mánadagur 2. apríl 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Tað gongur við rúkandi ferð framá
hjá 20 ára gomlu Bjørk Herup Olsen
yviri í USA, har hon bæði gongur í
skúla og ger nógv við renningina.
Eftir at fyrsta ár hennara í
Greenville í North Carolina var eitt
vónbrot, tí hon ikki tók seg fram,
hevur hon nú veruliga fingið ferð á
og støðuga framgongd.
Hetta
sást
veruliga
aftur
fríggjakvøldið, tá Føroya fremsti
kvinnuligi rennari tey síðstu árini
enn eina ferð gjørdist tann fyrsta at
koma niður um eina ávísa tíð. Hesa
ferð gjørdist hon fyrsta føroyska
kvinna, sum kom undir 37 metrar á
10.000 metra teininum.
Tað gjørdi hon í eini kapping í
North Carolina, har tíð hennara
bleiv 36.58,27 minuttir, sum er
ein stór betring av hennara egna
føroyska meti upp á 30 sekund.
Tað metið setti hon í fjørsummar
á Oyggjaleikunum á Isle of Wight,
har hon vann silvur.
Sum skilst, var Bjørk ikki
ordiliga nøgd við renningina, hóast
hon fekk skorið nógv av tíðini og
sett sannførandi met, tí longu eftir
fyrstu 5.000 metrarnar fekk hon
trupulleikar við tjúkkanum, og
hesir trupulleikar darvaðu hana
síðsta helmingin av renningini
fríggjakvøldið.
Bjørk
Herup
Olsen,
sum
eigur yvir 10 føroysk met í bæði
innandura og uttandura renning,
hevur bara í ár gjørt fleiri ferðir vart
við seg. Á eini stevnu í Ohio í februar
bøtti hon sítt egna met á 5.000
metrum við næstan hálvumøðrum
minutti, og eisini bleiv hon í einari
kapping í Pennsylvania í januar
fyrsta føroyska kvinna, sum rann
3.000 metrar upp á minni enn 10
minuttir.
hilmarjan@sosialurin.fo
07 Vestur, AB, B71 og Skála eru
feløgini, sum hava møguleika
at vinna tey bæði uppflytingar
plássini
til
bestu
deildina.
Í
vikuskiftinum
var
fyrsta
umfar í næstbestu deildini, og
tað vóru AB, B71 og 07 Vestur,
sum
løgdu
bragdligast
fyri.
AB vann 3-0 á útivølli ímóti teimum
næstbestu hjá NSÍ, og B71 vann 2-1
á Skála. Bogi Hermansen skoraði
sigursmálið fyri sandoyingar í
síðsta minutti!
Størsta sigurin av øllum vunnu
teir næstbestu hjá Víkingi, sum
høvdu vitjan av teimum næstbestu
hjá KÍ. Næstbesta liðið hjá Víkingi
plagar at spæla í Leirvík, men har
er vøllurin so mikið skaddur, at tað
ikki ber til at spæla á honum.
Úrslitið millum teir næstbestu
hjá EB/Streymi og HB var 2-2,
eftir at heimaliðið var framman
fyri við tveimum málum, inn
til
tað
restaðu
26
minuttir.
07 Vestur vann í gjár 2-0 á Svanga
skarði.
Merkisvert var tað , at fýra
spælarar
sóu
reytt
í
fyrsta
umfari.
Leygardagin 31. mars
EB/Streymur-HB 2-2 (1-0)
1-0: Hanus Olsen 2.
2-0: Arnar Dam 54.
2-1: Søren Samuelsen 64.
2-2: Bárður Guttesen 88.
Reytt kort: Predrag Markovid,
HB, 90.
NSÍ-AB 0-3 (0-1)
0-1: Leivur Holm Joensen 15.
0-2: Bjartur Kjærbo 53.
0-3: Dan Petersen 75.
Víkingur-KÍ 5-0 (4-0)
1-0: Sverri Jacobsen 1.
2-0: Joseph Bassene 21.
3-0: Sverri Jacobsen 23.
4-0: Sverri Jacobsen 41.
5-0: Per Gregersen 85.
Skála-B71 1-2 (1-0)
1-0: Ólavur Mikkelsen br 26.
1-1: Jónberg á Mýrini 48.
1-2: Bogi Hermansen 90.
Reytt kort: Jákup Jacobsen,
Skála, 81. og Cristian í Garði, B71,
90.
Sunnudagin 1. apríl
B68-07 Vestur 0-2 (0-1)
0-1: Ragnar Nattestad 31.
0-2: Jóhan Selfoss 57
Reytt kort: Jákup S. Olsen, 07
Vestur, 76. (2 gul)
Favorittarnir fastir á fóti
Fótbóltur Trý av teimum fýra, sum kappast um uppflytingarplássini,
vunnu fulla úrtøku á útivølli, tá ið næstbesta deildin fór á rull
Enn er nógv eftir av árinum,
men longu hevur Bjørk Herup
Olsen sett fleiri góð føroysk met
í kappingunum yviri í USA
Mynd: Álvur Haraldsen
Bjørk setti met
Renning Fríggjakvøldið eydnaðist Bjørk
Herup Olsen í einari kapping í USA at gerast
fyrsta føroyska kvinna, sum rann 10.000
metrar upp á minni enn 37 minuttir