Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Tað er longu langt síðani, at Neistakvinnur vistu av, at tær komu í FM-finalurnar, og síðani hava verið onkur úrslit, ið ikki heilt hava verið eftir vild. Men í gjár vístu tær seg frá síni bestu síðu, skutu ikki færri enn 40 mál og vunnu ein sannførandi sigur á StÍF, sum var og vitjaði í Havn. Serliga ta allarfyrstu løtuna av dystinum sat Neistin á øllum og var í roynd og veru í ferð við veruliga at eyðmýkja gestirnar. Tá tað var farið at nærkast hálvleikssteðginum, var Neistin eitt skifti á odda 19-6, men StÍF fekk minkað um munin fyri steðgin, og í seinna hálvleiki sá tað ikki so ræðuliga einvegis út, sum tað gjørdi teir fyrstu næstan 25 minuttirnar. Óivað er tað eitt sindur torført at halda stríðsviljanum uppi, tá tú einki hevur at missa við einum tapi og lítið at vinna við einum sigri, men Neistin hevur so reist seg aftur eftir kanska serliga tveir ósigrar í síðstuni, harav tann fyrri ímóti Tjaldri mundi vera eitt sindur pínligur og tann seinni ímóti Stjørnuni tað, sum kundi henda. Nú bendir so alt á, at tað verða Neistin og Stjørnan, ið møtast í finalunum um føroyameistaraheitið, og óansæð, so ber til at siga, at Neistin í gjár hitaði væl upp og syrgdi fyri at hava máltevið í lagi, áðrenn alt skal avgerast í tveimum ella trimum finaludystum. Neistin: Birita Wardum 10, Barbara Brauer 9, Jacklin Djurhuus 5, Bára Hansen 5, Nicoleta Radu Hansen 3, Annika Thomsen 3, Marjun F. Danberg 2, Elin 2, Nanna í Stórustovu 1 StÍF: Rebekka Justinussen 15, Fríðrun Danielsen 9, Ásgerð Káradóttir 2, Birna Tummasardóttir 2 hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Alt meira bendir á, at Stjørnan megnar at halda fast og røkka í FM-finaluna ímóti Neistanum, meðan VB- kvinnurnar koma at sita eftir við bronsuni. Í øllum førum var eingin slingur í valsinum hjá klaksvíkskvinnum, tá botnliðið Tjaldur vitjaði í KÍ- høllini í gjárkvøldið. Eftir fyrstu trilvandi fimm minuttirnar setti Stjørnan seg tungt á dystin og hevði longu í hálvleikinum vunnið seg 10 mál framum. Sum seinni hálvleikur leið, bara øktist munurin, so tað endaði við einum greiðum stórsigri til Stjørnuna. Eitt sindur løgið at ímynda sær, at júst hesi bæði liðini fyri einum ári síðani spældu steypafinalu og undan tí tvey ár á rað spældu FM-finalur. Men meðan Stjørnan sá skerd út við ársbyrjan, hevur liðið spælt seg veruliga upp, og hinvegin hevur somuleiðis skerda Tjaldur snøgt sagt ikki havt liðið til at standa seg frægari. Nú bara tvey umfør eru eftir av landskappingini, er Stjørnan tvey stig og nógv mál framman fyri VB, umframt at hava staðið seg betur í innanhýsis dystunum teirra millum, so skal VB sleppa framum, skulu vágskvinnur vinna teir báðar írestandi dystirnar og Stjørnan tapa sínar báðar. Fáur man trúgva, at tað fer at henda! Stjørnan: Corina Demeterca 7, Ella Petersen 5, Simona Petersen 5, Bára Skaale Klakstein 4, Annika Ljósstein 4, Una Olsen 4, Judit Hansen 3, Lovisa Lassen 3, Rosa Lassen 2, Anna Jakobsen 1 Tjaldur: Adina Petrea 9, Ansy Sevdal 5, Barbara Nygaard 2, Sólfríða Pattinson 2, Dania S. Poulsen 2, Rannvá Jacobsen 1, Alina Olrau 1 hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Hóast øll odds eru ímóti, so roynir VB at spæla fyri sínum møguleika at koma í FM-finaluna, nú Sunset- kappingin hjá kvinnunum av álvara er farin at halla. Og tá VB- kvinnurnar leygardagin vitjaðu í Vestmanna, fingu tær helst harðari mótstøðu, enn tær høvdu væntað sær, so tað er upp á ongan máta lætt hjá VB at røkka ómøguliga málinum. Dramatikkur var í dystinum til tað síðsta, og í roynd og veru peikaði tað mesta á, at talan skuldi gerast um ein heimasigur til VÍF, sum var á odda við trimum málum, tá bara góðir fimm minuttir vóru eftir. Hevði VÍF vunnið, hevði VB eisini teoretiskt mist møguleikan fyri eini finalu. Tvørturímóti gjørdist tað til ein spennandi enda á dystinum, har VB kom afturíaftur og enntá fekk hálað seg framum. Tá tveir minuttir vóru eftir, megnaði VB at koma upp á 24- 24 og í hesum góða endaspurtinum fingu vágskvinnur enntá eitt mál aftrat, so tær vunnu 25-24. Hóast sigurin var kærkomin hjá VB og tapið argandi fyri VÍF, ið stóð seg væl, kann staðfestast, at vestmannakvinnur hava havt ein góðan vetur, ið kann enda við einum fimta plássi. Somleiðis hevur VB staðið seg væl, hóast nógv bendir á, at tað akkurát ikki fer at røkka til FM-finalur, nú tað allarseinasta av kappingini skal avgreiðast. VÍF: Simona Iacob 7, Agnas Olsen 6, Liljan Djurhuus 4, Tóra Seloy 4, Linda Davidsen 3 VB: Laila Jespersen 6, Helga E. Kjærbo 5, Guðrið K. Mortensen 5, Rannvá Johannessen 4, Natasha Ivanovski 3, Andrea Nielsen 2 hilmarjan@sosialurin.fo Sunset Deildin kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 23 737 546 191 40 2 Stjørnan 22 590 512 78 32 3 VB 22 560 511 49 30 4 Kyndil 22 589 550 39 21 5 VÍF 22 537 585 -48 15 6 StÍF 22 519 577 -58 14 7 Tjaldur 23 514 765 -251 4 Neistin-StÍF 40-28 (20-12): Neistin hitar upp Stjørnan-Tjaldur 38-22 (23-13): Stjørnan á finalu- kós VÍF-VB 24-25 (11-13): VB vann akkurát