mánadagur 2. apríl 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
13
Sosialurin
HB við fullari ferð
Ikki sannførandi, men tað
rakk til 3 stig í Vági
Fótbóltur s19
Tveir minuttir og liðugt
Meistararnir úr B36 gjørdu bart í Klaksvík, har Lukasz Cieslewicz
tvær ferðir eftir tveimum minuttum legði upp til mál
Fótbóltur s17
Ítróttarblaðið
Magnus skjótastur í ríkinum
Svimjing Um vikuskiftið hevur Magnus Jákupsson sett føroyskt met í bæði 50 og 100 metra
ryggsvimjing, og á 50 metrum var hann skjótari enn skjótasti danski juniorurin hevur verið tað
Hilmar Jan Hansen
Ungi
havnarmaðurin,
Magnus
Jákupsson, sum gott og væl síðsta
hálva árið hevur svomið niðri, har
hann hevur funnið góðar umstøður
og avbjóðingar, royndist aftur um
vikuskiftið sera væl í kapping, tá
hann var við í meistarastevnuni
fyri lið í donsku liguni, sum er besta
deildin í Danmark.
17 ár Magnus svimur fyri felagið
VAT, ið er stytting fyri Vestegnens
Aqua Team, eftir at hann annars
hevur fingið sín uppvøkstur sum
svimjari í Havnar Svimjifelag.
Væl hevur ligið fyri hjá honum,
síðani hann flutti niður, tí tað hava
úrslitini víst, og hann eigur fleiri
føroysk- og juniormet.
Leygarmorgunin setti Magnus
nýtt føroyskt met og nýtt juniormet
í 50 metra ryggsvimjing við tíðini
25.22 sekund, sum var 0,28 sekund
skjótari enn gamla metið, sum
Magnus sjálvur setti á eini stevnu
í St. Dizier í november í fjør, veit
heimasíðan svimjing.com at siga.
Uppaftur meira merkisvert er, at
nýggja mettíð hansara var skjótari
enn
danska
juniormetið,
sum
Mathias Gydesen setti í 2006. Sami
Gydesen var um vikuskiftið bara
ein hundraðpart av einum sekundi
frá at svimja seg til OL í 100 metra
ryggsvimjing.
Seinni
leygardagin
gjørdi
Magnus Jákupsson enn ein vørr, tá
hann eisini á 100 metra teininum
í ryggsvimjing setti føroyskt met.
Nýggja tíð hansara er 54.45 sekund
og er meira enn eitt hálvt sekund av
gamla metinum upp á 55.01 sekund,
sum Magnus setti í NJM-kappingini
í fjør. Her er talan eisini um nýtt
juniormet.
Góða gongdin hjá Magnusi í
donsku liðkappingini er eitt bein
leiðis framhalda av úrslitunum,
hann fekk í Danish Open herfyri,
har tað eydnaðist honum at seta
trý nýggj føroysk met og trý junior
met.
Í fjørsummar var Magnus við
í EJM-kappingini í Beograd, har
hann í fimm kappingum setti fimm
nýggj føroysk met og juniormet, og
á Oyggjaleikunum á Isle of Wight
vann hann trý gull-, fimm silvur-
og eitt bronsuheiðursmerki fyri
Føroyar.
hilmarjan@sosialurin.fo
17 ára gamli svimjarin, Magnus Jákupsson, hevur aftur um vikuskiftið sett bæði føroysk met og juniormet í kappingum niðri
Mynd: Álvur Haraldsen