mánadagur 2. apríl 2012síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Útsjónd og kroppur vóru
í miðdeplinum, tá ið
Rás2 sendi Hvonn Live
Tað var enn eitt lívligt kvøld á Hvonn, tá ið Rás2
leygarkvøldið sendi Hvonn Live haðani. Hesaferð
var yvirskriftin útsjónd og kroppur.
Íslendski tatovørurin Fjølnir greiddi frá, hvus
su fólk prýða kroppin við tatoveringum, og hann
tatoveraði eisini einari kvinnu í sendingini. Tað
var Diana Glerfoss, um er ættleidd úr Korea, og
vildi hava eina tatovering av koreanska flaggi
num á beinið.
Gunnar Grækarisson og Bogi Hammer, sum
eru stórir og sterkir menn, greiddu frá um at ven
ja hart, og um hvørjir fyrimunir og vansar eru við
at vera so stórir.
Jákup Pauli Gaard Olsen, greiddi frá um sínar
mongu tatoveringar, og Elna Johannesen fortaldi
um, tá hon fekk eina kosmetiska skurðviðgerð í
nøsina.
Victoria Wild, sum ársins síða 9 genta hjá
Ekstrablaðnum, var eisini á vitjan, og hon fortaldi
øðrvísi søgur frá sínari tíð sum strippari.
Live tónleikur var sum vant eisini á skránni, og
hesaferð spældu Hans Andrias Jacobsen og Jens
Marni & Evi.
Lívligt á Hvonn
Evi og Jens Marni spældu
nakrar sangir – millum
annað tvær duettir
Hans Andrias Jacobsen
spældi nýggja sangin
Don’t Want To Burn
Sterkir menn á vitjan
– Gunnar Grækarisson
og Bogi Hammer
Vertirnir í sendingini, Rannvá Gaard
Fossaberg og Eyðun Klakstein
Elna Johannesen greiddi frá um skurðviðgerð