Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Framvegis hanga vestmenningar væl við í kappingini við hoyvíkingar um at møta KÍF í FM-finalunum. Og óivað mundi greiði sigurin á klaksvíkingum leygardagin kynda upp undir sjálvsálitið, so trúgvin upp á tað er minst líka livandi, nú tann ultimativa uppgerðin verður í Vestmanna skírisdag, tá H71 kemur á vitjan. Hetta verður dysturin, ið skal avgera tað heila, tí vinnarin kann vera nokk so vísur í, at tað røkkur allan vegin. Men ikki meira enn »nokk so«, tí vinna hoyvíkingar, hava teir ein munandi betur møguleika enn vestmenningar, ið eisini skulu takast við kollfirðingar annan páskadag, meðan H71 tá skal spæla á Skála ímóti StÍF, ið má metast sum munandi veikari mótstøða. Her eru altso fleiri møguleikar fyri, hvussu tað heila spælir av, men leygardagin læt VÍF so ongan iva vera um sín dyst. Kortini royndust teir í Team Klaksvík enn eina ferð tungir at syfta ein stóran part av dystinum, men eftir steðgin var VÍF klárt betra og treystara liðið, og tí kundi eingin fingur setast á sigurin, ið var sannførandi. Nógv kundi bent á, at teir í VÍF eru so passaliga væl upphitaðir at taka ímóti H71, sum í sínum lagi mann kenna hitan enn eftir sín greiða sigur á einasta liðnum, sum við vissu verður í FM-finalunum, KÍF. Atlantic Airways Deildin menn nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 KÍF 23 647 519 128 40 2 H71 22 608 574 34 28 3 VÍF 22 602 573 29 28 4 Neistin 23 627 610 17 24 5 Team Klaksvík 22 598 660 -62 14 6 StÍF 22 516 599 -83 12 7 Kyndil 22 511 574 -63 10 Hilmar Jan Hansen aEi undur í, at summi eru farin at spyrja seg sjálvi, um kollfirðingar eru blivnir linir í kongunum, nú teir nærkast síni fyrstu FM- finalu og møguleikanum at vinna føroyameistaraheitið í manshondbólti fyri fyrstu ferð nakrantíð. Okkurt kundi bent á »gummiaarmar«, men tað ber eisini til, at hetta bara er ein máti at rura møguligar mótfinalistar í svøvn. Hvussu er og ikki, so fekk KÍF eina flongju í Hoyvík í gjár, har tað eftir javnleik í steðginum allan seinna hálvleik á tamb bara peikaði tann vegin, H71 vildi hava tað. Onkra løtu vóru níggju mál á muni, men tá avtornaði, vunnu hoyvíkingar á kollfirðingum við seks málum. At dysturin fór at koppa til fyrimuns fyri heimaliðið í Hoyvíkshøllini, sást eisini fleiri ferðir í fyrra hálvleiki, tí tað var mestsum alla tíðina soleiðis, at H71 setti dagsskránna. Munurin var bara, at fyri tað nógva megnaði KÍF at fáa H71 aftur ferð eftir ferð fyrra hálva tíman, men tann seinna hálva tíman var liðugt. Merkisvert var, at hóast kollfirðingar mansvardu Bogdan Florea frá byrjan av, so megnaði hann allíkavæl at gerast toppskjútti hjá H71 við 11 málum. Skuldu hesi bæði blivið finaluliðini, er einki at ivast í, at KÍF má finna eitt dugandi móttrekk. Hinvegin var hetta nokk ikki besti gesturin hjá kollfirðingum, ið møguliga hefta seg við, at vánalig aðalroynd kann enda við góðar framførslu… H71: Bogdan Florea 11, Poul Kjartan Dam 5, Dánjal Tórgarð 5, Rógvi Sørensen 3, Sigmundur Dahl 2, Sigmundur Nolsøe 2, Rúni Højgaard 1 KÍF: Hans Áki Dal-Christiansen 4, Nicklas Selvig 4, Ási Dam 3, Rúni Joensen 2, Teitur Joensen 2, Jákup Trygvason 2, Rógvi Weyhe 2, Arnbjørn Hansen 1, Gert Hansen 1, Hans Eli Sigurbjørnsson 1, Tony Weyhe 1 hilmarjan@sosialurin.fo H71-KÍF 29-23 (11-11): H71 koppaði KÍF VÍF-Team Klaksvík 32-25 (17-13): VÍF gjørdi sítt Hilmar Jan Hansen Neistin hevur longu fingið staðfest, at tað ber ikki á mál hesa ferð, og tí verður felagið, sum hevur vunnið trý meistaraheiti síðstu fýra árini, ikki partur av endaliga gullstríðnum á hesum sinni, tí greitt er, at bara hoyvíkingar ella vestmenningar teoretiskt hava møguleika at fara í finaluna ímóti kollfirðingum. Sostatt var púrt einki at spæla um, tá StÍF í gjár vitjaði í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Tað sást eisini aftur, tí ikki var tað stóra skilið á spælinum og slett eingin neyvleiki heldur. Men sjálvt um Neistin alla tíðina hevði hug at fara eitt sindur avstað, vildi StÍF ikki sleppa, og soleiðis togaðust liðini tað mesta av dystinum. Í seinasta enda hevði Neistin tó munin og vann við fimm málum, men eftir stendur, at tað í vetur ikki verður meira enn eitt fjórðapláss til Neistan, ið eftir á dystarskránni bara hevur grannauppgerðina ímóti Kyndli. StÍF er næstaftast, nú tveir dystir eru eftir, og nógv kundi bent á, at hetta eisini verður støðan hjá strandingum, tá árið er av. Men møguleikin fyri at fáa Team Klaksvík aftur, sær út til at vera heldur minni, enn møguleikin fyri, at Kyndil kann fáa StÍF aftur, men tað liggur alt líkasum í hondunum á klaksvíkingum, ið hava bæði Kyndil og StÍF eftir at spæla ímóti. hilmarjan@sosialurin.fo Neistin-StÍF 25-20 (13-10): Einki at spæla um