mánadagur 2. apríl 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Liðug at vera Síðu-9 genta
– Eg havi havt nakrar fantastiskar upplivingar, sum eg ongantíð hevði verið fyri uttan. Tað
sigur stripparin Victoria Wild, sum nú ætlar at brúka meira tíð upp á lesnaðin og karate
Ranvá G. Fossaberg
Hóast hon fyri stuttum bleiv
kosin at vera Ársins Síða-9
genta hjá Ekstra Blaðnum
annað árið á rað, ætlar hon
sær ikki at vinna heitið eina
triðju ferð.
– Tað er stuttligt at verða
Ársins Síða-9 genta annað
árið á rað, men nú ætli eg
mær at brúka meira tíð
upp á kampítrótt og mína
skúlagongd á Copenhagen
Business Academy, sigur 29
ára gamla Victoria Wild, sum
um vikuskiftið var gestur í
sendingini Hvonn Live á Rás2.
Sambært føroyska stripp
aranum hevur hon fingið
ógloymandi upplivingar sum
strippari og Síða-9 genta.
Liðug við Síðu-9
Tað byrjaði alt við, at Victoria
Wild kundi hugsað sær nakr
ar frekar myndir av sær
sjálvari. Hon valdi tí at fara
til Ekstra Blaðið, soleiðis at
tey kundu taka myndir av
sær, sum so komu á síðu 9 í
avísini.
– Aftan á tað gekk tað
rættiliga skjótt, og eg havi
fleiri ferðir síðani verið á síðu
9 í Ekstra Blaðnum, sigur
Victoria Wild, sum tó ikki
verður at síggja á tiltiknu
síðuni hjá Ekstra Blaðnum í
framtíðini.
– Eg havi ongar ætlanir
um at halda áfram. Ikki tí,
eg ivist ikki í, at eg hevði
kunnað blivið Ársins Síða-9
genta triðja árið á rað, men
nú vil eg brúka tíðina upp á
onnur ting, greiðir Victoria
Wild frá.
Hon er byrjað at venja
ymiskar kampítróttir, og um
ein góðan mánað luttekur
hon í Roskilde Cup, har hon
ætlar at gerast meistari í
karate.
– Í løtuni venji eg rættiliga
miðvíst, tí eg havi meldað
meg til eina kapping í karate,
og eg fari so hundrað prosent
eftir gullinum.
Um
dagarnar
gongur
Victoria Wild á Copenhagen
Business Academi, har hon
lesur marknaðarføring, og
hon ætlar sær at brúka meira
tíð upp á skúlan komandi
tíðina.
– Mær dámar væl útbúgv
ingina, sum eg eri farin í holt
við og vil gjarna nýta meira
av tíðini til tað. Nú eftir
páskafrítíðina skal eg eisini
til nakrar próvtøkur.
Í veitslu hjá Manson
Sum Ársins Síða-9 genta
og strippari hevur Victoria
Wild hitt nógvum ymiskum
fólkum og fingið nógvar
upplivingar. Eitt nú var
hon fyri stuttum í Los
Angeles, har hon endaði í
stórari føðingardagsveitslu
hjá
kenda,
amerikanska
tónleikaranum
Marilyn
Manson.
– Eg havi altíð verið stórur
Britney Spears fjeppari, og tí
vildi eg inn á hotellið í Los
Angeles, har Britney plagar
at vera. Eg sníkti meg so
inn á hotellið, og akkurát
tað kvøldið hevði Marilyn
Manson føðingardagsveitslu
har, greiðir Victoria Wild frá.
Hóast Britney Spears ikki var
á hotellinum hetta kvøldið,
so varð kvøldið ein stór
uppliving hjá Victoriu Wild,
og hon trívist væl milum
amerikanarar.
– Í Amerika hava tey eina
heilt aðra mentan, enn tað vit
eru von við. Har er loyvt at
vera annarleiðis, tað er í lagi
at vera ein golddigger og at
hava gjørt fleiri kosmetiskar
viðgerðir.
Strippar fyri 70
ára gomlum
Victoria Wild hevur havt
nógvar ymiskar upplivingarir
sum
strippari,
men
tað
eru onkrar løtur, sum hon
minnist serliga væl. Eitt nú
gloymir hon ikki ta fyrstu
ferðina, hon var leigað út til
at strippa.
– Fyrstu ferð eg skuldi
strippa var fyri einum 16 ára
gomlum drongi og vinmonn
um hansara. Pápin hevði
bílagt meg, tí sonurin var
júst blivin juniormeistari í
fótbólti, og tað, helt hann,
skuldi hátíðarhaldast, for
telur Victoria Wild og minn
ist eisini aftur á eina heldur
øðrvísi uppliving, tá ein eldri
kona ringdi til sín fyri at fáa
hana at stippa fyri manni
hennara.
– Konan segði, at maður
hennara tosaði altíð so nógv
um ungar gentur, so nú vildi
hon hava, at ein ung kvinna
skuldi koma og strippa á
hansara 70 ára føðingardegi,
greiðir Victoria Wild frá.
Hon møtti tí upp í veitsluni,
har familja og vinfólk hjá
føðingardagsbarninum vóru
komin saman at hátíðarhalda
tey 70 árini.
– Konan bað meg gera
eitt so frekt show, sum
yvirhøvur gjørligt, og tað
gjørdi eg so, sigur Victoria
Wild og minnist, at ikki øll
vóru líka fegin um hennara
framførslu.
– Familjan var ikki serliga
glað um, at eg strippaði fyri
tí 70 ára gamla, men tað legði
eg einki í, tí konan hevði altso
leigað meg til at dansa frekt
og lata meg úr framman fyri
manninum.
Goymdi seg hjá
Black Cobra
Sjálvt um Victoria Wild hev
ur havt eina rúgvu av góðum
og stuttligum upplivingum,
hava tó eisini verið onkrar
hendingar, ið hava verið
minni góðar. Einaferð var
hon biðin um at koma út
í ein stóran bygning at
strippa, og hon visti ikki
reiðiliga
frammanundan,
hvørji fólkini vóru, sum hon
skuldi strippa fyri. Tað vísti
seg at vera eitt stað, har
rokkarabólkurin Black Cobra
helt til,og henda dagin hildu
limirnir
polterabend
fyri
einum vinmanni .
– Alt gekk væl, og fólkini,
sum vóru har, vóru fitt og
blíð við meg, greiðir Victoria
Wild frá og heldur áfram:
– Beint áðrenn eg skuldi
fara heim, bleiv bardagi tætt
við úthurðina, og áðrenn eg
visti av, byrjaðu teir at skjóta
inni í rúminum, har eg eisini
var. Eg rann út í bakgarðin,
og so goymdi eg meg aftan
fyri nakrar runnar, inntil
løgreglan
kom
á
staðið,
fortelur Victoria Wild. Hóast
ógvusligu upplivingina, er
tað ikki nakað, sum Victoria
Wild vildi verið fyri uttan.
– Hóast tað var óbehagi
ligt, so lærdi eg okkurt frá
upplivingini. Nú veit eg,
hvussu eg reageri í eini slík
ari støðu.
Strippklubbur
á Oyrabakka
Seinastu nógvu árini hevur
Victoria Wild búð í Danmark,
men henni dámar væl í
Føroyum og ferðast javnan
heim til klettarnar.
– Eg trívist væl í Føroyum,
men eg vænti ikki, at eg flyti
heim at búgva í nærmastu
framtíð. Men føroyingar eu
veruliga eitt deiligt fólkaslag,
sigur Victoria Wild, sum til
tíðir kann hava trupult við
at tosa føroyskt.
– Í Danmark komi eg lít
ið saman við føroyingum,
so eg tosi ikki serliga ofta
føroyskt. Tá eg so endiliga
skal tosa føroyskt, eru ofta
onkur donsk orð uppi í, sigur
Victoria Wild.
Hóast
stripparin
ikki
hevur ítøkiligar ætlanir um
at flyta til Føroyar júst nú, so
hevur hon gjørt sær nakrar
tankar um, hvat hon kundi
fingist við, um so var, at hon
búði í Føroyum.
– Eg kundi hugsað mær,
at gjørt ein strippklubba á
Oyrarbakka. Tað hevði verið
torført, at fingið føroyingar
at strippa har, so eg hevði
bara importerað konufólk
úr Póllandi, greiðir Victoria
Wild frá.
rannva@sosialurin.fo