Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Orð/myndir: Snorri Brend Funningur: – Eg dugi so illa at siga frá, júst hvussu eg hevði tað, tá eg var mest depressivur. Men tá tú ikki dugir at fáa 2 + 2 til 4, so skilir tú, at her stóð ikki væl til, greiðir John Reynbú frá. Hann hevur eina rættiliga langa søgu sum depressivur sjúklingur, tí seinastu mongu árini hevur hann við millum­ bilum ligið bakk í so máta. Hóast góða medisinska viðgerð og onnur tilboð um viðgerð kann hann í dag stað­ festa, at sjúkan er komin fyri at vera. – Skal eg vera heilt erligur, so eri eg alla tíðina undir linj­uni. Eg havi mínar góðu periodur, sjálvandi tað – men eg eri komin til sættis við meg sjálvan um, at soleiðis er tað bara, og soleiðis fer tað bara at verða. – Eg blívi nokk ongatíð øðrvísi, sigur hann og festir sær aftur í sigarettina, sum var slóknað, meðan hann íð­ in greiðir frá sálarligu støðu síni. Ein góður mikudagur er upprunnin. Veðrið er gott, vár er í luftini, og náttúran byrjar at blóma. Og dagurin verður haraftrat longri og ljósari. – Veðrið hevur verið sera ringt í vetur, men tað hevur, so løgið tað enn ljóðar, ikki ávirkað meg stórvegis. Nú gleði eg meg til at njóta summ­arið, Funningsfjørð og aldu­dunið her, beint uttan fyri hjá mær. Risti sjúkuna av mær Í einum gomlum sethúsum niðarlaga í Funningi býr tann nú 59 ára gamli John. Her skipar hann sín gerandisdag, sum oftast í einingi, men av og á kemur ein maður úr bygd­ini inn á gátt til eitt prát. Hann hevur góða tíð at hugsa um lív sítt, samstundis sum hann drekkur kaffi, roykir sær nakrar sigarettir, ansar kettuni og heldur hús. Soleiðis var ikki altíð, tí tað vóru tíðir, tá John hevði fast arbeiði og inntøku. – Eg dugi ikki rættiliga at greiða frá, nær tað depressiva av álvara byrjaði at gera um seg. Men longu tíðliga í 80’unum merkti eg, at eg gjørd­ist alt meiri og meiri depressivur, greiðir hann álvar­samur frá. Hetta merkti sum vera man dagliga yrki hansara, men John bardist og stríddist ímóti sjúkuni so frægt sum hann kundi og so leingi hann orkaði. Ella sum hann tekur til á sín serstaka hátt: – Eg risti sjúkuna av mær, og kundi sostatt halda meg frískan rættiliga leingi, hóast alt. Soleiðis gingu tey næstu 10 árini so nøkurlunda við upp- og niðurtúrum. Men so upprann dagurin, tá hvørki sál ella likam hansara orkaðu meiri, og hann varð innlagdur á Psykiatrisku Deild 2 á Land­ ssjúkrahúsinum. – Hetta var ein forferdilig tíð, minnist John afturá. – At hugsa sær til, at eg ikki so frægt sum kundi telja til fýra. Lirka sær eitt lív til Áðrenn innleggingin á Deild 2 gjørdist veruleiki, mátti John gjøgnum eina sera strævna tíð. Hann hevði ringt við at taka seg saman um nakað; tær smáu bagatellirnar kundu gerast til stórar ele­ fant­ar, og so líðandi fóru eis­ini kreftir hansara at ganga undan. Men tað stóra út­slagið var, tá ólag kom á svøvnin. – Ja, eg fekk ikki svøvn í eyguni, tá eg legði meg at sova. Og soleiðis fór alt meiri og meiri út av lagi í mínum lívi. Tað vísti seg hjá mær, sum hjá so mongum øðrum depressivum, at tú ert ring­ ast fyri um morgunin og nakað út á dagin, men at tað so lætnar út á kvøldið. – Hetta kann ein kanska liva við, men so kemur trupulleikin, tá tú so skalt fara til songar á kvøldi. Tá ert tú so mikið væl fyri, at tú hevur ikki rættiliga hug ella sinni at leggja teg, tí tú nú endiliga hevur eina góða løtu, greiðir John frá. Men hann er ikki liðugur at greiða frá støðuni: – Tí, sært tú. Hesar løt­ urnar eru so fantastiskar, tí nú kanst tú brádliga byrja at leggja ætlanir fyri morgin­ dagin. Men tja, eg veit ikki – líka so ofta endar tú kortini aftur í sama svarta holi, og SÁLARVEIKUR: – Eg havi verið heilt harúti, har sum krákurnar venda. Eg kláraði ikki eingang at telja fingrarnar á hondini, so ringt er tað at vera depressivur, sigur funningsmaðurin John Reynbú, sum hevur verið sjúkur í meiri enn 30 ár, men sum hevur í dag eitt gott lív Eg kláraði ikki at telja John Reynbú hevur mangar góðar gávur. Ein av hesum gávum er at seta saman orð til yrkingar, og sum aftur kunnu gevast út í bók. Í fjør gav hann út yrk­inga­savnið »Sum lítið murelds blunk«, ið er eitt savn við 21 yrkingum. – Yrkingarnar tær koma bara til mín og spyrja meg ikki meg eftir. Fyrst koma tær sum setningar, og so skal eg faktiskt bara byggja brúgvar millum orðini sum mangla. Eitt dømi um, hvussu hesi orðini finna sam­an, er yrkingin »Við Kirkjugarð«. Her ljóðar eitt ørindi soleiðis, her heitið á savn­ inum eisini er tikið: So stutt sum lítið mureldsblunk kenni eg lívið vara, um lítla stund so eisini eg leggist til farnan skara. Sum lítið mureldsblunk Tá tú ikki dugir at fáa 2 + 2 til 4, so skilir tú, at her stóð ikki væl til Eg havi eisini verið heilt harúti sum krák­ ur­nar venda, men eri so altíð komin livandi aftur hagani