðgera
skúlan
Harafturat
má
fígging
fáast til vega, soleiðis at
Foreldrafelagið
Heim
og
Skúli kann koma upp á sama
støðið, sum Foreldrafeløgini í
okkara grannalondum.
Vinarliga
FORELDRAFELAGIÐ HEIM
OG SKÚLI
http://heimogskuli.fo
E
g eri ein av teimum,
sum júst havi ver
ið við í PISA-kann
ingini, ið er ein stakroynd
til allar 9. flokkar í landin
um. Í ár legði PISA-kann
ingin stóran dent á tað
støddfrøðiliga og náttúru
vísindaliga økið. Har vóru
tískil sera nógvir spurn
ingar, ið kravdu vitan inn
an alis- og evnafrøði. Eg
fór tá brádliga at hugsa um
hinar næmingarnar, ið ikki
hava valt alis- og evnafrøði.
Hvussu kunnu teir megna
at svara slíkum spurn
ingum, sum teir aldrin
hava fingið undirvísing í?
Haldi, at tað er eitt sindur
undranarsamt. Kann tað
vera ein av orsøkunum, ið
hála Føroyar niður í PISA-
kanningini? Eg haldi, at alis-
og evnafrøði skuldi verið
ein kravd lærugrein, ið ikki
kann veljast frá. Við hesum
verður
javnvágin
betri
millum tær støddfrøðiligu
lærugreinarnar og máls
ligu lærugreinarnar í fólka
skúlanum, tí í núverandi
tímatalvu fólkaskúlans viga
humanistisku
lærugrein-arn
ar longu mest.
Haldi sjálv, at
hetta skal takast við í tær
endaligu metingarnar av
PISA-úrslitinum 2012.
PISA-kanningin
kann
ikki laga seg eftir okkum,
av tí at londini, ið eru við
í PISA-kanningini, eru so
ymisk og mong í tali. Tí
haldi eg, at tað eru vit, ið
mugu broyta okkum og gera
tær, eftir øllum at døma,
neyðugu broytingarnar í
okkara skúlaskipan. Hetta
kundi verið ein máti at
fingið framgongd og betri
úrslit.
Ein onnur orsøk til, at eg
haldi, at alis- og evnafrøði
skuldi verið ein kravd læru
grein er, at so kunnu allar
tær
náttúruvísindaligu
lærugreinarnar
bindast
betur saman. Eg havi sjálv
upplivað, at tað ikki bar
til hjá læraranum at taka
dømir úr alis- og evnafrøðini
í øðrum náttúruvísinda
ligum lærugreinum, av tí at
allir næmingarnir ikki hava
valt hesa lærugrein. Eg
haldi, at sambandið millum
náttúruvísindaligu
læru
greinarnar má gerast betri,
og eg haldi, at sambandið
hevði blivið betri, um alis-
og evnafrøði gjørdist ein
kravd lærugrein.
Fáa vit gagn
nýtt okkara
PISA-kanning?
Rebekka
Manuela
Behrens
9.d í Eysturskúlanum
Í ár legði PISA-kanningin stóran dent á tað
støddfrøðiliga og náttúruvísindaliga økið.
Har vóru tískil sera nógvir spurningar, ið
kravdu vitan innan alis- og evnafrøði. Eg fór
tá brádliga at hugsa um hinar næmingarnar,
ið ikki hava valt alis- og evnafrøði.