fríggjadagur 30. mars 2012síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá ið Palle Olsen í Havn setti
við telduna nú ein dagin
at lesa post, fekk hann ein
skelk.
Hann hevði fingið teldu
bræv frá Danske Spil, sum
bar honum tey gleðiligu tíð
indi, at hann hevði vunnið
heilar fimm milliardir.
Nágreiniliga
talið
var
5.050.000.041 krónur, hann
hevði vunnið.
Tær vóru longu fluttar á
bankakontu hansara og vóru
tøkar um tveir dagar.
Men Palle var kortini ikki
leingi í Paradísi, tí ein góðan
tíma seinni kom aftur eitt
bræv frá Danske Spil.
Í hesum brævinum harm
aðust almikið um, at tal
an var um eitt mistak og
at hann hevði kortini ikki
vunnið fimm milliardir.
Men rætta upphæddin,
hann hevði vunnið, var flutt
á kontu hansara.
Og
rætta
upphæddin
var rættiliga langt frá fimm
milliardin.
- Rætta upphæddin, eg
vann var 121 –eitthundrað og
einogtjugu- krónur, staðfest
ir hann.
Íðin spælari
Palle Olsen hevur verið íðin
lottospælari í áravís, so í
veruleikanum hevði tað ikki
verið so undarligt, at hann
vann.
Men hann sigur, at hesu
ferð óraði hann ilt alt fyri
eitt, tí upphæddin var so stór.
Hann viðgongur kortini,
at hevði talan verið um
eina meiri sámuliga upp
hædd,
hevði
proppurin
kanska longu verið farið av
sjampanjufløskuni, áðrenn
hann fekk seinna teldubræv
ið við rættingini og umber
ingini.
Ikki tí, Palle hevur áður
vunnið í Lotto.
Men talan hevur verið um
smáar upphæddir.
Ta einu ferðina fyri fleiri
árum síðani, vann hann kort
ini 50.000 krónur og tað kom
væl í eftirsum hann júst tá
var í ferð við at leggja ein
feriutúr til rættis.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at Danske Spil ger sama mis
tak.
Palle veit at siga, at hesu
ferð fingu 1300 fólk teldu
bræv um, at tey høvdu vunn
ið eina ovurhonds upphædd.
Nakað síðani fekk ein
dani at vita, at hann hevði
vunnið ørandi 28 milliardir.
Men tað hendi eisini eina
ferð, at nøkur fingu boð um,
at tey høvdu vunnið 170.000
krónur og tað er ein upp
hædd, sum er so trúligt, at
Palle Olsen viðgongur, so
hevði kann longu verið farin
at feira tað, tá ið rættingin
kom.
Áki Bertholdsen
Tað skal ikki longur vera
eitt krav, at fiskurin, sum
føroysk skip avreiða, skal
seljast á uppboðssøluni
hjá Fiskamarknaði Før
oya.
Tað halda summir lim
ir í Fiskivinnuráðnum.
Bæði Havnar Arbeiðs
mannafelag og Føroya
Arbeiðarafelag
hava
havt aðalfund og har eru
formenninir báðir, ávika
vist Hans Joensen og
Georg F. Hansen, samdir
um, at hetta verður ein
vanlukka.
-
Hetta
tekur
alt
gjøgnumskygni
burtur
úr fiskivinnuni og fer
stigvíst
at
økja
um
mongdirnar, sum ong
antíð koma á virkini at
verða víðari arbeidd, held
ur Hans Joensen, sum
sjálvur er limur í Fiski
vinnuráðnum, har hann
umboðar arbeiðsfólkið á
fiskavirkjum.
Hann
heldur,
at
hetta fer eisini at gera
tað torført hjá fiski- og
útróðrarmonnum, at fáa
prís fyri fiskin og sum tí
skil verða taparnir í hes
um máli.
Georg F. Hansen, sum
er varalimur hjá Hans
Joensen í ráðnum, sigur,
at tey mugu stríðast av
øllum alvi fyri at varð
veita uppboðssøluna.
Teir siga, at bæði ar
beiðarafeløgini
arbeiða
av øllum alvi ímóti hesum
teir vænta og vóna, at til
ber at steðga hesi ætlan.
Teirra krav er tvørtur
ímóti, at allur fiskur skal
avreiðast,
flokkast
og
skiljast í Føroyum.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
- Sum støðan er nú, eru
ongar ætlanir um at gera tað
lættari hjá skipunum at av
reiða uttanlands.
Tað sigur Jacob Vester
gaard, landsstýrismaður í
fiskivinnumálum.
Hann sigur tvørtur ímóti,
at samgongan ætlar at bera
so í bandi, at sum mest av
fiskinum skal fáast til virk
ingar í Føroyum.
Tað stendur eisini bein
leiðis í samgonguskjalinum.
Men samgongan fer seinni
í ár viðgera spurningin um,
hvussu okkara fiskivinna
skal skipast sum heild.
Allir hesir spurningarnir
verða tiknir upp í hesum
sambandi.
Í hesum sambandi skal
spurningurin eisini viðgerast
um, hvussu nógv útlending
ar kunnu eiga í føroysku
fiskivinnuni.
Lítið uttanlands
Sum støðan er nú, kunnu
skipini avreiða 25% uttan
lands.
Restin skal umvegis upp
boðssøluna hjá Fiskamark
naðinum og har stendur
øllum frítt at bjóða, eisini
teimum, sum ætla at flyta
fiskin út óvirkaðan og út
lendskum keyparum.
Hinvegin staðfestir lands
stýrismaðurin, at tað eru ikki
tær stóru nøgdirnar, sum
verða avreiddar uttanlands.
Kortini verður undantak
gjørt fyri stinglaks og onnur
fiskasløg, sum ongin mark
naður er fyri í Føroyum, tí
skipini sum fiska tey, sleppa
at avreiða uttanlands.
Uppboðssøla ella
bryggjukantur
Jacob Vestergaard staðfestir,
at summi eru av teirri áskoð
an, at tað er bæði stríggið,
tíðarkrevjandi og dýrt at
selja fisk umvegis uppboðs
søluna.
- Tað hevði verið lættari
við einum kravi um, at fisk
urin skal umvegis føroyskan
bryggjukant, tí so kunnu
føroyskir keyparar, sum eru
kappingarførir, eisini allar
møguleikar at fáa hendur á
honum.
- Eru føroysk virki kapp
ingarfør, fer fiskurin sjálv
andi ongan veg.
- Eru tey ikki kappingar
før, er tað lættari at umskipa
hann í eitt farmaskip og fáa
hann av landinum til eitt
virki, sum letur besta prísin,
uttan at brúka tíð og pengar
upp á at selja hann umvegis
uppboðssøluna.
Jacob Vestergaard sigur,
at ein annar møguleiki er
at leggja avgjald á fisk, sum
verður avreiddur uttanlands.
- Ein møguleiki er at skip,
sum avreiða meiri enn 25%
uttanlands, missa fiskidagar
ella rinda eitt beinleiðis av
gjald í landskassan, sigur
hann.
Men tað er onki, sum
bendir á, at ætlanin er at
skipa so fyri, at tað skal bera
til at avreiða stórar nøgdir
uttanlands,
leggur
hann
afturat.
Var milliarderur í ein tíma
Palle Olsen, bókhaldari
í Føroya Arbeiðarafelag,
var ikki leingi í Paradísi
Rætta upphæddin, eg
vann var 121 krónur og
tað er rættiliga langt frá
fimm milliardum
Eru føroysk virki
kappingarfør, fer fiskurin
sjálvandi ongan veg
Ongin ætlan um
at linka krøvini
UPPBOÐSSØLAN Fyribils eru ongar ætlanir um at geva
reiðarum fríar ræsir at avreiða uttanlands
Fiskur á land
Tað liggur ikki í kortunum, at fiskivinnan skal leggjast
so til rættis, at fiskur í stórum mongdum skal avreiðast
uttanlands, tvørtur ímóti sigur landsstýrismaðurin
Vilja sleppa
at avreiða
meiri fisk
uttanlands
FISKAMARKNAÐUR FØROYA
Reiðarar vilja sleppa av við
kravið um at allur fiskur skal
um uppboðssøluna, men
arbeiðarafeløgini berjast
ímóti við hond og fót