Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kemur ikki úr stað. Fyri ein vaksnan mann er hetta einki lív, og hann hevur tí mangan sett sær spurningin, hvat eitt normalt lív er. – Men sum tíðin gongur, lærir tú at fylgja sjúkuni upp, ella hvussu ein nú skal siga tað. Eg veit ikki, hvussu eg skal forklára tað, men eg royni í øllum førum at lirka mær eitt nøkulunda normalt lív til. Doyggja av sjúku John Reynbú er ikki einsa­ mallur, tá talan er um depres­ siv fólk. Hesi fólkini vita alt um, hvussu døgnrútman er broytt; hvussu bundin tey eru av at taka heilivág hvønn einasta dag, og hvussu ringt tey hava tað, tá tey eru longst niðri. – Man kann ikki rættiliga forklára hetta fyri fólki. Man kann sjálvandi yvirliva undir slíkum umstøðum, men man kann so sanniliga eisini doyggja av tí, slær hann fast. – Nógv orka simpelthen ikki meiri, tí trupulleikarnir vaksa teimum upp um høvd­ ið, og tá kann tankin so skjótt koma, at ein bara vil sleppa sær burtur úr øllum hesum. – Eg veit um nógv, sum simpelthen stilla kalosjurnar av hesi orsøk og gera so stutta pro­sess, og so er alt liðugt. – Eg havi eisini verið heilt harúti sum krákurnar venda, men eri so altíð komin livandi aftur hagani. Eg haldi, at eg eri betri við lívið enn so. Men innanífrá skilji eg væl hesi fólkini, sum eru heilt harúti í togunum. Tá eru tey farin so langt út, at eingin útvegur var at hóma beint tá. – Tað ringasta er, at ein sær ikki altíð á fólki at tey eru depressiv í tí dagliga. Men tá so tað ógvusliga hend­ir tá spyrja fólk, hví tað hendir. Tað er næstan so sum orða­ takið sigur – at eingin kennir mein í annan mans bein. snorri@sosialurin.fo fingrarnar á hondini Aftur í ár skipa Stuð­uls­ tænastan hjá Nær­verk­in­ um og Føroya Fólkaháskúli fyri háskúlaskeiði fyri fólk við sálarligum órógvi. Skeiðið verður í døgunum 18. til 27. apríl. Endamálið við há­ skúla­skeiðinum er, at lut­takararnir fáa høvi til at royna seg í ymiskum virk­semi undir vardum um­støðum, har dentur verð­ur lagdur á førleikar, heldur enn avmarkingar hjá teim­um luttakandi. Á skránni eru millum annað bindi-, glas-, smíð- og leirverkstaðir umframt skriviverkstaður. Eisini eru túrar, svimjing, ríðing, bovling og kvøldsetur á skránni. – Eg havi verið her tríggjar ferðir áður og um­ hugsi at fara aftur í ár. Eg haldi, at tað er fantastiskt at kunna koma saman við øðrum, sum eru í sama báti sum eg, og sum veru­ liga skilja ta støðuna sum ein er í. – Tey behøvast ikki at hava somu sjúkuna sum tú, men tey kenna og vita, hvussu tað er at vera sjúkur og hava soleiðis eina felags grund at tosa út frá. – Jú, eg gleði meg til hetta skeiðið, sigur John, sum ætlar sær at taka útgerðina at mála við á skeiðið. Gleði meg til skeiðið Sum ein maður, ið hevur stríðst við slíka ógvusliga sálarsjúku sum depressjón leingi, veit John Reynbú alt um, hvat hon inniber, og hvussu hon fer við fólki. John er tó sannførdur um, at hann skilir væl at fólk ikki heilt kunnu fata, hvussu henda sjúkan fer við fólki, og hvussu ringt tey í roynd og veru hava tað. – Tá ein hoyrir prátið manna millum í dag, so verður ofta tikið til, at tey eru deprimerað, hava ein ringan dag ella kanska hava ein niðurtúr. Fyri 59 ára gamla funn­ingsmannin er sera stór­ur munur á at vera depri­mer­aður og tað at vera de­pressivur. Báðar sjúk­urnar eru ógvusligar í sjálv­um sær, men tað er kortini munur á. – Tað má næstan upp­livast at vera so depressivur sum eg havi verið. Tað kann næstan ikki for­klárast við orðum. Hinvegin kann hann so gleðast um hvønn tann einasta góða dag – sum hesin mikudagurin í farnu viku, tá umboð fyri tíðindatænastuna vitjaði í Funningi. – Hesin dagurin er sera virðismikil fyri meg. Tað kann ikki beskrivast, hvussu gott tað er at hava ein slíkan góðan dag. Munur á depresjón framtíðin liðug – Tað er sjálvandi ringt at spáa, men eg havi tó gott mót upp á framtíðina. Hin­vegin so er ikki nógv eftir av framtíðini hjá mær: Eg eri skjótt 60 ár, og um 10 ár eri eg 70 og ein lutvíst gamal maður. Hatta er bara veruleikin, og tí má eg bara brúka sum mest av tíðini til tað, sum hevur mín áhuga, sigur 59 ára gamli John Reynbú úr Funningi Veðrið hevur verið sera ringt í vetur, men tað hevur, so løgið tað enn ljóðar, ikki ávirkað meg stórvegis