mánadagur 2. apríl 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Eg havi ongar vónir um,
at fakfeløgini fara at klára
at steðga ætlanini hjá sam
gonguni at hækka pensjóns
aldurin.
Hans Joensen, formaður í
Havnar Arbeiðsmannafelag,
ger sær ikki teir stóru tank
arnar um, at tað skal eydnast
at fáa fakfeløgini at standa
saman um at steðga ætlanini
at hækka pensjónsaldurin.
- Tað er alt ov lítið saman
hald
ímillum
fakfeløgini
til at vit megna nakað sum
helst, tí hvør hugsar bara
um seg sjálvan, leggur hann
bersøgin afturat.
Hann sigur, at tað eru
royndirnar av sokallaða sam
starvinum ímillum fakfeløg
ini í sambandi við flatskattin
og pensjónsskattin, sum ger,
at hann hevur mist allar
vónir um at fakfeløgini skulu
megna nakað sum helst.
- Í fyrstuni vóru vit eini
80 feløg, sum mótmæltu flat
skattinum og at pensjónin
skuldi skattast við inngjald.
- Men so minkaði alsamt
burtur av og tá ið málið varð
endaliga samtykt, sótu vit
fýra fólk eftir í tinginum og
lurtaðu.
- Eg má viðganga, at eg føli
meg sum ein idiot eftir tað
sokallaða mótmæli.
Tað skal meiri til
Formaðurin í Havnar Ar
beiðsmannafelag staðfestir,
at skulu fakfeløgini megna
at forða nøkrum sum helst,
er neyðugt at tey øll standa
saman øksl við øksl.
Og hann saknar eisini
meiri ítøkilig tiltøk frá fak
feløgunum.
- Tað nyttar ikki nógv at
ganga á Tinghúsvøllinum og
larma við karamellublikkum
og grýtulokum, tí tað tekur
ongin fyri fult.
- Skulu politikararnir taka
fakfeløgini fyri fult, skal
heilt onnur bót á súpanina,
sigur hann.
Hann vil ikki siga, hvat
hann hugsar um.
- Tað noyðist eg at hava
fyri meg sjálvan, men sjálv
andi skulu vit ansa eftir ikki
at seta lív og heilsu í vága,
leggur hann afturat.
- Men skulu vit verða tikin
fyri fult, má henda okkurt
meir, enn tað, sum hendi tá ið
vit mótmæltu flatskattinum
og pensjónsskattinum.
- Hinvegin havi ikki hug
at fara undir eitt mótmælis
tiltak einaferð afturat og
fáa so lítið burtur úr, sum
vit fingu, tá ið, sigur Hans
Joensen.
Skuldu gjørt bart
Annars hevur Hans Joensen
als onki havt ímóti, at fak
feløgini tóku seg saman og
gjørdi bart í hesum málið.
- Tað haldi eg avgjørt, at
vit skuldu gjørt.
- Skilið er óluksáliga ringt,
tí tað verður nógv smoygt
niður yvir høvdið á okkum,
uttan at vit hava megnað at
standa ómóti, so eg eri eitt
sindur í villareiða.
- Tað nyttar onki hjá ein
um ella tveimum fakfeløgum
at taka sleggjuna í hond.
Standa ikki øll saman, munar
tað onki.
- Tað verður sagt, at pen
sjónsaldurin skal hækka fyri
at geva fólki loyvi at arbeiða
longri enn til tey eru 67 ár.
Hans Joensen staðfestir,
at tað ber væl til hjá fólki at
arbeiða til eftir at tey eru 67
ár.
- Hvør forðar teimum í tí,
spyr hann.
Men hann heldur, at tað
skal vera sjálvboðið og ongin
eigur at tvingast at arbeiða
til tey eru elligomul.
Tað eru eisini nógv fólk,
sum eru uppslitin áðrenn tey
eru 67. Men at fáa fyritíðar
pensjón er ikki eitt sjálvtøku
borð, tí til tað krevst lækna
váttan.
- Tí vóni eg, at okkurt
verður gjørt. Men tað havi
eg vóna so mangan, men tað
hendir onki, tí fakfeløgini
vísa einki samahaldsfesti
móti hvørjum øðrum.
Higartil í ár eru inntøkur
nar hjá landskassanum
minkaðaðar rættiliga fitt,
aftur ímóti í fjør.
Fyrsta ársfjórðing í ár
fekk landskassin nevni
liga 16,93% minni inn í
landsskatti enn hann fekk
fyrsta ársfjórðing í fjør.
Hetta vísir ein uppgerð
yvir
skattainntøkurnar
hjá landi og kommunum.
Tá er skatturin av inn
gjaldinum til pensjónir
ikki tikið við.
Verður tað tikið við,
bøtir tað um støðuna,
men landskassin hevur
kortini fingið minni inn
í skatti higartil í ár, enn
hann fekk í fjør.
Tilsamans
hevur
landskassin fingið 301,0
millión inn í skatti tríggjar
teir fyrstu mánaðirnar í
ár.
Hetta eru 61,4 milliónir
minni enn í sama tíðar
skeiði í fjør, tí tá var inn
tøkan 362,4 milliónir.
Men samstundis hevur
landskassin fingið 46,1
milliónir inn í skatti av
inngjaldi til pensjónir.
Verður pensjónsskatt
urin taldur við, hevur
landskassin fingið 347,1
milliónir inn í skatti í fyrs
ta ársfjórðingi í ár og tað
eru 15,3 milliónir, ella 4,2%
minni enn í fjør.
Hinvegin
hava
kommunurnar fingið 2,2%
meiri inn í skatti fyrsta
ársfjórðing í ár, enn í sama
tíðarskeiði í fjør.
Í januar til mars í fjør
fingu kommunurnar til
samans 335,0 milliónir inn
í skatti og í sama tíðar
skeiði í ár hava tær fingið
343,9 milliónir inn í skatti,
ella 8,9 milliónir meir.
16,9%
minni í skatti
Eg føli meg sum idiot
ONKI SAMANHALD Formaðurin í Havnar
Arbeiðsmannafelag hevur ongar vónir um,
at fakfeløgini klára at steðga ætlanini hjá
samgonguni at hækka pensjónsaldurin
Skuldu gjørt bart
Fakfeløg skuldu gjørt bart, men eg havi ikki hug at
fara undir eitt mótmælistiltak einaferð afturat og fáa
so lítið burtur úr, sum vit fingu, tá ið vit mótmæltu
flatskattinum og pensjónsskattinum, sigur Hans
Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag