fríggjadagur 30. mars 2012síða 51
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
11
VIKUSKIFTI
Ferðast vinarliga
At nógv ferðavinna slítur uppá
londini er ongin loyna. Tí vóru
faldarar deildir út á ráðstevnuni,
har mint var á ymisk ting.
– Vís virðing fyri mentanini
og fólkinum, har tú ferðast
– Vel heldur minni hotell, so
at pengarnir enda í lummunum
hjá fólkinum í landinum og ikki
hjá altjóða hotellketum
– Sig frá, um tú sær kvinnur
ella børn vera kynsliga misnýtt
– Keyp ikki vørur frá djórum,
ið eru í vanda at vera útruddað
– Nýt so lítið av vatni sum
gjørligt. Vatn er oftani ein
mangulvøra í heitum londum.
Tropiskur
hiti í Berlin
Trúgv tí ella ei, men í einum risastórum
hangari 60 km norðan fyri Berlin, eru
tað 26 hitastig alt árið. Hangarurin
var upprunaligani bygdur til at
byggja flogfør í. Men tá fyritøkan fór
á húsagang, tók »Tropical Island«
yvir og skapti ein tropiskan heim við
strondum, skógi, lagunu, og teltum,
ið ein kann búgva í um náttina.
Vitja Pippi
í summar
Heimbygdin hjá Astrid Lindgren hevur
bygt eitt heilt mini-land við íblástri
úr bókunum hjá henni. Har kann tú
vitja Pippi, Emil, Ronju og Karlsson
á Takinum. Sjónleikarar spæla teir
ymisku leiklutirnar, og húsini eru
bygd í natúrligum støddum. Ein
frálík vitjan hjá barnafamiljunum.
Polen hevði størsta básin á ráðstevnuni. Grøna gólvið er nokk fyri
at minna á fótbólts EM, sum í summar verður í Polen og Ukraina.
Pippi og vinir hennara.
26 hitastig alt árið.
Kanska eitt hugskot
at byggja í Føroyum?