mánadagur 2. apríl 2012síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Sundalagið er í ódnarveðri
Fótbóltur Men EB/Streyma venjarin heldur ikki, at liðið hjá honum er í kreppu, hóast tapið í
Sarpugerði ber við sær, at tað eru fimm stig millum oddaliðið og favorittarnar í Sundalagnum
Lagið var einki serligt á gestunum,
tá ið Eiler Rasmussen í øllum
kuldanum í Sarpugerði fríggja
kvøldið hevði bríkslað fyri síðstu
ferð.
Víkingarnir fegnaðust stórliga,
og tað var so sjálvsagt, at annar
parturin var á toppinum og hin á
botni.
– Vit staðfesta, at úrtøkan
burtur úr tveimum teimum fyrstu
umførunum er eitt stig, og at vit
longu nú eru fimm stig frá teimum
fremstu, ásannaði Heðin Askham,
sum er venjari hjá EB/Streymi.
Hann minnist aftur á síðsta
kappingarár, tá ið liðið hjá honum
vann silvur í landskappingini og við
kappingarlok hugdi aftur á nógvu
kiksararnar í fyrsta triðingi av
kappingini.
– Hetta var ikki tað, sum vit
høvdu ætlað, men eg haldi ikki, at
tað er orsøk at fara í panikk. Nú
hava vit fokus á Skírisdegi, tá ið
steypadystur verður á skránni ímóti
ÌF, sum jú hevur staðið seg ógvuliga
væl. Í fyrstu dystunum hava vit
havt marginalirnar ímóti okkum.
Ímóti KÍ áttu vit at havt avgjørt í
1. hálvleiki. Tað gjørdu vit ikki, og
fram ímóti dystarenda rindaðu vit
prísin, sigur Heðin Askham.
Tað var sama skilið ímóti Víkingi,
tá ið tit beinanvegin høvdu risa
møguleikar?
– Tað er rætt. Arnbjørn, Hans
Pauli og aftur Arnbjørn høvdu
trífaldan málmøguleika beinan
vegin, men Geza Turi bjargaði
sera væl, og hann hekk heilt uppi
í málhorninum, tá ið Hans Pauli
Samuelsen stutt undan steðginum
sendi fríspark ímóti Víkinga mál
inum.
Qvist er ikki Finnur
Bæði heimamálini vórðu skorað
eftir deyðbóltsstøður. Tá ið Víkingur
næstsíðsta sunnudag vann 2-0
í Vági, vóru tað miðverjin Atli
Gregersen og vongverjin Bárður
Hansen, sum skoraðu. Heldur ikki
ímóti E B/Streymi eydnaðist tað
danska Lasse Qvist at finna vegin
til meskarnar.
Tað var eftir hornaspark, at
heimaliðið setti hol á, tá ið tað
restaðu tíggju minuttir av 1. hálv
leiki. EB/Streyma miðvallarin Sorin
Anghel varð skrásettur fyri at hava
gjørt sjálvmál.
Stívliga tjúgu minuttir undan
leikloki skoraði verjukendi mið
vallarin Evrard Blé sigursmálið fyri
heimaliðið. Kaj Leo í Bartalsstovu
legði hornaspark innfyri, og Blé
stýrdi bóltin í málið.
Víkinga venjarin, Jógvan Martin
Olsen, var væl nøgdur við, at tað
hevði eydnast at vinna fulla úrtøku,
men hann ásannaði, at tað hevði
riðið um snarið.
– Tað er liðið, ið sleppur undan
flest mistøkum, sum vinnur. Í Vági
gjørdu vit ikki stórvegis mistøk, og
tað gjørdu vit heldur ikki hesa ferð.
Arnbjørn Hansen er sera vanda
mikil, hóast tað ikki alla tíðina sæst
so nógv til hansara. Vit royndu at
hava hann í stuttum tjóðri. Tað
eydnaðist fyri tað mesta. Eina ferð
varð hann leysur, eftir at Sorin
Anghel hevði stútað upp á tvørs, og
so var mál og javnleikur, staðfestur
Jógvan Martin Olsen.
Tit hava vunnið fulla úrtøku,
men síggja tit tað sum trupulleika,
at nýggi álopsspælarin ikki hevur
skorað enn?
– Í fjør var Finnur Justinussen
toppskjútti hjá okkum og í føroysku
kappingini sum heild. Vit sakna
hann. Lasse Qvist hevur sínar
dygdir, men hann er ikki avloysarin
hjá Finni Justinussen, sum líkar
væl at vera í brotsteiginum. Lasse
leitar aftur á vøllin og út í borðini,
og hann hevur tískil aðrar kvalitetir
enn vit minnast Finnur Justinussen
at hava.
Nýggj uppstilling
Liðini mintu um seg sjálvi í upp
stillingini. Hjá Víkingi var tað
merkisvert,
at
Hans
Jørgen
Djurhuus var mest framrættaði mið
vallarin, sum royndi at samanspæla
við Lasse Qvist, og annars vóru tað
Hanus Jacobsen og serliga Bárður
Hansen, vongverjarnir, ið stóðu
stinnir í myndini.
Hjá EB/Streymi kom Pauli G.
Hansen ikki á vøllin fyrr enn tað
restaðu tíggju minuttir.
Tað sást beinanvegin munur á,
og tí er at undrast yvir, at Pauli ikki
var við frá fyrsta bríksli:
– Pauli fór so seint undir
venjingarnar. Higartil hava Paulig
og vit ikki mett, at hann var tøkur
í 90 minuttir, men men tað er væl
hugsandi, at hann fer at spæla meiri
næstu dystirnar, enn hann higartil
hevur gjørt, sigur Heðkn Askham.
Higartil hava teir í EB/Streymi
ikki verið so skaðaplágaðir í ár, sum
teir vóru tað í fjør. Fríggjakvøldið
noyddist Pætur Dam Jacobsen av
vøllinum eftir ein lítlan hálvan
tíma.
– Talan er um liðbandsskaða, og
tað tykist sannlíkt, at Pætur ikki
verður førur fyri at spæla næstu
vikurnar. Tá ið tað er so, so kemur
tað sera væl við, at Pauli G. Hansen
er um at koma upp í snúningar,
og at Levi Hanssen skjótt verður
tøkur aftur. Hann er burturstaddur
í lestrarørindum, men hann kemur
heim í vikuni, og so fáa vit at síggja,
hvussu væl hann er fyri, sigur EB/
Streyma venjarin, ið ikki ætlar sær
at gera tær stóru broytingarnar,
hóast EB/Streymur bara hevur
vunnið eitt stig:
– Sum sagt so halda vit okkum
ikki hava havt eydnuna við okkum,
men tað vænta vit fer at venda, tá
ið talið av mistøkum verður lægri,
enn tað higartil hevur verið.