Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 30. mars 2012 7 VIKUSKIFTI Hvat fekk teg at fara upp í politikk? Í 2004 vórðu einans 3 kvinnur valdar á ting, og vit nærkaðust pínligum heimsmeti. Samstundis, sum undirskotið av kvinnum var (og er) so stórt, at reyðar lampur áttu at blinkað allastaðni. Í mong ár eggjaði eg kvinnum at fara uppí politikk. Vit mugu sjálvar taka ábyrgdina at fáa samfelagið broytt tann vegin, vit ynskja. Sjálv hevði eg ongan veruligan dreym um at gerast politikari, og hevði tikið avgerð um ikki at stilla upp. Men, í 2007 lat eg meg kortini yvirtala, og gavst at renna undan ábyrgdini. Hvørji eru tíni hjartamál? Vinnu-, orku- og heilsupolitikkur er tað, eg fáist mest við, og eri framsøgufólk floksins í. Men eisini útbúgving og mentan liggur mínum hjarta nær. Havi eina turkatrúgv uppá, at tað er álitið á egnari megi, sum flytur eitt samfelag frameftir. Tað hava vit sæð, tá vit góvust at senda føroyingar við serligum tørvi av landinum (nøkur fá verða tíverri framvegis send avstað), tá vit fluttu sjómarkið út, tá vit blakaðu einahandilin fyri borð, og so fram eftir - í heila tikið, tá vit valdu at taka ábyrgd. Hvørjar eru tínar ambitiónir í politikki? Beint nú er tað at fáa vent teirri fatalt skeivu politisku kósini, sum uppá fá ár fer at flyta Føroyar frá at vera eitt av heimsins javnastu samfeløgum til eitt veruligt stættarsamfelag. At vera við til at gjøgnumføra ein nýggjan tilfeingispolitikk, har vit í framtíðini fáa munandi størri virðisøking burturúr tilfeinginum, og at vit verða sjálvveitandi við grønari orku. Eg ynski mær eitt samfelag, har samhaldsfesti er tað sterka og berandi fundamentið undir búskaparvøkstri, og har lítil rúmd er fyri snævurskygni. Og fremsta ambitiónin er at vit taka ábyrgd av egnum landi. Sjálvbjargni og samhaldsfesti, er tí mín politiska kumpass. Hvat ger tú i frítíðini? Lesi. Taki mær av løttum í Vík. Havsvimji. Ferðist til stórbýir við familjuni. Eti góðan mat. Hvussu heldur tú teg í form? Svimji á mosjónsliðnum hjá HS, har hugni er eins týðandi og venjing. Havsvimji javnan í vátdrakt. At heilsa uppá skarvin, og síggja lívið vakna undir vatnskorpuni hesa ársins tíð, gevur eydnu og orku. Og so renni eg av og á. Helst saman við tíkini, og kanska eitt sindur undan aldrinum. Er tú til føroyska náttúru ella suðurlendskar strendur? Eri eingin strandarleyva, men ein vøkur føroysk strond, fegin í vátdrakt, er yndisítrivið. Uttanlands vitji eg helst stórbýir, sum fáa hjartað at duka eitt sindur títtari. Hvat er tað besta, tú fær at eta? Eitt máltíð, har spælt verður uppá allar sansastreingirna, kann gera meg heilt sæla. Men, yvir øllum er ræst kjøt og fuglur. Hvat er besti filmur tú hevur sæð? Besti, veitje. Men, Silence of the Lambs, Slumdog Millionaire, Amadeus og the King’s Speech eru filmar, sum hava fest seg. Hvør árstíðin er hin besta? Várið so avgjørt. At síggja alt spretta og næla. Hoyra fuglarnar flirta og reiðrast, dagarnar leingjast og lýkkast. Tá elski eg hetta veðursjúka landið. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpi? Tíðindum, reportasjusendingum, BBC, enskar og svenskar krimi. Hvussu er sinnalagið? Tolin og blíð sum bjarta várið. Tó við heglingsæli av og á. Hvør bók liggur á náttborðinum? Når isen smelter, eftir Martin Breum, Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen og Det frie menneske, um Spinoza, eftir Arne Næss. Norski heimspekingurin varð føddur samstundis sum mín elskaða omma. Tvey vitug fólk, sum bæði hava ávirka meg. Er tú framvegis uppi í politikki um 10 ár? Nú mást tú spyrja veljaran! Men, vænti at vera politiskt virkin so ella so, er lív og heilsa. Siti eisini fegin í einari íbúð í New York og skrivi bøkur, selji grønar sportsbilar, ella eri útsend til Vesturafrika. Lívið er løtur, og í teimum liggja altíð møguleikar. Tilvild? Lagnunnar speisemi? Guds vilji? Ella bara ein logisk avleiðing av skynsemisbrekinum hjá tjóðini? Hvat sigur tað okkum, at føroyingar valdu sær býttasta fuglin at hava sum tjóðfugl? Tað sigur okkum alt um føroyingar og einki um tjaldrið. Kanska. Vit hava ein tjóðfugl, eina tjóðskaparromantiska ímynd, sum rýmir hiðani undan vetr­ inum um summarið, og kemur aftur á hávetri, tí nú er vár í Føroyum – heldur fuglurin eftir at hava kannað álmannakkan. Har melur ikki skjótt í tjaldurs­ heysi, um tað melur yvirhøvur. Men føroyingar, tey, sum eru eftir her, eru so findarglað og halda røður og spæla hornmusikk í storminum og kuldanum. Eingi orð eru søgd so ofta í Útvarpinum í vetur sum tey trý s-ini, heldur ikki makrelur, Leo ella factor. Tey trý s-ini eru strúkur, skrið og stormur. Daglig orð, ikki bara gerandis, men eisini sunnudagar og halgidagar. Løgið, sum tú kanst venja teg við allan tramansskap, men ikki við føroyska veðrið. Eg sigi onga ringa fyri ikki at vilja flyta aftur til Føroya, men vera har, sum veðurtíðindi ikki eru bad news. Har sum lortaveður er breaking news. Tjøldrini angra tað, at tey komu, men noyðast líka at bíða til ungarnir eru floygdir, so rýma tey øll í síðuvindi. Bara ein hending í síðstu viku var næstan líka so stór sum X-Factor, men bara næstan. Eitt nýtt flogfar kom, og luft­buss­ urin brúkti bara helvtina av flogbreytini sum hon var, áðrenn hon varð longd, tá hann setti seg við øllum teimum tungu dreingjunum umborð. Vit høvdu fingið eitt flogfar av sama slagi og nakað av eyka­ lutum afturat fyri teir pengar, sum tað kostaði at leingja flog­ vøllin til onga nyttu. Vit, skrivaði eg, tí nýggja flog­farið er sum makrelurin ogn Føroya fólks. Tað fingu vit at vita 119 ferðir handan seinnapartin, ikki bara tillukku Atlantic Airways, men tillukku allir føroy­ingar. Eisini øll tit, sum fara at flúgva við Norwegian, tí tað verður ókeypis. Flogfarið kallaðist Tróndur í Gøtu, meðan tað enn var í Hamburg, tí tað fellur týskarum so lætt at siga. Flogfarið verður tó doypt Naddoddur. Ein sjampanju­fløska leyp av á heimferðini. Eg vil heldur flúgva við teimum gomlu flogførunum. Har er so deiliga heimligt umborð og ikki er so leingi at bíða eftir vogninum í stuttum flogførum. Naddoddur var annars norðmaður uttan makrelkvotu. Hann var millum fyrstu norsku ribbaldarnar í Føroyum eftir Doodle Bugs. Og eina ferðina, Naddoddur hevði verið ein viku­ skiftisballingar- og sjoppingartúr í Norra, fekk hann ikki lent í Føroyum. Hann vendi tó ikki við til Bergen, men fór til Íslands at bíða eftir líkindum, til Reyðar­ fjarðar. Egilsstaðir vóru ikki uppfunnir tá. Tað er eisini sagt, men ongan­tíð prógvað, at hesin góði Naddoddur fann Amerika, sum eingin annar leitaði eftir. Tað kann annars gera tað sama hjá okkum føroyingum. Hvør fann Danmark? Tað er relevant. Hvør fann Danmark? Hví hoyrist ikki mannamál? Tí kvinnurnar tosa so hart. Sum fótbóltsfjepparin segði, tá brotsspark varð dømt móti liði hansara, av órøttum sjálvandi, tí bólturin fór í hondina á einum spælara, sum ikki hevði fingið armarnar niður: »Forbannað eisini, hevði hann bara havt hendurnar í lummanum var einki straffi for helviti.« Hví hoyrist annars ikki manna­mál longur? Tí kvinnurnar tosa so hart. Nei, tað besta við seinvetr­ inum 2012 er 2.apríl, tí tá ber til at keypa sterkari øl í Føroyum, tax-free ódnarøl, Triple S. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Bjørt Samuelsen lagt til rættis: Leo Poulsen Eg eri eingin strandleyva …men ein vøkur føroysk strond, fegin í vátdrakt, er yndisítrivið, sigur Bjørt Samuelsen. Vinnu-, orku- og heilsupolitikkur eru hennara hjartamál, og hon heldur seg í form millum annað við havsvimjing SSS