mánadagur 2. apríl 2012síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Tveir minuttir og liðugt
Fótbóltur Meistararnir úr B36 gjørdu bart í Klaksvík, har Lukasz Cieslewicz tvær ferðir eftir
tveimum minuttum legði upp til mál. KÍ gjørdi ein vørr at byrja við, men so sat B36 eisini á rest
Hilmar Jan Hansen
B36 er eitt av fýra liðum, sum eftir
fyrstu tvey landskappingarumførini
hava fult stigatal, men teir báðir
dystirnir hava tó verið sum dagur
og nátt. Í tí fyrra mátti liðið stríðast
fyri sakini og bíða til tað evsta av
seks minuttir longu yvirtíðini,
áðrenn tað eydnaðist at vinna, men
í seinna dystinum líktist tað meira
gongdini í fjør, tá B36 endaði ovast
av øllum.
– Ja, hetta hava verið tveir sera
ymiskir dystir hjá okkum. Tað
liggur gjarna væl fyri hjá okkum
í Klaksvík, tí vit hava fólkið til at
spæla flótandi fótbólt, sum riggar
sera væl á einum so góðum vølli
sum tí í Klaksvík, sigur ein av
teimum trimum klaksvíkingunum
á B36-liðnum, Símun Joensen.
– Serliga í seinna hálvleiki lá væl
fyri hjá okkum, og tí bleiv hetta
fyri okkara viðkomandi ein fínur
dystur. KÍ spruttaði eitt sindur at
byrja við, men annars haldi eg, at
vit áttu tað allarmesta.
Hesa allarfyrstu løtuna var
KÍ altso væl við, men megnaði
allíkavæl ikki at skapa avgerandi
støður, og so við og við fekk B36
vunnið sær eitt yvirtak, ið hinvegin
gav vandastøður. Eitt nú noyddist
Andras Gango at toyggja seg
eftir einum skoti frá Jonas Flindt
Rasmussen, Símun Hansen skjeyt á
yvirliggjaran og Atli Danielsen var
eisini nær eina ferð, umframt at B36
fekk onkra frísparksstøðu, ið Súni
Olsen tó einki fekk burturúr.
Tvey sera tøtt mál
Onkursvegna lá tað í luftini, at KÍ
hevði trupult við at fylgja við B36,
sum eftir hálvleikssteðgin gjørdist
uppaftur meira sannførandi. Og
tá so tey bæði tøttu málini komu,
tóktist lítil ivi vera um, hvussu
hesin dysturin mundi fara at enda.
– Sjálvt um einki mál kom í fyrra
hálvleiki, so vistu vit, at kjansir
skuldu nokk eisini fara at koma í
seinna hálvleiki. Tað ráddi bara um
hjá okkum at hava neyðuga tolið og
blíva við at spæla. Og tað vísti seg
eisini, at hetta bleiv ein av hesum
dystunum, har hitt liðið meira
og meira rann aftaná, og tí blivu
spælararnir eisini moyrir til síðst,
sigur Símun Joensen.
Tað blivu tvey sera tøtt mál, ið
avgjørdu dystin, og tað fyrra kom í
veruleikanum eftir ein stóran kjans
til KÍ, tá innskifti Filip Djordjevic
royndi
seg
við
góðum
skoti.
Klaksvíkingar vildu vera við, at
Meinhardt Joensen í B36-málinum
hevði bjargað út til hornaspark,
men B36 fekk málspark.
Og so gekk tað annars skjótt fyri
seg, tí Lukasz Cieslewicz drønaði
fram í høgru síðu og sendi innfyri
til Róald Jacobsen, ið skoraði til 1-0.
Ikki gingu meira enn tveir minuttir,
so var Lukasz farin avstað í vinstru
síðu og fekk frá baklinjuni lagt
innfyri til Súna Olsen, ið staddur
mitt fyri kundi skora til 2-0.
Framvegis var hálvur tími eftir
av dystinum, men heldur enn at KÍ
fekk reist seg aftur, var tað heldur
B36, ið fleiri ferðir var nærri við at
økja og í løtum spældi so væl, at
dysturin minti um tað kenda enska
hugtakið, »men against boys«.
Rutinan nógv at siga
– Eg trúgvi, at rutinan hevði
nógv at siga fyri, hvussu hesin
dysturin spældi av, tí vit megnaðu
at halda fast í okkara egna spæli
og góvu tol. Vit vistu, at KÍ hevði
geistin, sum eisini sást ta allarfyrstu
løtuna, men teir megnaðu bara ikki
at halda fast við tað, sigur Símun
Joensen.
– Tað ørkymlaði okkum eitt
sindur, at teirra tríggir ella fýra
fremstu
spælarar
beinanvegin
royndu at órógva okkum, men so
skjótt vit vóru komnir fram við
teirra fyrsta pressi, var gott pláss
hjá okkum at spæla, og tí kundu vit
so líðandi seta okkum á dystin.
Sostatt er B36 at síggja til
komið aftur á slóðina og heldur
fram, sum liðið endaði í fjør, og
dysturin í gjár vísti í øllum førum,
at grundleggjandi dygdirnar eru
tær somu, hóast onkrar broytingar
annars eru á liðnum. Eitt av hinum
liðunum við fullum stigatali, ÍF,
vitjar í Gundadali skírisdag, og
tá fæst kanska enn ein ábending
um, hvat B36 anno 2012 veruliga er
vert.
KÍ, sum fyri viku síðani fekk
frálíkan javnleik á útivølli ímóti
EB/Streymi, megnaði ikki at fylgja
upp á heimavølli, men enn eru so 25
umfør eftir, ið kunnu flyta nógv. Tað
ber næstan til at siga, at B36 plagar
at vinna í Klaksvík, so óivað koma
eisini aðrir dystir og onnur úrslit.
hilmarjan@sosialurin.fo
Í løtum spældi B36 so væl ímóti KÍ í Klaksvík í gjár, at tað minti ikki sørt um kenda enska hugtakið, »men against boys«
Myndir: Oliver Joensen/Norðlýsið