fríggjadagur 30. mars 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
8
VIKUSKIFTI
Evi & Jens Marni
Countrysongkvinnan Evi hevur rættiliga
gjørt um seg seinasta árið. Hon hevur verið í
Nashville og tikið fløgu upp, hon hevur eisini
havt framførslur í USA, og hennara tónleikur
røkkur eisini út um landoddarnar. Í Hvonn
Live spælir hon nakrar sangir saman við Jens
Marna Hansen, sum tey flestu munnu kenna
sum framúr rocksangara og tónleikara.
Fjølnir tatoverar
Íslendski tatovørurin Fjølnir fer at tatovera einum persóni,
meðan sendingin er. Prátað verður við Fjølnir um, hvussu
føroyingar tatovera seg, hvat er mest vanligt, og hvat hann
ikki vil tatovera. Vit fylgja tatovørinum, meðan hann arbeiðir.