fríggjadagur 30. mars 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 30. mars 2012 · Nr. 39
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
effo deildin upptakt
Meistararnir í B36 vístu fyri viku
síðani styrkina, sum oftast er
eyðkend fyri topplið. Tað gekk einki
serligt ímóti uppflytarunum í FC
Suðuroy, men í evstu løtu glapp tað,
og øll stigini komu til høldar.
Sunnudagin verður B36 á útivølli,
men hagtølini siga, at tað ikki nýtist
at vera til serligan ampa. B36 skal til
Klaksvíkar, har árstalsfelagið, sum
í vikuni fylti 76 ár, seinastu tjúgu
árini bara er farið fýra ferðir tóm
hent av vøllinum.
Í fjør vann B36 2-0 og 3-0 í
Klaksvík. Síðstu KÍ heimasigrarnir
á meistarunum vóru í 2008, tá ið
úrslitini vóru 2-1 og 2-0.
Tað kemur væl við hjá B36, at
tað eru nógvir skikkaðir um boðini
til miðvallarplássini. Ingi Højsted
er orsaka av skaða ikki førur fyri
at spæla næstu vikurnar, og Atli
Danielsen er eisini skaðaplágaður.
Fyrr í ár var tað bruni í stórutá,
sum órógvaði. Leygardagin var tað
trupulleiki í rygginum, sum helt
Atla burtur frá møguleikanum at
vera millum teir fyrstu ellivu, og
tað er sami trupulleiki, sum í hesi
vikuni hevur hildið honum burtur
frá venjingunum saman við lið
feløgunum.
Í Klaksvík er lagið gott, og tað er
ikki frítt, at tað hevur sást aftur í
áhugaðum kring vøllin venjingar
kvøldini, at úrslitið í Streymnesi
sunnudagin var 1-1 ímóti heima
vallarfavorittunum.
Útskiftingarnar
hjá
Pálli
Guðlaugsson sunnudagin bendu á,
at tað er stór kapping um plássini,
og tað er positivur trupulleiki. Ein
asti maður, sum síðsta sunnudag
var burtur frá orsaka av skaða, var
vongverjin Rudold Eliasen, sum
framvegis er skaðaplágaður.
Dagfinn Forná verður 23. maður í
Klaksvík, har fyrsta bríkslið verður
sunnudagin klokkan 15.
joannes@sosialurin.fo
Uppflytararnir í TB fara sunnu
dagin fyri aðru ferð í ár á vøllin
við Løkin í Runavík. Fyrru
ferðina eydnaðist tað væl, tí
tvøramenn vunnu venjingar
dystin 2-1, eftir at teir høvdu
víst avrik, ið bendi á meiri
enn stríð um at sleppa undan
niðurflyting.
Felags fyri bæði NSÍ og TB
er, at einki stig er í posanum
eftir fyrsta umfar. Tað er eisini
felags fyri liðini, at tey hava
fleiri á liðnum, sum ikki hava
royndir í bestu deildini, og
at tað á liðunum eru spælarar
við rættuliga nógvum roynd
um.
Í NSÍ leguni kendu teir
seg vera óhepnar, at tað ikki
eydnaðist at vinna stig í Fugla
firði sunnudagin. TB hevði
málmøguleikar ímóti Víkingi,
men kortini ásannaðu tvøra
menn,
at
mótstsøðan
var
rættuliga stór.
TB málverjin, Ivan Stojkovic,
noyddist skaddur av vøllinum
sunnudagin. Óli Johannesen
vardi síðstu løtuna TB málið.
Tað er greitt, at Ivan Stojkovic
verður
í
TB
málinum
í
Runavík.
Tað er langt síðani, at tvøra
menn eru farnir úr Runavík við
øllum stigunum. Seinasti TB
sigurin við Løkin er dagfestur
21. mai 1995 ella fyri seytjan
árum síðani. Tann dagin var 2.
umfar á skránni, og TB vann
3-2. Seinni hetta árið flutti NSÍ
niður.
Sunnudagin verður 2. umfar
2012 á skránni! Fyrsta bríkslið
verður klokkan 15.00, og 23.
maður á vøllinum verður Petur
Reinert.
joannes@sosialurin.fo
Tað er gamla lag í HB. Eyð
mýkingin og marran frá síðsta
kappingarári eru kámað, og
eftir sannførandi avrik og
trivaligan sigur ímóti B68 fara
Sigfríður Clementsen og hans
ara menn við øktum sjálvs
áliti til Vágs. Tað hevur gingið
væl í venjingardystunum, og
ímóti B68 var tað kærkomið, at
allir framrættaðu trumfirnir -
Christian R. Mouritsen, Andrew
av Fløtum, Fróði Benjaminsen
og Símun Samuelsen – komu á
talvuna.
Tað er longu greitt, at Fróði
Benjaminsen
ikki
verður
millum málskjúttarnar sunnu
dagin. HB liðformaðurin sá
tvær ferðir gult og varð harvið
vístur av vøllinum sunnudagin.
Tað ber leikbann í 2. umfari við
sær.
HB spælararnir vóru síðsta
leygardag eygnavitni til, at
uppflytararnir í FC Suðuroy
ikki eru kanónføði. Tað eydn
aðist teimum í meiri enn 95
minuttir at halda tætt ímóti
meistarunum, og suðuroying
arnir kundu havt verið farnir
við øllum, um teir høvdu kent
sína vitjunartíð.
Ímóti B36 var Jón Krosslá
Poulsen ikki við frá byrjan.
Hann varð settur á vøllin eftir
steðgin, og tað verður roknað
við, at hann verður við frá
fyrsta bríksli ímóti HB, sum
hann í fjør umboðaði.
Ímóti B68 var HB á heima
vølli sera framrættað, meðan
FC Suðuroy var rættuliga
verjukent á útivølli ímóti B36.
Nú fæst at síggja, hvussu tað
fer at taka seg upp, tá ið FC
Suðuroy verður á heimavølli
ímóti HB, sum altso verður á
útivølli.
Dysturin í Vági verður
sunnudagin klokkan 14.45, og
Alex Troleis verður dómari.
Fyrsti dysturin í øðrum umfari
er á skránni longu í kvøld, tá ið
Víkingur í Sarpugerði fær vitjan av
EB/Streymi.
Meðan Víkingur við ikki so
ógvuliga sannførandi leikligum
avriki megnaði trý stig á Vágseiði
ímóti TB, so kendist tað hjá EB/
Streymi sum vónbrot, at úrslitið
á heimavølli ímóti KÍ var 1-1. EB/
Streyma venjarin, Heðin Askham,
segði seg vera væl nøgdan við
leikliga avrikið – serliga í 1. hálv
leiki.
Toppskjútti hjá EB/Streymi sein
astu árini hevur verið Arnbjørn
Hansen, og ímóti KÍ var tað hann,
sum skoraði, hóast hann alla tíðina
var ógvuliga væl ansaður.
Danski Lasse Qvist er keyptur
at lyfta arvin í Víkinga álopinum
eftir Finn Justinussen. Tað vóru
verjuspælararnir Atli Gregersen
og Bárður Hansen, sum skoraðu í
Vági. Í Sasrpugerði vóna teir, at tað
skjótt fer at eydnast nýggja álops
spælaranum at fáa hol á.
Í fjør vóru allar uppgerðirnar
ímillum EB/Streym, sum vann
silvur, og Víking, sum vann bronsu,
tættar og spennandi. EB/Streymur
vann 2-1 á heimavølli, Víkingur vann
3-1 á heimavølli, og tað var serliga
undirhaldandi, tá ið tað við Margáir
í 25. umfari endaði 3-3, eftir at
Víkingur hevði verið frammanfyri
bæði 2-0 og 3-1.
Fyrsta bríkslið í Sarpugerði
verður klokkan 17.30 í kvøld, og Eiler
Rasmussen verður dómari.
joannes@sosialurin.fo
Lasse og Arnbjørn
skulu vísa máltev
Fótbóltur Silvurvinnararnir vóru í fjør partur av sera
undirhaldandi uppgerðum ímóti bronsuvinnarunum,
sum í kvøld eiga heimavøll í Sarpugerði
B36 hevur
takið í Klasksvík
Fótbóltur Nógvu tey seinastu árini hevur tað
verið rættuliga langt millum heimasigrarnar, tá
ið klaksvíkingar hava havt vitjan av B36
Sundalagsmenn fingu bert 1-1 javnleik á heimavølli móti KÍ í fyrsta umfari
Stór avbjóðing
bíðar HB
Fótbóltur Margfalda meistaraliðið
varð leygardagin mint á, at upp
flytararnir í FC Suðuroy kunnu
standa seg ímóti favorittum
Posin er tómur
Fótbóltur NSÍ og TB hava
tað í felag, at tey eru stigaleys,
og at tað á liðnum eru fleiri
ungir og óroyndir spælarar