Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til mína elskaðu mostur Til eina kvinnu,sum var nakað serligt Tá harðast leikaði á visti eg hvar tú var Nú eri eg als ikki sikkur Skal eg til vinstru ella bara har? Nú veit eg als ikki Eg veit væl at tú hvílir Eg veit væl at tú smílir Eg veit at tú sær Men hvat við mær? Gongur tú nú sum tú altíð vildi? Dansar tú í stórum gildi? Hvussu skal eg alt hetta vita? Eg má bara gita Regn dropar detta nú sum frá brúsu Einki er sum tá tú fór frá húsum Leingist at hava teg her Meir enn nakað annað í hesu verð Hoyri onnur, hatur og klandur Hjá okkum vóru tað dreymar og gandur Skiljast mugu øll einaferð Fylgjast tá vilja úr hesi verð Eg vil minnast hugna kvøld Tú lurtaði og vit spældu tónleik Eg vil altíð minnast okkara kvøld Kærleikin fylti so vit kendu ongan tómheit Kristina Men fyrsta dagin í vikuni kemur Maria Magdalena tíð­liga á morgni, meðan tað enn er myrkt, til grøvina, og hon sær, at steinurin er tikin burt frá grøvini. Hon fer tá rennandi og kemur til Símun Pæturs og til hin lærusveinin, hann sum Jesus elskaði, og sigur við teir: »Teir hava tikið Harran úr grøvini, og vit vita ikki, hvar teir hava lagt hann.« Tá fór Pætur út og hin lærusveinurin, og teir komu til grøvina. Men teir runnu báðir saman, og hin lærusveinurin rann undan, skjótari enn Pætur, og kom fyrr at grøvini. Og tá ið hann kagaði inn, sá hann línklæðini liggja har, men fór tó ikki inn. Tá kemur eisini Símun Pætur, sum fylgdi aftan á honum, og hann gekk inn í grøvina; hann sá línklæðini liggja har, og sveittadúkin, sum hann hevði havt um høvdið, sá hann liggja, ikki saman við línklæðunum, men samanballaðan á einum staði fyri seg sjálvan. Tá fór nú eisini hin lærusveinurin inn, sum fyrr var komin til grøvina, og hann sá og trúði. Tí at enn høvdu teir ikki skilt skriftina, at hann átti at rísa upp frá deyðum. Lærusveinarnir fóru tá heim aftur til sín sjálvs. Jóhs. 20, 1 - 10. Soleiðis ljóðar páska­boð­ skapurin til okkara, aftur og aftur ljóðar tann lívssæli boðskapurin, at hann sum Langafríggjadag var hongdur upp á krossin á Golgata, og var lagdur í grøv, stóð upp aftur Páskamorgum, okkum til bjarging frá tí ævigu glatan. Tí eru Páskirnar vónar­innar hátíð; tann dag tá vit koma til persónliga trúgv á hetta undurverkið, sum hendi við Jesusi, hansara deyða og uppreisn, verður skapa ein livandi vón í lívi okkara, sum eingin ella einki kann taka frá okkum; tað ber okkum gjøgnum alt lívið her og til seinast gjøgnum deyðans dal, sum vit fyrr ella seinri mega ígjøgnum. Vit hava nú aftur gjøgnum hesa føstutíðina fylgt við Jesu líðing og deyða fyri okkara lagnu í ævinleikanum; hetta er av avgerandi týdningi fyri foldarlív okkara, at vit geva hesum gætur, hvussu nógv Jesus, Guds sonur mátti ígjøgnum fyri at vit skulu verða bjargaði heim aftur í tað lívsæla Paradís, sum Ádam og Eva vóru rikin út úr hin lagnutunga dagin tá syndin kom inn í heimin. Tað er bara ein vegur vit hava at ganga, um vit skulu verða bjarga heim í Paradís, og tað er vegurin um Golgata; hevur tú eins og burturfarni sonurin tikið tað avgerð at venda aftur til faðirhúsið sum tú fór út úr, soleiðis sum skriva stendur: Tá gekk hann í seg sjálvan og segði: »Hvussu mangir bønarmenn hjá faðir mínum hava ikki yvirflóð av mati, men eg doyggi her í hungri! Eg vil standa upp og fara til faðirs míns og siga við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín; lat meg sleppa at vera sum ein av bønarmonnum tínum?« « Og hann reistist og tók at ganga til faðirs síns. Men meðan hann enn var langt burtur, sá faðir hansara hann og tókti stórliga synd í honum; og hann kom rennandi og hálsfevndi hann og kysti hann. Men sonurin segði við hann: »Faðir, eg havi syndað ímóti himlinum og ímóti tær; ikki eri eg longur verdur at eita sonur tín.« Men faðirin segði við húskallar sínar: »Farið eftir teimum bestu klæðunum og latið hann í tey, og setið ring á fingurin á honum og gevið honum skógvar upp á føturnar; og farið eftir gøðingarkálvinum og drepið hann, og latum okkum eta og vera glaðar! Tí at hesin sonur mín var deyður og er livnaður aftur, hann var farin og er fingin aftur.« Og teir tóku at halda sær á gaman. Luk. 15, 17 - 24. Hvussu hevur tú tað við Jesus, leingist tú eftir at koma aftur til hansara, um so er at tú er farin frá honum? So skal eg siga tær at tað verður ein ovurhonds stór gleði heima í Himli, yvir at tú ert heimafturkomin; ger álvara av tí beinanvegin, og tú kemur at fáa einar gleði­ ligarPáskir, og kanst takka fyri tað sum Jesus gjørdi júst fyri teg. Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rann­saka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin! Sálm. 139, 23. - 24. Eg fari hervið at enda við einum Páskasálmi, sum eg havi yrkt til Páskirnar 2012. Gleðiligar Páskir í Jesu navni. Kjartan Stakksund, 1. Á foldum nú páskasól roðar av himni, nú vónin hon lýsir úr hjartanna dimmi; har vónloysið ráddi, har vónin nú lýsir, at Jesus sín kærleika til oss her visir. 2. Nú Jesus av grøvini reistur man verða, hann vildi for syndarar verkið fullgerða; í honum um ævir vit lív kunnu eiga, hann lovar, hann vil oss á vegnum her leiða. 3. Nú Jesus, hann livir og vit skulu liva, tí nýtist ei okkum at plágast av iva; sum her eiga trúnna á hansara náði, hjá honum er vernd og hin fullkomni skái. 4. Nú kann eg ei annað enn Jesusi prísa, at hann oss sín kærleik og náði vil vísa; hann ofraði lívið á Golgata krossi, tí er tað mítt friðsæla, halgasta plássi. 5. Mín trúfasti Frelsari, Harri og Kongur, her smalur er vegurin, mangan so trongur; men tú ert mín styrki, mær hjálpir í neyðum, mín vón er tú Jesus, sum reis upp frá deyðum. 6. Mín vón nú er Jesus, og hansara náði, tað hjálp sum eg treingi, frá honum eg fái; tøkk, Jesus, tú keypti meg við tínum blóðið, øll æran er tín her, mín frelsari góði. Kjartan Stakksund, 20. januar 2012. Nøvn Páskir Páskasálmur Lag : Eg sá hann sum barn. Dk. 210. 211. Hj. 187..