Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mars 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 43 • mikudagur • 3. mars 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Í Runavík eru teir farnir í gongd við at byggja eitt áskoðara- skýli eystaru megin fótbóltsvøllin. ÁSKOÐARA- VIÐURSKIFTIR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað hevur leingi verið eitt ynski hjá NSÍ at fáa eitt skýli við fótbóltsvøllin í Runavík. Mangan hevur tað verið rættuliga illfýsið at verið til heimadyst hjá NSÍ, tí vøllurin liggur rættuliga opið fyri, og trupult er hjá trúfastu áskoðarafjøldini hjá NSÍ at finna sær lívd fyri veðrinum. 450 sitipláss Formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, sigur, at teir fegnast um, at Runavíkar kommuna er farið undir arbeiðið við at gera á- skoðaraplássir. Bakkin eystaru megin vøllin er grivin niður, og arbeiðið gongur við fullari ferð, sigur hann. Ikki færri enn 450 sitipláss verða í nýggja skýlinum, og Jákup Mort- ensen sigur, at hetta fer at bøta munandi um karmar- nar hjá fótbóltsáskoðarun- um í Runavík. Í fyrstu atløgu verður ikki tekja á skýlinum, men kanska kemur tað einaferð í fram- tíðini, sigur formaðurin í NSÍ. Ein ætlan um stadionøki í Runavík hevur verið til í longri tíð, og Jákup Mort- ensen sigur ætlanina verða sera góða, og hann heldur somuleiðis, at tað er harð- liga tiltrongt, at farið er undir at bøta um viður- skiftini kring vøllin í Runa- vík. Umframt nýggja skýli hjá runavíkingum, verður eisini eitt hegn sett upp í norðara enda av vøllinum. Leingi hevur tað verið til fortreð hjá runavíkingum, at bóltarnir eru farnir langa leið, tá ið skotið hevur verið upp á mál í norðara enda av fótbóltsvøllnum í Runavík. Nýggja hegnið, ið er meinlíkt tí við ovara vøll í Gundadali, fer at føra við sær, at skjótari og lættari gongur við at fáa fatur á bóltunum aftur. Graslíkis- vøllir góð- kendir til altjóða dystir Altjóða fótbólts- samgongan, FIFA, hevur samtykt at góðkenna teir so- nevndu "triðja- ættarliðs" gras- líkisvallirnar til altjóða dystir ALTJÓÐA FÓTBÓLTUR Nú verður skjótt møguligt hjá føroysk- um feløgum at leika altjóða dystir á sínum vanligu heimavøllum. FIFA samtykti herfyri at geva loyvi til at leika altjóða dystir á gras- líki. Ikki allir gras- líkisvøllir verða góð- kendir, tí talan er bert um teir sonevndu "triðja-ættarliðs" vøll- irnar. Í Føroyum eru tað GÍ, KÍ, ÍF, NSÍ og Skála, ið hava slíkar vøllir, men eisini VB og B68 fáa slíkt gras- líki í næstum. At liðini hava slíkar vøllir, merkir tó ikki, at tey uttan víðari kunnu leika sínar altjóða dystir heima, tí aðrar umstøður skulu eisini verða upp á pláss. Til dømis skal eitt ávíst tal av sitiplássum verða til taks. Harafturat er tað bert FIFA, ið hevur góðkent vøllirnar til altjóða dystir, og fyri at føroysk lið kunnu spæla sínar europeisku dystir á hesum vøllum, er neyðugt, at eisini europeiska fótbólts- samgongan UEFA, góðkennir vøllirnar. Sambært aðalskriv- aranum í Fótbóltsam- bandi Føroya, Ísak Mikladal, kann neyvan væntast, at góðkenn- ingin frá UEFA fyri- liggur fyrr enn á sumri 2005. Men tá skuldi so verða møguleiki hjá fleiri føroyskum feløg- um at leikt sínar europeisku dystir á sínum vanliga heima- vølli. Liðið hjá flogbólts- leikarunum, Bárði Mikkelsen og Ragnari í Haraldsstovu, Holte, hevur nærum tryggj- að sær framhaldandi sess í donsku elitu- deildini í flogbólti FLOGBÓLTUR Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sigursvanda felagið hjá teimum báðum føroying- unum hevur havt eitt heldur trupult ár, og heldur ó- væntað er neyðugt hjá teimum at spæla um at blíva verandi í bestu deildini. Vunnu á hinum oddaliðnum Í teldubrævi úr Danmark greiðir Bárður Mikkelsen frá, hvussu gekst í viku- skiftinum. Holte var á vitjan hjá Hvidovre, og tað gjørdist ein sera spennandi dystur, sum Holte at enda vann 3-2 í settum. Ragnar við aftur Hin føroyingurin í Holte, Ragnar í Haraldsstovu, var við aftur á liðnum, eftir at hann hevur verið darvaður av einum skaða í rygginum í eina tíð. Hóast Holte vann dystin, var avrikið hjá teimum ikki nøktandi, sigur Bárður Mikkelsen úr Dan- mark. Dysturin var, sum áður- nevnt sera spennandi, og settúrslitini vóru 25-22, 23- 25, 21-25, 25-21 og 15-11, Holte byrjaði dystin best, men sum fráleið kom Hvidovre inn aftur í dystin, og tað hjálpti ikki um støðuna, at Holte fór at kiksa eina rúgvu av serv- um, og at verjuspælið hjá liðnum hjá føroyingunum báðum heldur ikki riggaði. Eftir at verða aftan fyri 1-2 í settum, var neyðugt hjá Holte at fáa skil á spælið hjá sær, og við einum góð- um stríðsvilja eydnaðist tað teimum at venda dystinum, so at endaliga úrslitið var ein 3-2 sigur til Holte. Komandi sunnudag fær Holte vitjan av botnliðnum ASV Århus, og vinnur Holte tann dystin, eru teir tryggjaðir sess í donsku elitudeilidini komandi kappingarár. Amager tapti óvæntað Eitt annað lið í kvalifika- tiónsbólkinum hjá Holte er Amager VK, ið hevur før- oyingin Jóhann Nielsen á liðnum. Liðið tapti heldur óvæntað á heimavølli móti botnliðnum ASV Århus í vikuskiftinum, og Amager hevur ongan møguleika at vinna sær sess í elitudeild- ini til komandi ár. Amager VK liggur nummar fimm í bólkinum við fýra stigum, tvey fleiri enn ASV Århus, sum vann síni fyrstu stig við sigrinum á Amager. Tveir aðrir av okkara fremstu føroysku flogbólts- leikarum, eru teir báðir Suni Juul Petersen og Steinar Eirikstoft, ið leika við PVC Lyngby. Liðið hjá teimum er í hinum kvali- fikatiónsbólkinum til elitu- deildina, og sunnudagin høvdu teir vitjan av Århus 1900. Lyngby PVC við báðum føroyingunum á liðnum vann dystin lættliga 3-0. Í løtuni liggur Lyngby nummar trý við tíggju stigum, og ávíkavist fýra og tvey stig eru upp til tey bæði liðini, ið liggja nummar eitt og tvey, og harvið vinna sær sess í bestu deildini. Lyngby PVC hevur tveir dystir eftir at leika, Sessurin í elitudeildini næstan tryggjaður Runavíkingar fáa áskoðarapláss við fótbóltsvøllin Formaðurin í NSÍ, Jákup Mortensen, fegnast um, at Runavíkar kommuna er farin undir at byggja skýli við fótbóltsvøllin í Runavík Føroyski landsliðsleikarin í flogbólti, Bárður Mikkelsen, og liðfelagi hansara Suni í Haraldsstovu eru væl ávegis til at tryggja felagi sínum, Holte, enn eitt ár í donsku elitudeildini 17 16 Nr. 43 - 3. mars 2004 UTTAN ÚR HEIMI Blóðugur halgidagur Minst 75 shiamusl- imskir pílagrímar doyðu, tá fleiri bumb- ur brustu í iraksku býunum Bagdad og Karbala gjáramorg- unin IRAK Árni Joensen fartekst@mail.dk Dagurin í gjár var halgi- dagur hjá shiamuslimunum, og fyri fyrstu ferð í 30 ár kundu shiamuslimarnir í Irak hátíðarhalda dagin, sum var bannaður undir stýrinum hjá Saddam Hussein. Men hátíðarhaldið fekk ein bráðan enda gjáramorg- unin, tá fleiri bumbur brustu í høvuðsstaðnum Bagdad og í Karbala, sum er heilagur staður hjá teimum iraksku shiamuslimunum. Vesturlendsk tíðindafólk vildu vera við, at minst níggju bumbubrestir vóru at hoyra í Karbala, og at nógv fólk lógu eftirá. Í Bagdad doyðu eisini nógv fólk, og meiri enn 100 vórðu særd. Franska tíð- indastovan AFP vildi eisini vera við, at rakettir vórðu skotnar eftir einari mosku í Bagdad. Í Karbala vóru meiri enn ein millión fólk komin sam- an at minnast tann heilaga prestin Hussain, sum var abbasonur Muhammed pro- fet, og í Bagdad vóru fleiri túsund shiamuslimar savn- aðir við eina mosku. Sam- bært CNN elvdu bumbu- spreingingarnar til ruðu- leika, og fólk royndu sum frægast at hjálpa teimum særdu. Sambært CNN vildu fólk vera við, at tað vóru ikki irakar, men útlendingar, sum høvdu skipað fyri álopunum, sum komu dag- in eftir, at irakska stjórnar- ráðið samdist um eina grundlóg. Minst 40 fólk doyðu, tá bumbumenn søktu at irakskum shiamuslimum, sum hildu halgidag í gjár Tann kendi amerik- anski lærdi háskúlin Harward vil hava fatur á fleiri lesandi úr teimum lægru stættunum ÚTBÚGVING Árni Joensen fartekst@mail.dk Í framtíðini sleppa foreldur, sum forvinna minni enn 250.000 krónur um árið, frá at gjalda fyri at senda síni børn á tann kenda lærda háskúlan í Massachusetts. Sum er rinda hesi foreldrini góðar 12.000 krónur um árið fyri hvørt barnið, sum verður upptikið á Harward. Men tað eru ikki bara hesi, sum sleppa bíligari í framtíðini, tí foreldur, sum forvinna ímillum 250.000 og 400.000 krónur, skulu nú rinda einar 7.500 krónur minni fyri at hava eitt barn á tí kenda lærustovninum. Rektarin á Harward, Law- rence H. Summers, sigur við blaðið Harward Uniser- sity Gazette, at broytingin í skúlagjaldinum er ein boðskapur um, at tann kendi lærdi háskúlin er ætlaður øllum skikkaðum næming- um, sama hvussu teirra fíggjarliga grundarlag er. – Mong halda, at hetta er ikki so, men hesa uppfatan- ina skulu vit broyta, sigur rektarin. Harward er eisini fyri tey fátæku Læra tey ungu at pína og drepa Myndugleikarnir í Zimbabwe hava fleiri venjingarlegur, har fleiri túsund ung- dómar verða lærd at pína og drepa ZIMBABWE Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir zimbabwisku myndug- leikarnir siga, at venjing- arlegurnar fyrireika tey ungu til ymsar yrkisút- búgvingar, men ungdómar, sum eru rýmdir úr legun- um, siga við bretska BBC, at legurnar eru ein liður í einari ætlan hjá Robert Mugabe, forseta at varð- veita valdið í landinum. Seinastu fýra mánaðar- nar hava tíðindafólk hjá BBC-sendingini Panorama kanna venjingarlegurnar, og hvat fer fram har. Tíð- indafólkini siga, at fleiri av teimum ungu vórðu lærd, hvussu tey skulu pína og drepa mótstøðufólk hjá stjórnini. Tey ungu hava greitt frá, at tey fingu boð um at dylja, hvat fer fram í legunum, og at tey tí ikki tora at greiða almenning- inum frá tí. Samrøður, sum bretsku tíðindafólkini hava havt við tey ungu, benda á, at út- búgvingin byrjar við, at tey ungu verða neyðtikin fyri at bróta teirra mótstøðu- evni niður, soleiðis at tey verða lættari at hava við at gera, tá sjálv útbúgvingin byrjar. Trygdarmúrurin runt um Jerusalem verður bygdur, sjálvt um ísraelski hægstirættur hevur álagt stjórnini at bíða við at byggja hann. ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk – Trygdargirðingin runt um Jerusalem hevur til enda- máls at verja mannalív, og vit fara at fullføra girðing- ina, áðrenn hetta árið er úti, sigur ísraelski innanríkis- ráðharrin, Tzahi Hanegbi. Hetta er beint ímóti einum úrskurði hjá ísra- elska hægstarætti, sum í síðstu viku álegði stjórnini at bíða við at byggja ta 42 kilometrar longu trygdar- girðininga um Jerusalem. Hægstirættur segði í úr- skurðinum, at hann fer fyrst at lurta eftir, hvat fólk í átta palestinskum bygdum við Jerusalem hava at siga um ta ætlaðu girðingina. 30 ísraelsmenn í bygdini Mevassent Tzion hava eisini sent rættinum kæru um ætlanina. – Girðingin, sum ætlandi skal byggjast á palest- inskum lendi, fer at elva til spenning og verður ein hóttan ímóti ísraels- monnunum, sum búgva í økinum, siga teir 30 ísraelsmenninir millum annað í kæruni. Shaul Mofaz, verjumála- ráðharri, fordømdi sunnu- dagin avgerðina hjá hægstarætti. Hann segði, at ein og hvør løgfrøðilig seinking fer at geva sjálv- morðsbumbumonnum høvi til at sleppa inn í Ísrael. Lurtar ikki eftir hægstarætti C M Y K 16