fríggjadagur 30. mars 2012síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Í morgin verður kapping um
danska meistaraheitið í estet
iskum fimleiki í Greve, har ikki
færri enn 16 lið eru við. Millum
liðini í kappingini, sum byrjar
á miðdegi, danska tíð, er eisini
eitt spildurnýtt føroyskt lið,
sum síðstu tíðina hevur vant
dúgliga og ætlar at gera sítt
besta í kappingini.
– Vit eru nakrar fimleikarar
frá Havnar Fimleikafelag, sum
hava fylgst uppeftir í fleiri
ár, síðani vit vóru lítlar, sum
manna hetta nýggja fimleika
liðið, ið er partur av føroyska
ítróttarfelagnum hjá útisetum,
ÍF
Føroyar,
greiðir
Turið
Nattestad frá.
– Saman hava vit vunnið
fleiri føroyameistaraheitið og
verið við í bæði DM og HM. Nú
tá fleiri av okkum eru búsit
andi í Keypmannahavn, hava
vit líkasum funnið saman av
nýggjum og sett á stovn fim
leikaliðið, sum í allan vetur
hevur vant tvær ferðir um vik
una á Oyrarsundi.
Umframt Turið Nattestad,
eru tær Bjørg Ellendersen, Unn
Øssursdóttir, Jeanni Petersen,
Ruth Smith, Lindis Petersen og
Elin Bærentsen, og tað verða
hesar, sum nú skulu kappast
við 15 onnur lið í kappingini
um danska meistaraheitið í
estetiskum fimleiki.
Fara eftir gullinum
– Í januar mánaði byrjaðu vit
at tosa meira og meira um, at
vit áttu at farið við til DM, men
so kravdist, at vit vóru limir í
einum felag. Vit fingu samband
við ÍF Føroyar og hava har
stovnað eina fimleikadeild,
sigur Turið, ið letur væl at
móttøkuni í felagnum, har
fimleikurin tó fyri tað mesta
passar seg sjálvan fíggjarliga
og á annan hátt, eins og hinar
ítróttargreinarnar gera tað.
Nú tær vóru partur av ein
um felag, var klárt hjá teimum
at melda seg til DM, og har
fara tær at royna seg við somu
seriu, sum tær brúktu í 2008.
Tær hava, eins og tá, valt sær
Jeanne d’Arc sum tema, og tí
brúka tær eisini somu draktir,
ið hóska væl til.
– Vit eru sera spentar
til kappingina, og hóast vit
vænta okkum harða kapping,
hava vit sett okkum fyri, at vit
fara eftir gullinum. Tað verður
óivað spennandi, sigur Turið
Nattestad.
hilmarjan@sosialurin.fo
Estetiskir
útisetar
Fimleikur Nakrir fimleikarar úr
Havnar Fimleikafelag, sum hava fylgst
uppeftir gjøgnum árini, men nú eru
niðri, hava gjørt eitt fimleikalið, sum
er partur av føroyska ítróttarfelagnum,
ÍF Føroyum. Fyrsta kappingin er
DM í estetiskum fimleiki í morgin
Sunset-kappingin
31/03 14.00 VÍF - VB
01/04 14.30 Neistin - StÍF
01/04 17.00 Stjørnan - Tjaldur
Atlantic Airways-kappingin
31/03 16.00 VÍF - Team Klaksvík
01/04 16.00 Neistin - StÍF
01/04 16.00 H71 - KÍF
Effo-deildin
30/03 17.30 Víkingur - EB/Str.
31/03 16.00 B68 - ÍF
01/04 14.45 FC Suðuroy - HB
01/04 15.00 KÍ - B36
01/04 15.00 NSÍ - TB
1. deild menn
30/03 15.00 NSÍ II - AB
30/03 15.00 Skála - B71
30/03 15.30 Víkingur II - KÍ II
30/03 15.30 EB/Streymur II - HB II
01/04 15.00 B68 II - 07 Vestur
1. deild kvinnur
01/04 12.30 AB - EB/Streymur
01/04 13.00 Víkingur - Skála
01/04 15.30 HB - B68/NSÍ
Dystir um vikuskiftið:
Team Klaksvík syrgdi mikukvøldið
á heimavølli í Badmintonhøllini í
Klaksvík fyri, at Neistin nú ongan
møguleika hevur at vinna seg í
finaluna í landskappingini.
Áskoðararnir fingu fult fyri
atgongugjaldið, og Team Klaksvík
lyfti seg við 34-33 sigrinum upp á
14 stig. Hetta er met hjá mans
liðnum í Klaksvík.
Stóri maðurin hjá Team Klaks
vík var Filip Jojic, sum skoraði
fjúrtan mál!
Kappingin um at vinna finalu
plássið ímóti KÍF er nú bara mill
um VÍF og H71, sum bæði hava
26 stig. Í morgin hittast VÍF og
Team Klaksvík í Vestmanna, og
sunnudagin hittast H71 og KÍF í
Hoyvíkshøllini. Rættuliga avger
andi dysturin ujm finaluplássið
verður 5. apríl, tá ið VÍF fær vitjan
av H71.
joannes@sosialurin.fo
Neistin slóknaður
effo deildin upptakt
Jóannes Hansen
Størsta vónbrotið í fyrsta umfari
var, tá ið B68 í Gundadali legði
rygg til stórtap ímóti HB. 4-0 tap
og aftasta plássið á støðutalvuni
kennist lítið hugaligt hjá B68 og
teirra viðhaldsfólkum. Ikki minst
tá ið havt verður í huga, at tað
hevur verið nógv tosað um, at liðið
er styrkt, og at tað hevur verið róð
fram undir, at hetta kundi verða
árið, tá ið B68 av álvara fór at vera
við í kappingini.
Higartil hevur tað ikki hingið
saman hjá B68. Eitt er, at tað
royndist illa í venjingardystunum.
Verri var tað, at stórtapið í Gunda
dali var upplagt, tí leikliga avrikið
var so lítið sannførandi í øllum ket
unum og millum keturnar og bæði
í framrættaða partinum og í verju
spælinum. Tað restaði bæði vilji
og tyngd, og spurningurin er nú,
hvussu tað í vikuni hevur eydnast
Paula Poulsen at fáa sett skikk á
liðið undan oyggjauppgerðini á
Svangaskarði leygardagin.
Dysturin ímóti ÌF er tann fyrsti
av trimum ímóti oyggjafeløgum.
Aftaná ÍF vitjanina skal B68 spæla
á útivølli ímóti Víkingi og á heima
vølli ímóti NSÍ.
Liðformaðurin
Jann
Ingi
Petersen var ikki tøkur í fyrsta
umfari. Hann hevur verið plágaður
av vøddaskaða, men nú hevur hann
aftur vant við fullari ferð, og hann
verður við í morgin.
Ímóti HB var tað merkisvert, at
Hákun Edmundsson í 2. hálvleiki
var á B68 liðnum. Hann fylti 16
og varð harvið nóg gamalur til
vaksnamannafótbólt tveir dagar
undan dystinum í Havn. Hákun
er sonur gamla B68 verjuspælaran
Edmund Jacobsen, og hann er
beiggi Jóan Símun Edmundsson,
landsliðsspælaran sum hevur verið
í Newcastle, og sum nú er í Noregi.
Leikliga avrikið hjá ÍF var einki
at reypa av fyri viku síðani. Men
tað hevði alstóran týdning, at tað
eydnaðist at vinna 2-1 heimasigur á
NSÍ. Úrslitið ber við sær, at fuglfirð
ingar fara út á Toftir við sjálvsálit,
og tað verður vónað, at íblásturin
verður sjónskari, enn hann var tað
í fyrsta umfari.
Hjá ÍF hava Aleksander Jovevic
og Bogi Løkin verið skaddir, og
Høgni Madsen var heldur ikki við
ímóti NSÍ. Tað er greitt, at Bogi
Løkin heldur ikki verður við á
Toftum. Hann er plágaður av skaða
í knænum.
Dysturin verður á Svangaskarði
leygardagin klokkan 16, og Lars
Múller verður dómari.
joannes@sosialurin.fo
Trýst á toftamonnum
Fótbóltur Tað verður hildið vera týdningarmikið,
at liðformaðurin Jann Ingi Petersen hesa ferð verður
á miðvøllinum hjá B68 ímóti ÍF, sum framvegis
saknar onkrar av stuðulsspælarunum
B68 legði rygg til stórtap ímóti HB í fyrsta umfari. 4-0 tap og aftasta plássið
á støðutalvuni kennist lítið hugaligt hjá B68 og teirra viðhaldsfólkum