Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-03-30, síða 56
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2012síða 56

‹ fyrra síða allar 56 síður

Tekstur á síðuni

Led Zeppelin ekkó Væl spælandi íslendski bólkurin Dúndurfréttir hevur leygarkvøldið konsert í Norðurlandahúsinum í Havn. Nú Dúndurfréttir vitjar her fyri triðju ferð, verður tað tónleikur hjá bretska rockbólkinum Led Zeppelin, teir fara at framføra. Led Zeppelin teljast millum mætastu bólkar í rocksøguni og hava ein sangskatt av teimum heilt stóru at taka av. Dundurfrettir Norðurlandahúsið Leygarkvøldið 31/3 kl. 21.45 baksíðan... So skilja vit betur, at hann vinnur Pál skúgvaði alla mótstøðu til viks Kringvarp.fo Ikki neyðugt, vit klára tað fínt sjálvi Blachman: Eg vil sløkkja Føroyar Sosialurin Og hvat skal verja fólk fyri Breivik? Skotttrygt glas skal verja Breivik Portal.fo Hvat er tað fyri spjót? Høsnakjøt á spjóti til fýra persónar Kringvarp.fo Nú er tað blivið heilt alvorligt! Vápn til makrelsamráðingarnar næsta ár Kringvarp.fo Hví eitur tað Vágaportalurin? Nýggj ísraelsk lóg bannar klønum modellum Vagaportal.fo Í ranga strúpan lagt til rættis: Eyðun Klakstein Lista um lív ella deyði Í dag letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum við listamanninum Øssur Johannesen. Kinna Poulsen er kurator og hevur samskipað framsýningina. Fyri listamannin Øssur Johannesen kann listin ongantíð verið minni enn ein spurningur um lív og deyða,verður sagt í umtaluni av framsýningini Framsýning við Øssur Johannesen Norðurlandahúsið í Havn Frá fríggjadegnum 30/3 kl. 16.00 Tunnil til Danmarkar? Í vikuni komu ungmannafeløgini á Sandoynni við felagsyvirlýsing, har tey heita á politiska myndugleikan um at stovna partafelagið, sum skal gera Sandoyartunnilin. Feløgini vísa millum annað á, at fólkatalið í Sandoynni lækkar. Hetta fekk tónleikaran Terja Rasmussen at viðmerkja soleiðis á Facebook: Tað er ikki bara í Sandoynni, at fólkatalið lækkar. Tað er galdandi fyri alt landið. Skulu vit so eisini hava tunnil til Danmarkar? Hetta sær sera spennandi út – mann er jú ikki kinesari Tórður Mikkelsen, tá hannskal royna høsnarungarætt í sendingini Mælt BangBangNight Leygarkvøldið verður livandi tónleikur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn, tá ið Swangah Dangah, Gipsy Train og DJ Brynjolfur leggja leiðina framvið. Swangah Dangah er føroyskur rappbólkur, og Gipsy Train er lívligur og festligur bólkur. BangBangNight Føroyahúsið í Keypmannahavn Leygarkvøldið 31/3 kl. 23.00 Evi og Jens Marni í Hvonn Live Countrysongkvinnan Evi hevur verið nógv frammi seinasta árið. Hon hevur verið í Nashville og spælt tónleik inn, og hon hevur givið fløgu út. Leygarkvøldið framførir hon saman við Jens Marna Hansen í sendingini Hvonn Live á Rás2. Tey bæði hava áður framført saman í USA Hvonn Live Rás2 & Hvonn Leygarkvøldið 31/3 kl. 20.00 Við hvørt vinnur mann, við hvørt tapur mann, men mann skal helst vinna eitt sindur oftari, enn mann tapur, so endar tað væl – og tað havi eg klárað higartil. Vinnulívsmaðurin Hanus Hansen um sítt virksemi í fiskivinnuni (Mælt) Eg veit ikki, hvør tað verður, men eg vóni tað verður ÍF! Víkingaspælarin Atli Gregersen svarar spurninginum um, hvør verður arsins flopp í fótbóltskappingini (Norðlýsið)