fríggjadagur 30. mars 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
U
ttanríkispolitiska
h e i m i l d a r l ó g i n ,
ið varð sett í gildi
fyri Føroyar í 2005, var tá
størsta afturstig Føroya á
sjálvstýrisleið í nýggjari tíð.
Skrumblaðu avger
andi lóg ígjøgnum
– eisini tá
Lógin varð løgd fyri Løgtingið
beint fyri summarsteðgin í
2005. Endamálið tykist vera
at skunda lógirnar ígjøgnum
uttan nakra serstaka viðgerð
millum føroyingar, í fjølmiðl
unum og heldur ikki á Løg
tingi. Og hetta er væl skilligt
um ynskt varð at fáa hesa
ígjøgnum, tí talan var um
lógaruppskot, ið fór at verða
til skaða fyri Føroya Løgting,
Føroya land og Føroya fólk.
Viðgerðin minni ikki sørt
um manglandi viðgerðina
av pensjónsskattingini og
flatskattinum beint fyri jól
í fjør.
Krav um grundlógar
broyting - ein álvar
som framtíðar forðing
Í viðmerkingunum til lógina
stendur m.a.: ”Det ville derfor
forudsætte en grundlovsænd
ring, hvis Færøerne stats
retligt skulle have adgang
til på egne vegne at handle
i mellemfolkelige anliggen
der”. Tað er óskiljandi, at
Løgtingið valdi at góðtaka,
at neyðugt er við danskari
grundlógarbroyting um Før
oyar skulu hava sjálvstøðugan
uttanríkispolitikk.
Sjálvt
serfrøðingar innan danskan
statsrætt
høvdu
annars,
fram til nýggja lógin varð
samtykt, ikki mett tað verða
neyðugt við danskari grund
lógarbroyting, um Føroyar
gerast fullveldisríki og fremja
sjálvstøðugan uttanríkispoli
tikk. Við hesi staðfesting í
uttanríkispolitisku heimild
arlógini hava Fólkatingið og
Løgtingið, ikki bert forðað fyri
sjálvstøðugum
føroyskum
uttanríkispolitikki, men helst
eisini óbeinleiðis staðfest, at
neyðugt verður við danskari
grundlógarbroyting áðrenn
Føroyar kunnu gerast sjálv
støðugt land. Um so verður,
krevst serstøk donsk fólka
atkvøða, fólkatingsval um
framt samtykt frá tveimum
fylgjandi Fólkatingum. Hetta
kann koma at leggja stórar
forðingar í vegin fyri Føroyar
í framtíðini.
Danmark og ES felags
uttanríkispolitikk
”Der vil dog kunne tænkes
også fremover at opstå til
fælde, hvor Danmarks del
tagelse fuldt ud
er dækket
af EU,
o
g
hvor
Kongeriget
Dan
mark for så vidt an
går Færøerne derfor
vil kunne optræde
som en selvstændig
part i medfør af fuldmagten.”
Tvs. at tá Danmark verður
umboðað av ES í altjóða
høpi, skulu Føroyar ikki
umboða seg sjálvar (tí til
tess krevs sambært lógini
grundlógarbroyting)
men
”Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne”.
Hetta er ein fullkomiliga
óskiljandi og óvirðilig støða
at seta føroyingar í. Sjálvsagt
skulu føroyingar tá sjálvir
umsita
uttanríkispolitikk
Føroya og umboða Føroy
ar, ikki ”Kongeriget Dan
mark”, í altjóða høpi. Tá
danir kunnu lata ES umsita
danskan uttanríkispolitikk,
so kunnu danir sanniliga
eisini lata føroyingar umsita
føroyskan uttanríkispolitikk
– uttan grundlógarbroyting.
”Kongeriget Danmark
er ét folkeretssubjekt
– én stat”
”Såvel statsretligt som folke
retligt er Kongeriget Dan
mark ét folkeretssubjekt.”
”Danmarks Riges Grundlov
forudsætter, at Kongeriget
Danmark er ét folkerets
subjekt (én stat).” ”Aftaler,
som indgås i medfør af § 1,
betegnes som aftaler mellem
enten ”Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne”
eller ”Kongeriget Danmark
for så vidt angår Færøerne og
Grønland”. Disse betegnelser
viser, at Færøernes lands
styre henholdsvis Færøernes
landsstyre
og
Grønlands
landsstyre handler på hele
rigets vegne og ikke som et
selvstændigt
folkeretssubjekt.”
Harvið
verður
fleiri
ferðir
og
so dyggiliga staðfest, at
føroyingar ikki eru tjóð
við
veruligum
sjálvsav
gerðarrætti
sambært
fólkarættinum. Ófatiligt at
hetta nakrantíð er góðtikið,
og eigur lógin at verða
sett úr gildi sum skjótast.
Ein røð av forðingum
Samanumtikið ásetir uttan
ríkispolitiska heimildarlógin
eina røð av forðingum og
avmarkingum fyri føroyingar.
Onnur dømi eru hesi brot úr
viðmerkingunum:
a) ”at
lovforslaget
ikke
begrænser
udenrigs
ministerens og de danske
myndigheders udenrigs
politiske kompetence for
så vidt angår Færøerne –
og bevarer fuldt ud beføj
elserne efter grundloven
til at føre forhandlinger og
indgå folkeretlige aftaler
både for riget som helhed
og for enkelte rigsdele”
b) ”Regeringen vil også
fortsat skulle forhandle og
indgå aftaler, der finder
anvendelse for Færøerne,
i en lang række tilfælde,
ikke mindst multilaterale
aftaler
om
sundhed
(WHO), fødevarer (FAO),
kultur (UNESCO) m.fl.”
c) ”det vil normalt være
Kongeriget Danmark, der
er medlem af den pågæld
ende
organisation,
og
medlemskabet vil også
dække Færøerne.”
d) ”ikke gælder for folke
retlige aftaler, der for
handles inden for en
international orga
nisation, som Konge
riget Danmark er
medlem af.”
e) ”…der vil ikke være tale om
en egentlig overladelse
af beføjelser til at hand
le i mellemfolkelige an
liggender. Regeringen vil
derfor fortsat have uden
rigspolitisk kompetence
også i de anliggender, der
omfattes af en bemyndig
else til det færøske lands
styre.
Sjálvt heimastýrislógin
gevur fleiri møguleikar
Føroyar hava í áravís gjørt
avtalur við onnur lond, eitt
nú innan fiskivinnu- og
handil. Eisini hava Føroyar
eitt nú atlimaskap í altjóða
felagsskapi undir ST (IMO).
Hartil kemur, at sjálvt grein 8
í heimastýrislógini, ið viðvíkir
uttanríkispolitikki
Føroya,
hevur nógv fleiri møguleikar
og hevur munandi færri av
markingar enn nýggja uttan
ríkispolitiska heimildarlógin.
Hví góðtaka og fasthalda
eina lóg, ið er nógvar ferðir
meira avmarkandi enn sið
venja okkara og enn sjálvt
heimastýrislógin ?
Samanumtikið
kann staðfestast,
at heimildarlógin:
- staðfestir at Føroyar eru
undir donsku grundlógini,
og eru partar av danska
eindarríkinum,
- ásetir at Føroyar ikki
kunnu samráðast vegna
Føroyar, bert vegna konga
ríkið,
- staðfestir, at tað í danska
kongaríkinum
(Føroyar,
Grønland og Danmark)
bert er ein tjóð,
- ásetir nógvar fleiri ítøki
ligar treytir og bindingar
enn verandi heimastýris
skipan,
- staðfestir enntá, at Før
oya Løgting bert hevur
”regeludstedende kompe
tence”, ið er ”delegeret” frá
”lovgivningsmagten”,
- ikki
gevur
møguleika
fyri nøkrum sum helst
nýggjum, ið ikki kann verða
framt við øðrum lógum og
umsitingarligum avtalum.
Tjóðveldi við avtaka
innanríkispolitiska
avmarkingarlógina
Uttanríkispolitiska heimild
arlógin er í veruleikanum
ein innanríkispolitisk av
markingarlóg. Alt tað, ið
stríðst
hevur
verið
fyri
á
sjálvstýrisleið
seinastu
mongu áratíggini verður í
lógini gjørt til onkis, og er
rættarstøða Føroya munandi
verri við uttanríkispolitisku
heimildarlógini enn áðrenn
henda varð sett í verk. Tí
hevur Tjóðveldi lagt fyri
Løgtingið lógaruppskot at
avtaka
uttanríkispolitisku
heimildarlógina.
Málið er og verður
tað sama
Hetta er ein broyting, ið breið
ur meiriluti eigur at verða
fyri á Løgtingi – ein meiriluti,
ið tó helst verður forðaður av
minnilutanum í samgonguni.
Tí hóast meiriluta á Løgtingi
fyri
sjálvstøðugm
Føroy
um, so heldur ABDH sam
gongan tíverri áfram við
afturstigum. Blokkhækking,
niðurlegging av stjórnar
skipanararbeiðinum og ar
beiðinum
við
føroyskari
rættarskipan, niðurlegging
av
føroyskari
sendistovu
umframt ósolidariskur og
ábyrgdarleysur fíggjar- og
skattapolitikkur eru millum
nýggjastu átøkini, ið royndini
at fáa Føroyar burtur frá
sjálvbjargniskósini.
Men
hetta er ein roynd, ið fer at
miseydnast. Tí málið er og
verður tað sama.
kjak
Avtakið uttanríkispolitisku
avmarkingarlógina!
Kristina
Háfoss
Løgtingskvinna
fyri Tjóðveldi