mikudagur 3. mars 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 43 - 3. mars 2004
19
Tryggir í 1. deild
Eftir tvey heldur
skuffandi úrslit í
seinastu umførunum
í vikuskiftinum, end-
aðu føroyingar á flat-
londum á einum 6.
plássi, bert hálvt stig
frá 5. plássi. Saman-
umtikið varð kapp-
ingarárið tó nøktandi
TALV
Carl Eli Nolsøe Samuelsen
Talvfelagið
Føroyar
í
Keypmannahavn
hevur
fingið virðing kring danska
talvheimin. Mong høvdu
væntað, at felagið ikki fór
at megna at halda seg uppi
fyrsta árið tað royndi seg í
elitudeildini. Tvørturímóti,
so vórðu talvútisetarnir
ongantíð í niðurflytingar-
vanda. Vit royndu at kalla
alt kappingarárið at nærkast
triðja plássinum, og hampi-
ligur møguleiki var eisini at
førka okkum av 6. plássin-
um, vit høvdu framanundan
tveimum teimum seinastu
dystunum.
Tíverri gekst ikki heilt til
vildar leygardagin, tá vit
hittu toppliðið Skolerne,
sum halda til í Århus.
Miðjað varð ímóti einum 4-
4 úrsliti, og sanniliga vóru
støður á borðunum til fýra
stig. Men seinasta tíman í
dystinum
brast
hendan
vónin, og vit máttu taka til
takkar við einum 2,5 - 5,5
tapi, sum tó kortini ikki
kann sigast at vera eitt ser-
merkt vánaligt úrslit.
Sunnudagin vórðu allir
samdir um at fara kom-
promileyst eftir knúsandi
stórsigri móti botnliðnum
Århus. Fløskaði úrslitini
seg í seinasta umfarinum,
var ein møguleiki fyri at
enda í ovaru helvt. Knús-
andi stórsigurin bleiv tó
bert til ein tepran 4,5 — 3,5
sigur.
Tvey tey niðastu liðini -
Nørresundby og Århus -
flyta niður í 2. deild. Vit
vórðu 7,5 stig frá niður-
flytingini.
Norski stórmeistarin á
liðnum, Einar Gausel, varð
okkum ein góður fongur.
Hann leikti trygt við svørt-
um, og vann flest øll talvini
við hvítum. At hava slíkan
mann á fyrsta borði er
tryggjandi. Flóvin Tór Næs
og yvirritaði vinna sær fitt
av rating, meðan Heini Ol-
sen og Heini Danielsen
høvdu miðalgóð úrslit.
John Rødgaard var ein
effektivur útskiftari.
Tíverri gekst ikki eins
væl hjá Nikolaj Borge,
John Arna Nilssen og
Eyðun Nolsøe á ávíkavist
2., 3. og 5. borði.
Helsinge vann rættiliga
trygt DM fjórða árið á rað.
Málið hjá okkum komandi
kappingarár er at røkka
ovaru
helvt,
helst
heiðursmerkjapláss.
1. deild - Endaliga støðan
1 Helsinge
39,5
2 Skolerne
34,5
3 SK 1968
32,0
4 K 41
29,5
5 Brønshøj
26,5
6 TF-Føroyar
26,0
7 Nørresundby
18,5
8 Århus
17,5
Føroysku einkultúrslitini
GM Einar Gausel
4 av 6
IM Nikolaj Borge
2,5/7
John Arni Nilssen
3,0/7
Flóvin Tór Næs
3,5/7
IM John Rødgaard
2,0/3
Heini Olsen
3,0/6
Eyðun Nolsøe
1,0/5
Carl Eli N. Samuelsen 4,0/7
Heini Danielsen
3,0/7
Arild Rimestad
0,0/1
Púra opið í Linares
Sjáldsama javnt er í sið-
vondu Linares kappingini í
Spania. Peter Leko hevur
hildið eina spinkla leiðslu
síðani fyrsta umfar. Hann
hevur vunnið tvey talv og
leikt seks javnleikir. Beint í
hølunum á honum koma
Garry Kasparov og Vla-
dimir Kramnik. Veselin
Topalov og Alexei Shirov
lúra eitt vet aftanfyri topp-
in, meðan spanska vónin
Francisco Vallejo og hin
ungi Teimour Radjabov
stríðast í botninum.
Kappingin í ár hevur
verið merkt av óvanliga
nógvum stuttum javnleik-
um. Serliga verður Kram-
nik kritiseraður fyri at vera
ov glaður fyri javnleik inn-
an talvini eru gliðin inn í
miðspælið.
Leko vann kappingina í
fjør, og ikki tykist tað sum
um Kasparov ella Kramnik
megna at taka Leko aftur.
Tó resta enn fýra umfør, og
millum annað hittust Leko
og Kramnik eftir evstamark
týsdagin.
Talvið
hesa
vikuna
Topalov, V (2735) -
Shirov, A (2736)
XXI SuperGM Linares
ESP (10), 29.02.2004
1.e4 e5 2.Rif3 Ric6 3.Bb5
a6 4.Ba4 Rif6 5.0—0 Be7
6.Re1 b5 7.Bb3 d6 8.c3
0—0 9.h3 Ria5 10.Bc2 c5
(Ein hin kendasti og mest
leikti
varianturin
í
sponsku byrjanini) 11.d4
Fc7 12.d5 Ric4 13.b3
Rib6 14.a4 Bd7 15.a5
Ric8 16.c4 g6 17.Ric3
Rih5 18.Rie2 Re8 19.Ra2
Bf8 20.g4 Rig7 21.Rig3
f6 22.Rih2 Re7 23.h4
(Topalov hevur ongantíð
verið nakar bangin telv-
ari. Hann loypir beint í
krovið á Shirov) 23...Rf7
24.f4! (Ætlar tú at niður-
bróta svørtu betongverj-
una, er neyðugt við slík-
um ágangandi leikum)
24...exf4 25.Bxf4 Fd8
26.Rf1 Fe7 27.h5! (Vikn-
ar um svørtu kongastøð-
una) 27...Rie8 28.Bd3
Bg7 29.Kg2 Ff8 30.Fc1
bxc4 31.bxc4 Rb8 (Svart-
ur roynir sjálvsagt at fáa
mótspæl) 32.Raf2 Rb3
33.Rf3 Rie7 34.Bd2 Bc8
35.Fc2
Rb8
36.Kh1
(Hvítur hevur góða tíð...)
36...gxh5 37.Rixh5 Rig6
Støðumynd eftir 37...Rig6
38.e5! (Avgerandi gjøgn-
u m b r o t s l e i k u r i n ! )
38...dxe5 39.Bxg6 hxg6
40.Fxg6 e4 41.Rh3 Rfb7
42.Rif4 Rb1 43.Fh7+ Kf7
44.Fh5+ Kg8 45.Rig6
Shirov gavst. T.d eftir Fd6
kemur Bf4. 1—0
Greipuvinnararnir hjá Gentum 12 ár VÍF: Aftast frá vinstru: Erla Olsen, venjari, Olivia Jensen, Angela Róadóttir, Ingilín D.
Strøm, Agnas Olsen, Tóra Seloy, Linjan Djurhuus og Linda Davidsen. Mitt í frá vinstru: Halla Durhuus, Jona Zachariassen,
Oddvør Vang, Sólja Thorleifsson og Sólgerð Joensen. Fremst frá vinstru: Vivian Petersen og Ragnhild á Heygum.
Gentur 12 ár hjá VÍF
greipuvinnarar
Leygardagin fingu 12 ára
gomlu genturnar hjá VÍF
steyp og gullkrónur hand-
aðar, eftir at tær høvdu leikt
síðsta dystin á árinum.
Genturnar hjá VÍF hava
vunnið bæði føroyameist-
araheitið og steypakapping-
ina í sínum aldursbólki, og
tær hava vunnið allir dystir-
nar í kappingini uttan tann
allarfyrsta, tá tær taptu móti
StÍF.
Sosialurin
ynskir
gentunum hjartaliga ti-
llukku við greipuni.
tn
19
18
Nr. 43 - 3. mars 2004
Avgerandi dystur á Skála í kvøld
Í kvøld verður ein
sera spennandi dystur
í bestu mansdeildini í
hondbólti leiktur í
høllini á Skála.
Steypavinnararnir úr
StÍF fáa vitjan av
oddaliðnum Kyndil
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Um strandingar ætla at gera
sær nakrar sum helst vónir
um at verða við í odda-
stríðnum, er neyðugt at teir
vinna heimadystin móti
Kyndil í kvøld. Strandingar
eru nummar fýra í lands-
kappingini, og fimm stig
eru upp til Kyndil á fremsta
plássinum.
Kyndil gott tak á StÍF
Hetta er fjórðu ferð í ár, at
liðini hittast í landskapp-
ingini. Allir hinir tríggir
dystirnir eru endaðir við
sigri til havnarmenn, men
sjáldan hevur nakar serligur
munur verið millum liðini.
Í dystinum í Havn mið-
skeiðis í oktober mánaða
vann Kyndil við tveimum
málum, 26-24, og ein góð-
an mánað seinni vann
havnarliðið við bert tí eina
málinum inni á Skála, 29-
28, í einum sannum gysara.
Kyndil, ið ikki hevur spælt
serliga sannførandi í sein-
astuni, hevur allar mans
tøkar til týdningarmikla
dystin í kvøld. Strikuspæl-
arin og bindiliðið í verjuni,
Janus
Einar
Sørensen,
vandi mánakvøldið við aft-
ur fyri fullari megi, eftir at
hann hevur verið uttan fyri
við skaða í nakrar dystir.
Eisini teir báðir, Jacob
Jónsson og Finnur Hans-
son, ið hava verið nógv
darvaðir av skaða í seinast-
uni, verða við, so Kyndil
kemur inn á Skála við
sterkastu manning.
Strandingar hava enn ikki
slept vónini um at endur-
vinna føroyameistaraheitið.
Liðskiparin hjá StÍF, Jón
Rasmussen, sigur, at enn
eru 10 stig eftir at spæla
um, og fimm stig eru upp
til oddasessin, so alt kann
henda. Hinvegin ásannar
hann, at tapur StÍF í kvøld
er FM-heitið mist. Jón sig-
ur eisini, at StÍF leingi hev-
ur havt tað trupult við
Kyndli, og teir hava ikki
vunnið á teimum grønu síð-
ani í grundspælinum sein-
asta kappingarár, men nú
skal vend koma í. Strand-
ingar hava alt sítt fólk tøkt
til dystin í kvøld við undan-
taki av málverjanum Mari-
an, sum neyvan spælir aftur
í hesum kappingarárinum.
Ungi og evnaríki Sveinur
Justinussen, ið hevur verið
skaddur í ein mánað, var
aftur á liðnum sunnudagin,
tá ið StÍF á heimavølli tapti
ímóti Neistanum, og hann
verður eisini við aftur í
kvøld.
Dystirnir millum StÍF og
Kyndil eru vanliga rættu-
liga undirhaldandi dystir,
og flestu hondbóltskønu
føroyingar halda, at hetta
eru tvey lið, ið standa ógvu-
liga væl til hvønn anna.
Bæði liðini spæla skjótan
hondbólt
við
nógvum
skjótálopum, so teir mongu
áskoðararnir,
ið
kunnu
væntast til dystin í høllini á
Skála í kvøld, fáa allarhelst
ein undirhaldandi dyst.
Mest áhugaverdi dyst-
urin í kvinnudeildini
í kvøld er uttan iva
dysturin í Vestmanna,
har oddaliðið Stjørn-
an er á vitjan hjá VÍF
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í bestu kvinnudeildini í
hondbólti er fult umfar á
skránni í kvøld. Søljan og
Neistin hittast á Giljanesi,
StÍF og Kyndil dystast á
Skála, og í Vestmanna
verður toppdystur millum
VÍF og Stjørnuna. Dysturin
í Vestmanna kann gerast
ógvuliga spennandi, tí VÍF
er eitt av fáu liðunum, ið
kann gera nakað við tey
bæði oddaliðini Stjørnuna
og VÍF.
Stjørnan hevur ráð at
tapa
Dystirnir millum VÍF og
Stjørnuna
eru
vanliga
rættuliga javnir. Hetta er
fjórðu ferð í hesum kapp-
ingarárinum, at liðini hittas,
og klaksvíkskvinnur hava
vunnið tvær ferðir, meðan
VÍF hevur vunnið einaferð.
Tá ið liðini hittust í Klaks-
vík miðskeiðis í oktober
mánaða, vóru tað kvinn-
urnar úr Vestmanna, sum
vunnu við trimum málum.
Ein góðan mánað seinni
hittust liðini í Vestmanna,
og tá vann Stjørnan við bert
einum máli. Tann fyrri
dysturin millum Stjørnuna
og VÍF í endaspælinum, var
leiktur í Klaksvík 18 janu-
ar, og tá vann heimaliðið
Stjørnan 27-24. Sostatt
hevur tað ongantíð verið
tann stóri munurin, tá ið
hesi bæði liðini hava hitst í
landskappingini, og spenn-
andi verður at síggja, um
VÍF megnar at gera nakað
við steypavinnararnar úr
Klaksvík.
Um tað skuldi hent seg,
at heimaliðið vann dystin í
kvøld, so er tað heldur ikki
nøkur vanlukka fyri Stjørn-
una. Um vit ganga út frá at
bæði Stjørnan og VB ann-
ars vinna allar sínar dystir,
innan liðini hittast í finalu-
brakinum í Vági 27 marts,
so verður tað bert tað eina
stigið á muni undan dystin-
um. Tað vil siga, at vinnur
Stjørnan í kvøld, eru tær
eitt stig framman fyri, með-
an VB er eitt stig framman
fyri, um VÍF vinnur í kvøld.
Tað merkir so at liðið, ið
vinnur dystin í Vági, allar-
helst verður føroyameistari.
Fult umfar hjá kvinnunum
Komandi dystir
Hondbóltur
1. deild kvinnur
Dagf.
Kl.
Dystur
Dómarar
03.03
18.30 StÍF-Kyndil
Kristian Johansen &
Sámal Hansen
03.03
19.00 Søljan-Neistin
Jákup S. Simonsen &
Høgni M. Joensen
03.03
19.00 VÍF-Stjørnan
Hannis Wardum &
Uni Wardum
1. deild menn
03.03
20.00 StÍF-Kyndil
Kristian Johansen &
Sámal Hansen
Kyndil og Jacob Jónsson hava
vanligani gott tak á StÍF,
sum teir ikki hava tapt ímóti
síðani í grundspælinum
seinasta kappingarár
Joan M. Djordjevic og
liðfelagar hennara í
Stjørnuni hava ein truplan
dyst í Vestmanna í kvøld
C
M
Y
K
18