fríggjadagur 30. mars 2012síða 54
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
14
VIKUSKIFTI
At gott kappingarføri skal tryggja Før
oya vælferð í framtíðini, eru flest øll
samd í. Spurningurin er so, hvørjir
faktorar skapa betri kappingarføri.
Argumentið í hesi grein er, at skulu
Føroyar klára seg í altjóða kappingini,
er alneyðugt at hugsa kappingarføri í
týdninginum kappingarpolitikkur. Tað
merkir eisini, at vit mugu endurskoða
okkara vælferðarskipanir, tí tað eru
avgerðir um, hvussu vit skipa væl
ferðarpolitikkin, ið skulu tryggja okkara
framtíðar kappingarføri.
Kappingarføri í einum
globalum búskapi
Ráðandi búskaparligi logikkurin um
kappingarføri byggir á tvey argument:
1) at kappingarføri skapast við at tálma
útreiðslustøðinum á privata marknað
inum, serliga lønunum, og 2) at eitt
høgt útreiðslustøði í tí almenna forðar
íløguhugi, og tí mugu útreiðslur til
vælferð og almenna umsiting sum heild
vera so lágar sum gjørligt. Eru hesar
fyritreytir í lagi, so kemur neyðuga
vinnuliga nýskapanin mest sum av
sær sjálvum.
Umfatandi og høgar almennar
tænastuveitingar við einum aktivum
almennum sektori og einum harav
fylgjandi høgum skattatrýsti eyðkennir
skandinavisku vælferðarsamfeløgini.
Eftir ráðandi logikkinum eiga hesi lond
tí at hava dovnar íbúgvar, lágan pro
duktivitet og vera í stagnasjón!
Paradoksið er, at skandinavisku
londini stútt og støðugt liggja millum
tey allarfremstu londini í heiminum,
ikki bara í sosialari vælferð, men eisini
í búskaparligum vøkstri.
Frágreiðingin liggur í, at politikkur
ger mun. Alheimsbúskapurin, vit í
dag liva í, varð skaptur við tí politikki,
sum Reagan og Thatcher stóðu fyri.
Tað er eisini í stóran mun politikkur
sum forklárar, hví nøkur lond klára
seg betur enn onnur í globalu kapp
ingini. Tey megna gjøgnum aktivan
vælferðarpolitikk at byggja kappingar
førar skipanir og stovnar, t.e. kappingar
føri í einum breiðari týdningi. Tað er
júst hetta, skandinavisku londini hava
dugað serliga væl.
Norðurlendska
vælferðarskipanin
Í altjóða vælferðarganskingini er van
ligt at býta vælferðarsamfeløg upp í
ymiskar typur. Vanligt er at siga, at tað
finnast trý vælferðarmodell. Tey kunnu
vit kalla tað amerikanska, tað euro
peiska og tað skandinaviska modellið
(sí talvu 1).
Styrkina í skandinavisku skipanini
kunnu vit lýsa við tveimum dømum.
Fyrra dømið er danski arbeiðs
marknaðurin, ið er vorðin heimskendur
fyri sín »flexicurity« politikk.
Flexicurity er ein samanseting av
orðunum fleksibilitetur og security
(trygd). Hetta merkir í roynd og veru,
at vinnufyritøkur eru lítið tyngdar av
arbeiðsmarknaðarpliktum og hava tí
lætt við eitt nú at sleppa av við sína
arbeiðsmegi. Tað merkir samstundis, at
tey, sum verða koyrd til hús, fáa rímuliga
trygd gjøgnum ein høgan arbeiðsloysis
stuðul. Og serliga týdningarmikið er,
at hesi fólk fáa ein møguleika aktivt at
koma víðari í lívinum við tilboðum um
meiningsskapandi útbúgving. Hesin
politikkur skapar økt kappingarføri, tí
vinnulívið fær møguleikan at umstilla
seg, tí tað er ikki bundið at tungum
útreiðslum til eitt nú lønir, heilsu- og
sosialtryggingar o.a. Samstundis økir
aktivi arbeiðsmarknaðarpolitikkurin
kappingarførið, tí fólk verða betur
skikkað til at taka á seg størv í øðrum
og oftast betur løntum vinnum.
Ein annar fyrimunur við skandinav
isku skipanini er, at gjøgnum fría út
búgvingarvalið stuðlar hon eini lívsleið,
sum í lítlan mun verður avgjørd av egn
um pengapungi. Útbúgving verður tá
eitt positivt tilval, har tú gert nakað, tú
veruliga hevur áhuga fyri. Hetta er við
til at skapa sosiala útjavning, men tað
skapar eisini kappingarføri. Fortreytin
fyri einum modernaðum búskapi
eru vitan, álit og kreativitetur, sum
verða umsett til hugskot og vinnuliga
nýskapan. Júst gjøgnum eitt frítt og
umfatandi útbúgvingarval fáa menn
iskju hesar eginleikar. Hetta sæst eisini
aftur á betraðum botnlinjum í vinnu
lívinum.
Føroyska vælferðarskipanin
Tað er als ikki óvanligt at meta føroyska
samfelagið sum part av norðurlendsku
vælferðarskipanini.
Kortini hevur eitt nú svenski
sosiologurin Eva Sundström við sínum
arbeiði sligið fast, at Føroyar í stóran
mun – umframt Grønland, men í minni
mun Ísland – skilja seg frá skandinav
iskari vælferð.
Í Føroyum er tað soleiðis, at tín
vælferð í stóran mun er tengd at tín
um tilknýti til arbeiðsmarknaðin, har
tú eisini hevur eina ávísa trygging
gjøgnum ALS. Ert tú uttan fyri ar
beiðsmarknaðin, eru veitingarnar
lágar, og tað eru fáar skipanir – fyri
ikki at siga ongar – sum stuðla undir
eina aktiva persónliga menning. Á
arbeiðsmarknaðarøkinum og sosiala
økinum líkjast vit tí eini blanding av
teirri amerikonsku og suðureuropeisku
skipanini, tvs. oftast tørvsmettar
minimumsveitingar frá tí almenna ella
tað, at ein má líta á familjunetverkið
(sí talvu 1).
Á teimum økjum, sum danski staturin
fram til 1970-80 árini varðaði av, t.e.
útbúgvingar- og heilsutænastum, fylgja
vit tó prinsippunum í skandinaviska
modellinum: tað merkir alment fíggj
aðar tænastur við javnbjóðis atgongd
fyri øll.
Samanumtikið kunnu vit tí siga, at vit
í Føroyum hava eina blandingsskipan,
har tann amerikanska/europeiska er
ráðandi innan produksjónina (arbeiðs
marknaðin), meðan tann skandinaviska
er ráðandi innan reproduksjónina
(heilsuverk, skúla, barnagarðar).
Í báðum førum sigla vit eina vanda
kós. Í fyrra førinum, tí arbeiðsmarkn
aðarpolitikkurin er passiviserandi
heldur enn aktiverandi. Í seinna førinum
er spurningurin um samfelagið ikki
beinleiðis tapir meiri enn tað vinnur,
og tí skal nakað av orku brúkast upp á
útbúgvingarpolitikk okkara.
Kappingarføri og vælferð – tvær síður av somu søk
Vælferð á
vandakós
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska í.
Hesaferð skrivar Gestur Hovgaard.
Gestur Hovgaard
PhD, lektari
í samfelagsvísindum