mánadagur 2. apríl 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tað
er
gott
fótbóltslag
í
Fuglafirði, har tey í løtuni
kenna seg hava marginalirnar
á sínari síðu. Eftir sera tepra
heimasigurin á NSÍ, tá sigurs
málið varð skorað í síðstu løtu,
eydnaðist tað aftur leygar
dagin at vinna á teimum á
Skálafjørðinum.
Hesa ferð var tað 2-0 á
útivølli ímóti B68, og aftur hesa
ferð vórðu málini skorað fram
ímóti dystarenda.
Simon Skibsted er komin úr
Danmark at skora mál fyri ÍF,
og tað er ikki so undarligt, at
hann er væl nøgdur, nú hann
hevur skorað í báðum teimum
fyrstu dystunum:
– Sjálvandi er tað hugaligt,
at tað hevur eydnast so mikið
væl. Eg kenni meg væl í Fugla
firði, og eg haldi, at vit eru á
rættari kós. Spælistílurin er
øðrvísi, enn eg eri vanur við
í Danmark. Har er tað meiri
tilvitað taktiskt, meðan tað her
er meiri við longum sendingum
fram til okkum í álopinum.
Clayton Soares og eg royna
at finna út av tí, og felags
faranarevnini fara heilt víst
at styrkjast, sum kappingin
gongur, segði málskjúttin í
kuldanum eftir dystarlok.
ÍF var leikliga omaná í ikki
serliga væl spælda 1. hálvleiki.
Eyðsýnt var tað í høgra borði,
at tað eydnaðist at bróta
ígjøgnum, men tað kom einki
burturúr, hóast fleiri innlegg
tóktust vandamikil.
Eftir steðgin var heimaliðið
meiri
ágangandi
og
betri
skipað, og tað lá í luftini,
at B68 var nærri máli enn
gestirnir.
Christian
Høgni
Jacobsen var einsamallur við
ÍF málverjanum, men Jákup
Mikkelsen vann tvídystin, og
løtu seinni var tvørtræið ikki
i parti við heimamonnunum,
tá ið innskifti Oddur Højgaard
stýrdi hornasparksinnleggi á
træverkið.
Og so var tað ÍF, sum av
gjørdi: Fyrst skoraði Simon
Skibsted, eftir at Nenad Saric
hevði lagt innfyri úr vinstru,
og lítla løtu seinni var tað
innskifti Jákup Johansen, sum
eftir langa framlegging lyfti
bóltin upp um málverjan.
Heimamenninir
vóru
sjálvandi vónbrotnir. Lands
kappingin er 180 minuttir
gomul. Enn hevur tað ikki
eydnast B68 at skora mál,
og mótstøðumenninir hava
skorað seks ferðir:
– Tað er ikki annað at gera
enn at dríva á. Vit eru sera illa
plágaðir av skaðum í fram
rættaða partinum. Tað kunnu
vit ikki hugsa so nógv um,
nú vit skulu inn til Gøtu. Tað
ræður um at hava fokus á
næstu avbjóðingini, uttan at
hugsa um tað, sum er farið, og
tað gera vit!
Tá ið tað verður talt saman, so
gongur tað upp við marginalum
fyri og ímóti, plagar at verða tikið
til.
Nú kappingin er tvey umfør
gomul, kunnu teir í NSÍ skriva
undir uppá, at higartil er javnvág í
hjá teimum. Í Fuglafirði kendu teir
seg snýttar fyri trý ella í hvussu so
er eitt stig. Í gjár stórfegnaðust teir
um sigurin á TB, og tað var lætt at
skilja.
Veteranurin í miðverjuni, Helgi
L. Petersen, var nøgdur:
– Tað var kanska ikki altíð so
vakurt, men vit sýndu góðan hug
burð, og vit stríddu okkum til fulla
úrtøku. Um vit sammeta henda
dystin við tann í Fuglafirði, so
kendu vit okkum hesa ferð meiri
kroystar, enn vit gjørdu í Fuglafirði.
Tað er undarligt, tí TB er framvegis
stigaleyst, og ÍF hevur seks stig.
Eg vænti, at vit fara at megna at
stríða okkum til fleiri stig, og eg
vænti eisini, at TB fer at vinna
úrtøku heilt skjótt, men so mugu
teir vera neyvari frammanfyri mót
støðumálinum, staðfesti væl nøgdi
Helgi L. Petersen.
Hann var í miðverjuni saman
við Jens Joensen. Men í 33. minutti
varð Jens skiftur út, og í hansara
stað kom Pál Mohr Joensen. Jens
sá gult longu í 21. minutti. Lítla
løtu seinni bríkslaði Petur Reinert
aftur fyri frísparki, og tað sást á
kropsburðinum hjá dómaranum,
at nú var tjóðrið stutt hjá miðverj
anum. Tí var tað, at Kári Reynheim
skifti út.
Tá hevði heimaliðið júst lagt seg
á odda, og bæði í hesum førinum,
og tá ið økt varð um leiðsluna, so
sást tað, at TB hevur trupulleikar í
miðverjuni:
Árni Frederiksberg stakk úr
vinstru bóltin inn um tungu TB
miðverjuna, og Magnus Olsen, sum
var í fremstu røð, rann frá verjuni
og skoraði.
Tíðliga í 2. hálvleiki var Magnus
aftur upp á spæl, tá ið NSÍ økti um
leiðsluna. Hann spældi inn um til
Klæmint A. Olsen, sum rann frá
verjuni og skoraði, og harvið var
brekkan ógvuliga brøtt hjá TB.
Tvøramenn iðra seg av røttum
um, at tað ikki eydnaðist teimum
at vinna fyrstu úrtøkuna í ár. Teir
vóru sera uppsettir og arbeiðssamir,
og teir megnaðu at spæla seg til
fleiri góðar málmøguleikar.
Tað verður altíð ein hypotetiskur
spurningur,
hvussu
tað
hevði
tørnað út, um væl upplagdi Bojan
Timic eftir fimm minuttir hevði
havt marginalirnar í sínum parti,
men bólturin brast í stólpan, og
Rógvi Joensen og Aron Sørensen
iðra seg eisini av røttum.
Síðstu løtuna spenti Milan Kuljic
álopsbogan uppaftur meiri. Teir
høvdu nógv fólk frammarlaga, og
Óli Johannesen varð settur inn í
álopið, men tað segði tað sama.
Kári Reynheim og hansara
menn fegnaðust, og Milan Kuljic og
hansara vóru vónbrotnir. Hósdagin
verður nýggjur møguleiki, tá ið
NSÍ aftur fær vitjan úr Suðuroy,
og TB aftur skal í víggj í torførum
útidysti. Tvøramenn skulu norður
til
Margáir.
Spurningurin
er,
um teir tá fara at finna vegin til
meskarnar!
Full ferð á
fuglfirðingum
Fótbóltur Toftamenn, sum
eru illa sperdir av skaðum, eiga
framvegis fyrsta stigið til góða,
og teir hava heldur ikki enn
funnið vegin til meskarnar
TB finnur ikki
meskarnar
Fótbóltur NSÍ sektaði tungu TB verjuna, og í
hinum endanum vóru tvøramenn ikki nóg neyvir,
tá ið teir spældu seg til góðar møguleikar