mánadagur 2. apríl 2012síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Fyrsta roknskaparárið fevnir
um 15 mánaða tíðarskeiðið
frá oktober 2010 til desember
2011. Úrslitið eftir skatt er eitt
hall á 256 mió. kr. Fíggjar
støðan javnvigar við 7,9 mia.
kr. Eginpeningur bankans
var 1.230 mió. kr. við ársenda
2011.
Tað sigur Eik Banki um
fyrsta roknskapin hjá banka
num eftir yvirtøkuna í okto
ber 2010.
Hallið á 256 milliónir krón
ur skal fyrst og fremst síggj
ast í ljósinum av tapinum á
514 milliónir krónur í sam
bandi við yvirtøkuna av
virkseminum frá gamla Eik
Banka í oktober 2010 og av
staðfestum tapum og niður
skrivingum í tíðarskeiðinum
oktober 2010 til desember
2011 á heilar 410 milliónir
krónur. Sostatt eru bókað
tap og niðurskrivingar á 924
millónir krónur síðan okto
ber 2010, sigur Súni Schwartz
Jacobsen, forstjóri í Eik.
Bankin sigur soleiðis
um úrslitið
• Úrslitið á -256 milliónir
krónur samsvarar í
høvuðsheitum við tað, sum
var væntað
•
Bankin hevur ein solvens á
22,2%
•
Gjaldføri bankans er meira
enn 3 ferðir lógarkravda
minstakravið
•
Bankin hevur, áðrenn
tíð, niðurrindað 5 av 6
milliardum krónur í skuld
•
Úrslitið áðrenn
skatt, regulering av
kapitalpørtum og
niðurskrivingum er eitt
avlop á 124 milliónir
krónur
• Bankin væntar eitt
nøktandi rakstraravlop í
2012
Bankin hevur megnað at
goldið niður av skuldini, og
fimm av teimum seks milli
ardunum, sum bankin skyld
ar, eru goldnar.
Vit høvdu fegnir goldið
seinastu milliardina eisini,
men tíðarfreist er á, so vit
ikki fáa goldið seinasta part
in fyrr enn seinni, sigur Súni
Schwartz Jacobsen.
Tað
skal
eisini
sigast,
at bankin varð stovnaður
við tveimum milliardum í
eginpeningi. Somuleiðis er
bankin tillagaður umstøð
unum, og tað merkir, at deild
irnar eru skornar niður úr 15
í 9, eins og starvsfólkatalið er
skert úr 235 niður í 205.
Í løtuni eru ongar ætlan
ir um at skerja meiri, hvørki í
tali av deildum ella starvsfólki,
sigur Súni Schwartz Jacob
sen.
Samstundis, sum hallið
er 256 milliónir krónur, so er
solvensurin góður, 22,2%, eins
og gjaldførið er tríggjar ferðir
tað lógarkravda.
Útlánini eru minkað við
1,9 milliardum og innlánini
økt við 900.000 krónur. Hartil
hevur bankin ein treknings
rætt í danska tjóðbankanum
á 874 milliónir krónur, sum
bankin ikki hevur gjørt nýts
lu av.
- Hóast torførar umstøður
seinasta árið, hava bæði kund
ar og starvsfólk bankans víst
stórt forstáilsi og trúfesti
mótvegis Eik. Bankin er nú á
rættari kós. Við einum góðum
solvensi og góðum gjaldføri
leggja vit okkum eftir at veita
føroyingum bestu tænastu og
skapa okkara kundum møgu
leikar og tryggleika í fíggjar
viðurskiftum,
sigur
Súni
Schwartz Jacobsen, forstjóri.
Hallið á 256 milliónir
var væntað
Reyðu tølini á botnlinjuni hjá
Eik Banka komu ikki óvart á, tí
bankin hevði niðurskrivingar á
900 milliónir krónur. Úrslitið er í
stóran mun ávirkað av tapum av
útlánum og øðrum ognum, sum
vórðu yvirtiknar, sigur bankin
Eirikur Lindenskov
Karsten Hoydal og tvíbura
bróðirin, Arne, vórðu føddir
har 28. mars í 1912. Pápi teirra
var húsavørður har, og tí búði
húskið á sanatoriinum.
Ein
fyrireikingarbólkur
hevur síðani í fjør fyrireikað
hátíðhaldið, og tað eru eft
irkomarar hjá Axel og Edit
Hansen, sum gjøgnum fisk
ivinnufyritøkuna Baccalao,
sum hava borið kostnaðin
av
minnisplátuni.
Karst
en Hoydal var gubbi Edith,
sum var úr Hoyvík, og hon
var gumma Anniku, dóttir
Karsten, greiddi Jákup Sím
un Simonsen frá. Saman við
Ingrið Sondum, Heðin M.
Klein, Mikkjal N. Helmsdal
hevur hann sitið í fyrireik
ingarbólkinum, sum hevur
fyrireikað hátíðarhaldið og
fingið til vega minnissteinin.
Fitt av fólki var til hátíð
harhaldið. Mikkjal N. Helms
dal, rektari í Studentaskúlan
um, beyð vælkomin. Síðani
sang Kórið í Hoydølum úr
studentaskúlakantatuni,
sum Karsten Hoydal yrkti
til vígsluna av studentaskúl
anum.
Síðani helt Heðin M.
Klein røðu, har hann røddi
um skaldið Karsten Hoydal
og skaldskap hansara.
Eftir tað avdúkaði Ingrið
Sondum minnissteinin.
Annika Hoydal, sum er
dóttir Karsten Hoydal, sang
og las eina yrking – og at
enda læs Bárður Persson,
sjónleikari,
stuttsøguna
»Summarkvøld við Rockall«.
Hátíðarhaldið endaði við
felagssanginum »Landið eg
bar við mær«, hjá Karsteni
Hoydal, og so varð boðið til
ein drekkamunn í Gamla
húsi.
Reistu minnisstein
um Karsten Hoydal
Mentan Við eina hátíðarløtu í Hoy
dølum leygardagin varð ein minn
ispláta avdúkað at minnast skaldið
Karsten Hoydal, sum varð føddur í
kjallaraíbúð í Gamlahúsi í Hoydølum,
sum tá hýsti Tuberklasanatorium
Tað var Ingrið Sondum, sum avdúkaði minnisstein um skaldið Karsten
Hoydal uttan fyri Gamlahús í Hoydølum leygardagin