Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-02, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. apríl 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak Tórshavnar býráð hev­ur samtykt at játta 3,1 milli­ ón krónur til komm­ ununar part av at leggja framkomið gras­líki á Tórsvøll. Sam­stundis hevur Fót­bólts­samband Føroya boðað frá, at tað játtar 4,5 mió kr til endamálið. Hetta fer at bøta munandi um leikum­ støð­urnar á Tórsvølli til altjóða dystir og ikki minni um møguleikarnar hjá havnarfeløgunum at fáa tímar á Tórsvølli. Arbeiðini verða boðin út í næstum. Samstundis hev­ur býráðið játtað Tórs­ havnar Golfklubba 400.000 krónur, nú part­ ar av tilfarinum, sum verður tikið av grasv­ øllinum á Tórsvølli, verð­ur flutt út á Glyv­ urs­nes at nýta til at bøta um umstøðurnar á golfvøllinum. Hoyvíksvøllur Býráðið hevur samtykt at játta fyrstu pengarnar til at fyrireika fótbólts­ vøll í Hoyvík, og fyrsta takið er at eftir­kanna staðsetingar­møgu­leik­ arnar og taka avgerð um staðsetingina. Fleiri møguleikar hava verið frammi. Í sam­bandi við skúla­bygg­ ingina við Løg­manna­ breyt og Karla­magn­ usarbreyt varð skotið upp at gera fótbólts­vøll beint niðanfyri skúl­an framvið Karla­magn­usar­ breyt. Síðani hava uppskot verið frammi um at gera hann í Dalinum Langa niðan frá Hoy­víks­høll­ ini. Hesir og kanska aðrir møguleikar við skula nú lýsast nærri til støðutakan, áðrenn farið verður víðari við ætl­anini. Býarbókasavnið dagførast Tórshavanr býráð hevur samtykt at játta 1,5 mió krónur til at dagføra Býar­bókasavnið í miðbý­ num. Í seinastuni er bøtt um umstøðurnar í veghæddini og kjall­aran­ um í Niels Finsensgøtu. Hendan nýggja játt­ an­in er ætlað til at fara víðari við hesum dag­ føringum. Endamálið er at víðka um virksemis­ møguleikarnar og gera býarbókasavnið enn sjónligari og virknari í gongugøtuni. Eitt samt býráð tók undir við tilmælunum frá mentamálanevndini og fíggjarnevndini. Innbúgv til Venjingarskúlan Serhølini til alis- og evna­frøði á Venjingar­ skúl­anum eru undir umvæling. Tórshavnar býráð hevur nú játtað slaka hálva millión til innbúgv og útgerð til hølini, sum verða liðug í næstum. Fótbóltur og býar­ bóka­savn Jógvan Arge Formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs Nú kippa tey sangfuglarnar Frank Davidsen Í besta Pol Pots stílið verða tveir teir mest týðandi lands­ stovnar niðurlagaðir, so­leiðis at tann óhefti og ópolit­iski leiklutur, ið Lands­bank­in og Hagstovan hava havt, gerst eitt politiskt neyð­ar­egg. Nei nú var tað ikki nokk, at um­ sitingin í fíggjar­mála­ráðnum fekk munn­kurv, samstundis sum tey fingu politisk harra­ boð, tá tey mæltu frá at skatta pensión­irnar við inn­ gjaldi. Meðan Pol Pot tveitti tey mest dugnaligu fólkini í um­ sititngini út á rísmarkinar, so er ætlanin at hesir báð­ir stovnar bara soleiðis hiss­ ini verða parkeraðir inn á Gjaldstovuna. Kanska polit­ iska leiðslan ætlar, at vit­ anin hjá hesum stovnum skal bombast aftur í tríssini. Búskaparráðið verður helst tað næsta, sum stendur fyri tørni, tí óansæð hvørji til­ mælið Búskaparráðið kemur við, sum kann gagna tí bú­ skaparligu gongdini, so er tað so eiðasørt, at nakað av h esum tilmælum vinnur upp land. Henda avgerð hevur einki sum helst við nakra spar­ing at gera. Hinvegin so hevur henda ætlan eittans endmál, og tað er at seta Landsbankan og Hagstovuna í skák og mát, soleiðis at teirra lutur her eftir bara verður eitt eiti, meðan alt teirra virksemi kemur at vera politiskt stýrt. At Fólkaflokkurin bardist við hond og fót í móti, at Lands­bankin nakrantíð skuldi síggja dagsins ljós, tað vita flest øll sum hava fylgt við í politikki. Men at Sam­bandsflokkurin skal sita og hyggja at, meðan ein so týðandi stovnur verður niður­lagaður frá einum degi til dags, tað er skelkandi. Men Sambandsins lut­ur í hesi samgongu er nú eina­ ferð soleiðis, at teir tiga og samykkja. Aftaná tógvið stríð við at fáa tilfeingisgjaldið upp á pláss, til tess at fáa niður­ goldið skuld lands­kassans, so kemur fiskimálaráð­harr­in løtu seinri og greið­ir fjøl­miðl­ um frá, at til­feingis­gjaldið skal fíggja hav­rann­sókn­ar­ skipið. Ja, mangt er so, segði Kjartan. Nú er næstan komið á mál – í Hoyvík Levi Mørk Formaður í byggi og býarskiparnarnevndini hjá Tórshavnar býráð Tórshavnar býráð hevur hós­ kvøldið samtykt, at í næstum fær Hoyvík ein fótbóltsvøll. Enn er ikki avgjørt hvar fótbóltsvøllurin skal liggja, men hóskvøldið var avgjørt at játta kr. 1,2 mió kr. av kontu 5775 ítróttaranlegg (løgujáttan) til at fáa til vega tekniskt prosjekt og kostnaðarmeting av fót­ bólts­vølli í Hoyvík. Eisini at fáa byrjað sjálvt arbeiðið at gera vøllin. Ætlanin er nú í hesari raðfylgju: Býráðið samtykti at taka undir við fíggjarnevndini, at játta 1,2 mió. kr. av konto 5775 ítróttaranlegg (løgujáttan) til at byrja málið við at eftir­ kanna staðsetingarnar og leggja málið fyri fak­nevndir og býráðið til endaliga góð­ kenning, innan projekt verð­ ur gjørt. Hetta er ein stórur sigur fyri Tórshavnar kommunu og til ítróttarfólkini og fót­ bóltsfeløgini, sum skulu brúka vøllin. Sjálvandi, skal Hoyvík hava ein tílíkan vøll, tí her búgva upp ímóti 4.000 fólk, har næstan 1000 eru børn og ung, so hetta er kærkomið og til frøði fyri víðari menning innan ítróttina og Hoyvík sum heild. Hetta var eitt samt býráð eisini samt um. Stóri spurningurin er so, hvar vøllurin liggur best - men nú er komið nakað ávegis málinum.