fríggjadagur 30. mars 2012síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
9
VIKUSKIFTI
Kom á Hvonn
og lurta ... ella
hoyr alt á Rás2!
Leygarkvøldið 31. mars kl. 20
Sterkir menn
Teir, sum eru við í kappingum fyri sterkar menn,
venja sera hart og hugsa nógv um at fáa nokk av
røttum kosti. Vit fáa vitjan av Boga Hammer og
Gunnari Grækarisson, sum eru stórir og sterkir, og
sum venja sera hart fyri at vaksa og styrkna. Teir
greiða frá sínum venjingum og matinum, teir eta.
Victoria Wild
Seinastu tvey árini hevur hon verið ársins Síðu 9 genta í Ekstrablaðnum,
og hon arbeiðir eisini sum strippari. Leygarkvøldið vitjar Victoria
Wild í Føroyum og verður gestur í Hvonn Live. Tosað verður
við hana um hennara gerandisdag, um at verða best umtókta
Síðu 9 gentan í Danmark og um at lata seg úr klæðunum.