fríggjadagur 30. mars 2012síða 55
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 30. mars 2012
15
VIKUSKIFTI
Vælferðarfellan
Dagsins ungdómur gongur vanliga 12-
13 ár í skúla og fer síðan antin í læru ella
undir víðari lestur. Alt hetta er alment
fíggjað og tí nærum kostnaðarleyst
fyri tann einstaka. Tá ið samfelagið í
so nógv ár bjóðar fram útbúgvingar til
uppvaksandi ættarliðið, so er eittans
argument fyri hesum: tað er, tí at tað
loysir seg búskaparliga.
Eitt nú hevur danska vísmannaráðið
roknað seg fram til, at hvør persónur við
hægri útbúgving økir um bruttotjóðar
úrtøkuna við millum 3-6 milliónum í
sínum produktiva virkna lívi, væl at
merkja eftir skatt og eftir at útbúgv
ingin er afturgoldin.
Skal alment goldna íløgan loysa seg,
so má tó ein heilt innlýsandi fyritreyt
vera lokin. Hon er, at tann, sum fær hesa
útbúgving goldna av samfelagnum,
eisini livir sítt produktiva lív í sama
landi, sum rindar fyri hana, tí annars
fær samfelagið sjálvandi ikki pengarnar
aftur. Og nú eru vit inni á kjarnanum í
trupulleikanum.
Eftir tí, vit vita, flyta einir 300 ung
dómar við miðnámsskúlaprógvi av
landinum árliga við tí ætlan at taka
onkra hægri útbúgving aðrastaðni.
Mett verður, at gott helvtin av hesum
fólkum ikki venda aftur til Føroya eftir
loknan lestur. Í hesum tølum liggja
vit lutfalsliga langt oman fyri okkara
grannalond, og talið tykist enntá at
vaksa.
Leysliga roknað kostar raksturin fyri
ein fólkaskúlanæming í 2011-krónum
uml. 40.000 um árið. Hetta verða um
leið 400.000 í 10 ár. Ein studentaskúla
næmingur kostar um leið 150.000
krónur í 3 ár.
Teir um leið 150 fráflytararnir
árliga, sum ikki koma aftur eftir
loknan hægri lestur uttanlands, hava
til samans kostað skúlaverkinum einar
80 milliónir krónur. Hetta eru sostatt
pengar, sum samfelagið árliga ger íløgu
í, men sum tað ikki fær aftur.
Skulu vit leggja nevndu útrokningar
hjá danska vísmannaráðnum til grund,
so kundi hvør mistur árgangur upp á
150 føroyingar, umframt at goldið sína
útbúgving aftur og rindað skatt, eisini
økt okkara bruttotjóðarúrtøku við 450
til 900 milliónum.
Kappingarføri gjøgnum
virknan vælferðarpolitikk
Roknistykkið omanfyri er einfalt, men
tað setur perspektiv uppá, at lata vit
standa til, er tað við áhaldandi stórum
tapi av bæði vælferð og kappingarføri
sum avleiðing.
Skandinavisku royndirnar vísa
okkum, at tað er eginleikin at broyta
samfelagsins stovnar at virka í mun til
tann globala veruleika vit liva í, sum
er avgerandi fyri okkara kappingarføri
frameftir. Tí er neyðugt at fáa gongd á
at arbeiða aktivt við kappingarføri í tí
breiða týdninginum, sum nevndur er
omanfyri.
Ongar einfaldar loysnir eru, men
við støði í okkara vitan um styrkirnar
í skandinaviska vælferðarmodellinum,
kunnu vit siga:
At tað er neyðugt at fáa í lag ein
aktivan samanhangandi politikk mill
um vinnu-, arbeiðsmarknaðar-, út
búgvingar- og sosialøkini. Hetta kenna
vit frá skandinavisku skipanini sum
strukturpolitikk, t.e. eina samskipaða
ætlan millum sentralar sektorar í sam
felagnum og sostatt nógv meira enn
bara »vinnupolitikk«.
At grundarlagið fyri kappingarføri
ikki sprettur úr tekniskum fyriskipanum
aleina, men við at byggja breitt á menn
iskjaliga læring og kreativitet. Hetta
merkir, at kappingarføri skapast við m.a.
at satsa upp á útbúgving og eitt aktivt
samanspæl millum almenna og privata
sektorin. Bæði innan sonevndu krea
tivu vinnurnar, innan turismu og innan
eitt nú heilsu- og sosialar tænastur eru
stórir møguleikar í innovasjón í alment-
privatum samanspæli.
At tað er neyðugt at økja um okk
ara vitan og læring. Eitt nú okkara
eginleikar til at læra av teimum mis
tøkum, sum verða gjørd, og at læra av tí
samfelagsgongd, sum er. Tað er soleiðis
vit økja okkara vitan um, hvørjar av
bjóðingar vit hava framyvir. Tað er eis
ini soleiðis vit koma nærri hugskotum
til at loysa framtíðar avbjóðingar
innan heilsu, skúla, almannahjálp,
orku, flutning og almenna/privata
stýring sum heild! Tað hevur eydnast
væl í Skandinavia, og tað kemst eitt
nú av einum breiðum, men aktivum
granskingar- og menningarpolitikki.
Hetta vildi eisini greitt verið ein fyri
munur hjá okkum at havt.
At satsa upp á kappingarføri í tí
breiða týdninginum er í grundini at
satsa upp á okkara menniskjaliga til
feingi til ikki bara at flyta av landinum,
men til at virka, støðast og trívast í
Føroyum.
Talva 1: Tey trý vælferðarmodellini
Amerikanska modellið
Byggir á prinsippið um individuelt og persónligt frælsi á marknaðinum.
Tí skal støðið á tænastum vera so lágt sum gjørligt og bara galda fyri
tey, sum veruliga hava tørv, grundað á eina tørvsmeting hjá tí einstaka
treingjandi. Skipanin verður goldin gjøgnum skattin, ofta supplerað við
hjálp frá hjálparfelagsskapum. Umbýtingin av ágóðum millum sosialar
bólkar er lítil og ongin. Dømi um slíkar vælferðarskipanir eru USA og
Kanada.
Europeiska modellið
Byggir á sokallaða subsidaritetsprinsippið, t.e. at tað almenna ikki blandar
seg, fyrr enn møguleikarnir í familjuni eru brúktir. Staturin kann geva
tilskot, serliga til at nøkta ein familjutørv, eitt nú til barnaansing heima.
Skipanin byggir á tilknýti til arbeiðsmarknaðin gjøgnum kravdar tryggingar.
Umbýting millum sosialar bólkar er nakað av, har skipanin heldur fast í
tradisjonell familjumynstur, eitt nú við heimagangandi mammum.
Týskland og Frakland eru dømi um slíkar vælferðarskipanir.
Skandinaviska modellið
Byggir á prinsippið um universalitet, t.e. at skipanin skal fevna um øll (t.d.
fólkapensjón og barnakekk). Skipanin verður goldin gjøgnum skattin við
stórum umbýti millum sosialar bólkar, t.d. gjøgnum rættiliga progressiva
skattaskipan. Endamálið er at skapa størri javnað millum samfelagsbólkar,
soleiðis at dentur er lagdur á javnbjóðis møguleikar fyri øll. Hendan
skipanin leggur tí dent á eina aktiva íløgu í framtíðina hjá tí einstaka.
Sum navnið sigur er henda skipanin tann, sum er galdandi í skandinavisku
londunum, Danmark, Svøríki, Finnlandi og Noregi, tó við innanhýsis munum
millum londini.
Talva 2: Lestur til víðari inspirasjón
Eva Sundstrøm (2006)
Välfärdspolitiska förhållanden i Västnorden.
TemaNord 2006:520
Huset Mandag Morgen
og Nordisk Ministerråd (2005)
Norden som global vinderregion. På sporet af den
nordiske konkurrencemodel. ANP 2005:777.
John L. Cambell og
Ove K. Pedersen (2005)
Dansk institutionel konkurrenceevne i den globale
økonomi. Copenhagen Business School.
Nordisk Ministerråd (2009)
Nordic Innovation Monitor. ANP 2009:721.
Sum flytifuglar fara einir 300 ungdómar
við miðnámsskúlaprógvi av landinum árliga
við tí ætlan at taka onkra hægri útbúgving
aðrastaðni. Trupulleikin fyri føroyska samfelagið
er bara, at gott helvtin av teimum koma ikki
heim aftur til Føroya eftir loknan lestur