fríggjadagur 30. mars 2012síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
4
VIKUSKIFTI
mynd: Heinesen Myndir
Vælvera
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Tað er eingin ivi um, at smyrsl snýr
seg um vælveru. Í øllum førum ikki,
um vit spyrja Mirjam Reinert Olsen,
sum eigur Make-Up Store saman við
systurini Hannu.
Mirjam hevur síðani 2010 átt og
rikið handilin Make-Up Store í Havn,
sum selir smyrsl til allar aldursbólkar.
Men Mirjam vil ikki einans hava ein
handil. Hon vil hava hjálpa kvinnum at
fáa tað besta fram í sær sjálvum.
– Eg síggi ofta, hvussu glaðar kvinnur
vera, sum fáa vegleiðing í at smyrja
sær, og sum læra at fáa tað besta fram
í andlitinum. Eg síggi, at tær fáa meira
sjálvsálit og broyta kropsholdning, tá
ið tær síggja, hvussu vakrar tær kunnu
vera, greiður Mirjam frá.
Træblýanturin var
fyrsti eyelinarin
Í 1999 var Mirjam liðug við sína út
búgving sum námsfrøðingur. Hóast
henni dámdi væl útbúgvingina, so var
kortini okkurt sum dró hana í ein ann
an heim. Heimin, har litir og vakur
leiki dominera. Í 2008 tók hon avgerð
um at fara til Danmarkar at læra til
stylist og make-up artist og síðani til
kosmetolog.
Í sínari lestrartíð gjørdist Mirjam eitt
kent andlit innan danska mótaheimin,
tá ið hon var make-up artist hjá Tv2
News. Mirjam fór eisini undir at arbeiða
sjálvstøðugt og hevur arbeitt nógv inn
an tónleika-, films- og mótaheimin.
Umframt hetta starvaðist hon hjá Mac
í Keypmannahavn, har hon fekk nógvar
royndir.
– Mín áhugi fyri smyrsl byrjaði,
fyrstu ferð eg sá eitt spegl. Eg havi altíð
havt áhuga fyri smyrsli. Mín allar fyrsti
eyelinari var ein træblýantur, sum eg
fekk at tekna við. Eg fann útav, at eg
kundi gera hann vátan, og brúka hann
sum eyelinara. Tá var eg fimm ár,
greiður Mirjam brosandi frá.
Var tørvur á einum
slíkum handli
Tá ið man byrjar ein slíkan handil, er
vandi fyri, at fólk ikki fara at taka væl
ímóti honum. Serstakliga í einum so
lítlum samfelag sum Føroyum. Tað fekk
Mirjam eisini at vita, tá ið hon spældi
sær við tankanum um at fáa merkið
Make-Up Store til Føroyar. Fíggjar
kreppan herjaði í teimum døgum,
men hetta fekk ikki Mirjam at halda
sær aftur.
– Fleiri spurdi meg, um eg tordi
at fara undir eina slíka verkætlan í
teimum tíðum, sum vóru tá. Eg ivaðist
sjálvandi nógv, men innast inni visti
eg, at tað fór at ganga. Annars hevði
eg ikki torað, sigur Mirjam.
Tá ið Mirjam arbeiddi í Mac í
Keypmannahavn, hitti hon mangan
føroyingar, sum leitaðu eftir tí rætta
smyrslinum at taka við heim aftur.
Og hvørja ferð varð sagt, at ein slíkur
handil vantaði í Føroyum.
– Eg helt eisini sjálv, at tað var tørv
ur á einum ordiligum make-up handli,
sum bæði seldi góðsku vørur, og sam
stundis kundi vegleiða fólki í, hvat er
riggar væl, sigur Mirjam.
Í dag koyrir Make-Up Store ógvuliga
væl. Tær báðar hava sett eina kvinnu
aftrat í starv. Laila Carlsen er make-up
artist, og hon starvast í hesum døgum
eisini í Make-Up Store.
Og tær tríggjar skipa javnan fyri
make-up kvøldum, har kvinnur kunnu
melda seg til, og síðani læra alt um at
smyrja sær rætt. Tær byrjaðu við hesum
skeiðunum í januar í 2011, og hava havt
tvey ella trý skeið hvørja viku síðani, og
hava tey verið fullsett hvørja ferð.
– Ein kvinna, sum hevur verið rakt av krabbameini vitjaði meg herfyri.
Hon var vís í, at hon ongantíð fór at síggja vøkur út aftur eftir
ógvusligu kemoviðgerðina. Men tá hon fór út aftur, var hon ein
broyttur persónur. Hon hevði fingið sína útsjónd aftur við hjálp
frá smyrsl, sigur Mirjam Reinert Olsen, eigari av Make-Up Store
Smyrsl snýr seg
um vælveru
Hví skulu kvinnur brúka smyrsl?
– Eg veit ikki um tær skulu. Men eg havi tað teori, at
smyrsl ger okkum frískari og vakrari, og tað er gjørt
fyri at vísa okkara bestu eginleikar fram. Eg haldi
sjálv, at kvinnur, sum koma inn uttan smyrsl, blóma,
tá ið tær fáa okkurt á seg. Teirra sjálvsálit veksur.
Man følir seg betri, og tað kemur undir vælveru. Tað
er sjálvandi ikki uppskriftin uppá eydnu, men tað
gevur yvirskot og ger, at man følir seg eitt sindur
betri.
Hvat skal man hugsa um,
tá ið man smyr sær?
– Eg haldi tað er altavgerandi, at man fyrst hugsar
um grundina. Altso at man røktar húðina væl, og
síðani finnur eitt gott grundarlag, og finnur rætta
litin til andlitið, sum eisini hóskar seg til júst tína
húð. Eitt nú kunnu ungar kvinnur nýta eina tjúkka
grund, meðan ein eldri kvinna má hava okkurt lætt.
Nær skulu gentur byrja at smyrja sær?
– Eg haldi ikki, at man kann seta aldur á nær tað
er rætt at byrja. Tað skal kennast rætt. Men man
kann gott byrja at hugsa um at røkta húðina og so
framvegis, tá ið man er í 13 – 14 ára aldrinum. Eg
haldi ikki, at ung fólk noyðast at gera nógv burturúr,
tí ungar gentur eru natúrliga vakrar. Men tað ger
einki, at tær byrja at spæla sær við tankanum, tá ið
tær eru ungar.
Kann man verða
kvinnulig uttan smyrsl?
– Ja, tað haldi eg. Tað er jú eisini ein spurningurin
um hvat einum dámar. Fyri summi er tað kvinnuligt
at vera natúrligur, men eg haldi tó, at eitt sindur
av smyrsl avgjørt kann síggja natúrlig út, og
framvegis geva okkurt eyka. Smyrsl ger, at tú blívur
meira kvinnulig. Mær dámar væl, at kvinnur smyrja
sær, men kanska onkur annar, við einari aðrari
lívsáskoðan, ikki heldur tað er rætt.
Kunnu menn brúka smyrsl?
– Ja, tað haldi eg, men alt við máta sjálvandi. Men
tað eru nógvir ungir dreingir, sum brúka smyrsl. Og
eg haldi tað er fínt, um teir bara vilja síggja frískari
út. Eitt nú eru tað fleiri, sum nýta dagkrem við liti.
Summir brúka eisini okkurt at leggja á eygnabrýrnar,
um teir hava keðiligar brýr. Men um man tosar
við menn, sum eru yvir 40 ár, so er hetta ein heilt
óhugsandi tanki, men ungir dreingir hava ikki somu
áskoðan. Summi halda eisini, at smyrsl merkir, at
man er samkyndur. Men soleiðis er tað sjálvandi ikki.
Fert tú nakrantíð út ósmurd?
– Ja, tað kann eg gott. Men smyrsl er ein stórur
partur av lívinum hjá mær. Eg brúki mangan smyrsl,
men havi eg frí, so fari eg ofta út uttan.
Hvat mást tú hava á hvønn dag?
– Consealara, ella fjalandi krem, sum frískar økið
kring eyguni upp. Tað er tað fyrsta eg geri, tá ið eg
smyrji mær. Tað fjalir myrk øki kring eygunum, og
reyðar blettar á andlitinum.
Hevur tú nøkur góð ráð til kvinnur,
sum ikki duga so væl at smyrja sær?
– Tað er altavgerandi at røkta og reinsa húðina.
Og síðani at finna eina góða grund. Annars er tað
rættiliga ymiskt, hvat fólk hava tørv á. Summar
vilja hava maskara á, meðan aðrar hugsa meira um
varrarnar. Men hevur tú eina góða grund, so kann alt
lata seg gera.
Hvat skal ein halda seg frá at gera?
– At velja krem, sum er 10 tónar ov myrkt. Fyrr
var rættiliga vanligt, at vit brúktu foundation sum
brúntkrem, og soleiðis royndu at smyrja okkum til ein
lit, sum man einans fær við at vera sunnanfyri í tvær
vikur. Tað er tað ringasta, eg veit, tí tað er ótrúliga
ljótt. Tað riggar ikki væl, tá ið andlitið er myrka brúnt,
og hálsurin hvítur.
Hvat eru góðir litir í vár?
– Okkara várkollektión er etniskt, og tað er tikið út
frá, hvat klædnamótin í summar er, og har eru nógvir
sterkir litir at síggja, sum síðani vera settir saman
við gyltum litum. Vit hugsa eisini nógv um húðina,
og nú tá ið summarið kemur, so er nógv brúnkandi
putur at finna, sum skal geva okkum frískari húð, og
samstundis seta fokus á beinstrukturin í andlitinum.
Annars eru litir sum grønt og purpurlitt nógv at
síggja.
Eru nakrir litir man skal
halda seg vek frá?
– Nei, tað er tað ongantíð, men vanligt er um várið
og summarið, at glaðir litir eru nógv at síggja. Teir
myrkari litirnir verða goymdir burtur, og ein hugsar
meira um lættar og frískar litir.
Vit hava spurt Mirjam Reinert Olsen um nøkur góð ráð til smyrsl
Húðin skal røktast væl