fríggjadagur 30. mars 2012síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
10
VIKUSKIFTI
Nýtt innan
ferðing
Ferðavinnuráðstevnan TUR í Gøteborg er
størsta ráðstevna í Norðanlondum innan
ferðing. 700 framsýnarar vóru til staðar á
teimum 300 básunum, og nógv nýtt var at frætta.
Vit vóru við á stevnuni og loddaðu dýpið
Rulla
ígjøgnum býin
Segway er eitt heilt nýtt slag av
akfari, ið hevur verið eitt sindur at sæð
seinastu árini, men sum nógv vænta
fer at vera tað heilt stóra komandi ár.
Vit á Vikuskiftinum royndu
Segway, og tað var bæði stuttligt og
lætt. Man koyrir ferð á við at lena
seg fram og bremsar við at lena seg
afturá. At keypa ein egnan Segway
kostar nakrar túsund krónur, men
tað ber til at leiga teir, um man
vitjar í til dømis einum stórbýi.
Polen vil hava
betri umdømi
Póland er troytt av at verða sæð sum
eitt grátt og óáhugavert land. Við tí
størsta básinum á messuni, merktist
Póland á heilt annan hátt enn hini
londini. EM í fótbólti verður í summar í
Pólandi og Ukraina, og tað er eisini ein
av orsøkunum til, at Póland vil síggjast.
Vit hittu Malgorzata Hudyma, sum
starvast á pólsku ferðavinnustovuni
og hevur norðurlond undir sær.
– Fótbólturin gevur okkum
møguleikan at vísa tað broytta,
modernaða Póland, ið er stuttligt
og áhugavert at vitja.
Men hvat er tað sum er
so áhugavert í Pólandi?
– Vit hava langar sandstrendur,
fjøll, góðan mat, mentan, søgu, design,
shopping, opin fólk - ja, tað er so nógv!
Svalbard
og Grønland
nógv at síggja
Bæði Svalbard og Grønland høvdu
egnar básir á messuni! Grønland
reklameraði nógv um cruiseferðir
og gongutúrar. Svalbard vísti sum
vanligt ísbjørnina fram og reklameraði
eisini við cruiseferðum. Tað einasta,
sum var at síggja til Føroyar,
var í básinum hjá Grønlandi, har
ferðasamskiparin »Grønlandsresor«
eisini skipar fyri ferðum til Føroya.
Við ljósareyðum
bussum um
allan heim
Eitt tað mest hugtakandi á messuni
eru »Rosa bussarna«. Tað eru
bussar, ið ferðast kring allan heim
við teimum, sum ikki krevja so
nógva komfort á ferðini. Man bæði
býr, etur og ferðast í bussinum. Og
ferðirnar eru oftani fleiri mánaðir
langar. Far inn á www. rosabussarna.
com, um hetta hevur tín áhuga.
Sokkar at
ferðast í
Fleiri av básunum
høvdu teir so kallaðu
stuðulssokkarnir. Tað
eru sokkar, ið fáa gongd
í blóðrenslið, og eru teir
serliga góðir at vera í, tá
ein ferðast leingi í flog
fari ella aðrastaðni, har
ein situr stillur leingi.
lagt til rættis: Inna Törnroos
Segway er bæði
stuttligt og lætt
Vikuskifti leitaði bæði væl og leingi eftir Føroyum
á ráðstevnuni og einasta vit funnu var hetta skylti