fríggjadagur 30. mars 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
6
VIKUSKIFTI
TIPS FRÁ barbaru
barbara@sosialurin.fo
Fjøltáttaður
summarmóti
Gerandisdagurin skal pyntast við blómum, skógvarnir skulu vísa hælin,
og armbondini skulu vera tjúkk og litrík. Hesi eru millum annað boðini
frá kendum sniðgevum sum Louis Vuitton, Dolce&Gabbana, Valentino og
Versace, sum hava givið sítt boð uppá, hvussu summarið skal síggja út.
Hóast hesi merki kanska eru í dýrara lagið til føroyska summarið, so
kanst tú kortini leita tær íblástur frá teimum ymsu mótagigantunum
Pyntaður gerandisdagur
Gerandisdagur í summar er alt annað enn keðiligur. Tú skalt pynta gerandisdagin við
blondum, blómum, gjøgnumskygdum og satin, eru nýggjastu boðini frá heimsins mótapallum.
Tá ið skalt velja tær júst tað rætta plaggið til hendan mótan, so er gott at hava í huga,
at serstakliga hvítt, grátt og sokallaðir naknir litir hóska seg best til hendan mótan.
Tjúkk armbond
Fyri at uppdatera títt klædnaskáp til summarmótan,
kanst tú lætt og einfalt fáa hendur á tjúkk armbond
í sterkum litum, og seta tey saman við hóskandi
summar klæðum. Tummilfingur reglan er, at tú
kanst nýta fleiri litir saman. Eitt nú er ljósareytt
og appilsingult nógv at síggja saman í summar.
Klassiski
ryggleysi skógvurin
Tann klassiski ryggleysi skógvurin hevur
funnið sín veg aftur í mótamyndina, og í
ár er hann prýddur við nógvum ymiskum
prýðum, so sum blómum, reimum og øðrum,
sum fáa hann at hóska til rákið 2012.
Náttklæðir um dagin
Klæðir, sum mest av øllum minna um
náttklæðir, eru nú at síggja á mótapallum
kring heimin. Tað eru í høvuðsheitinum
leystsitandi klæðir, sum hóska seg væl
til gerandisdagin og til náttarlívið.
Havsins ríki
Havsins ríki gevur eisini íblástur til fleiri mótarák í summar, tá
ið prent av ymsum slag sipa til heimin undir vatnskorpuni. Alt
frá sandalum til taskur hevur latið seg inspirera av havinum
í summar, og tú kanst her fáa íblástur frá Versace.