mánadagur 2. apríl 2012síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. apríl 2012 · Nr. 40
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Landsfelag Pensjónista
mótmælir við hesum
ætlan landstýrisins at
hækka pensjónsaldurin
1 ár ella meir frá 1.januar
2013 at rokna.
Hækkan av pensjóns
aldrinum var frá byrjan
partur av pensjónsný
skipanarætlanini. Spurn
ingurin varð tó lagdur til
viks av politiska fylgi
bólkinum, og er hann tí
ikki nóg væl viðgjørdur
– hvørki fakliga, politiskt
ella í almenninginum. At
avgerð nú knapliga skal
vera tikin um at hækka
pensjónsaldurin er tí ilt
at fata, og fær henda av
gerð illa vera bygd á nak
að seriøst grundarlag.
Við høgum arbeiðs
loysi verður hækkaður
pensjónsaldur neyvan
nøkur
sparing,
men
heldur ein økt fíggjarlig
byrða fyri ALS og for
sorgarlógina.
Føroyingar
hava
hægsta pensjónsaldur í
Europa, sum er, og tí eru
mong uppslitin av hørð
um kropsligum arbeiði,
longu áðrenn tey hava
rokkið verandi pensjóns
aldur.
Eldri fólk eru menn
iskju.
Í framkomnum væl
fe r ð a r s a m fe l ø g u m
syrgja myndugleikarnir
f0yri, at slík prinsipiell
mál, sum broyting av
pensjónsaldri er, verða
sett í verk yvir eitt
langt áramál, so borgar
arnir fáa rímuliga tíð at
innstilla seg til broyttu
fortreytirnar
á
pen
sjónsøkinum.
Føroya
Landsstýri
unnir bert eldru borgar
um sínum 9 mánaðar
at innstilla seg upp
á at skula vera 1 ella
kanska fleiri ár eyka á
arbeiðsmarknaðinum.
Hetta er óneyðuga fyri
litarleyst,
og
mælir
Landsfelag Pensjónista
tí landsstýri og løgtingi
til at ógilda hesa illa um
hugsaðu avgerð.
Eldri Føroyingar hava
størri virðing uppiborna
frá
landsins
hægstu
myndugleikum enn her
verður sýnt teimum.
Mótmæla ætlan
at hækka
pensjónsaldur
Landsfelag Pensjónista
Samgongan eigur heimsmet
í ábyrgdarloysi
Aksel V. Johannesen
formaður Javnaðarfloksins
Í vikuni viðgjørdi løgtingið
uppskot
frá
samgonguni
um broytingar í skattalógini.
Lagt
var
upp
til
tvær
broytingar. Onnur broytingin
- at hækka barnafrádráttin
við 1.000 krónum árliga fyri
hvørt barnið - tekur Javn
aðarflokkurin sjálvandi undir
við, tí eg var sjálvur við at
leggja ætlanina fram síðsta
vár, tá ið fíggjarkarmarnir
vóru fyri.
Stórur munur eru tó á
uppskotunum, tí seinasta
vár var uppskotið fíggjað.
Nú er tað ein ófíggjaður
lætti. Vit fíggjaðu uppskotið
við nýggjum inntøkum frá
tilfeingisgjaldi, nakað sum
Fólkaflokkurin
ikki
vildi
hoyra talan um. Tað endaði
sum kunnugt við, at Jørgen og
kompaní stungu í sekkin, tá ið
Javnaðarflokkurin ikki vildi
bakka fyri neoliberalistiska
politikkinum hjá Fólkaflokk
inum – ein politikkur sum
gongur út uppá, spakuliga
men trygt, at niðurlaga væl
ferðasamfelagið við vitleys
um sparingum uttan menn
iskjalig atlit.
265 mió. krónur resta í
At lata ófíggjaðar lættar
hevur verið vørumerkið hjá
sitandi stýrið. Tá asosiali
flatskatturin
hjá
Fólka
flokkinum varð samtyktur
líltajólaaftan settu vit tvey
deprimerandi
heimsmet.
Ongastaðni
í
heiminum
hevur man í einum høggi
minkað skattainntøkurnar
hjá einum landi so nógv, sum
í Føroyum, tá ið samgongan
kvetti 265 mió. burtur. Tað
svaraði til 17 prosent, næst
an einum fimtingini, av
samlaða lønarskatti landsins.
Hitt metið er heimsmetið í
ábyrgdarloysi.
Kropp av kroppi hava før
oyskir og danskir búskapar
frøðingar staðfest, at av
gerðin um at skatta pensjónir
við inngjald ikki er nøkur
verulig fígging. Tað er bert at
flyta inntøkur frá komandi
tíðum; eitt álvarsligt rán frá
komandi ættarliðum, sum
hevur avleiðingar vit bara
kunnu øtast um.
Flatskatturin gav teimum
sum tjena eina mió. árliga
ein skattalætta á 7.000 krón
ur um mánaðin. Vanliga
arbeiðarafjøldin fekk millum
lítið og einki. Hin broytingin
í skattalógini, ið var fyri í
løgtinginum í vikuni, hevði
eittans endamál: at tryggja,
at tey, ið hava fingið hendan
ovurstóra lætta, í minsta
lagi skulu varðveita hann
komandi árini. Helst hevur
uppskotið um at prísjavna
skattastigan tó við sær, at
virðið á skattalættanum fer
at økjast komandi árini.
Hetta mál hevði so stóran
týdning fyri samgonguna, at
tingfólk floytaðu á, at bæði
umsitingin hjá løgtinginum
og at embætisverkið hjá
landsstýrismanninum í lógar
málum mæltu tinginum frá
at viðgera málið, tí tað stríddi
móti stýrisskipanarlógini.
Ein dáragerð fyri…
Men hvat hava hesi somu
fólk, sum hava latið milli
óninginum ein skattalætta
á 7.000 krónur um mánaðin,
annars avrikað í hesum val
skeiðinum?
Jú, tey hava lagt uppskot
fyri løgtingið og samtykt,
at pensjónirnar ikki longur
skulu javnast. Tað merkir at
fólkapensjónin og fyritíðar
pensjónir í veruleikanum
lækka. Argumentið var, at
landið hevur ikki ráð. Sam
gongan hevur lagt uppskot
fyri løgtingið og samtykt, at
vit skulu ikki longur javna
lestrarstuðulin til lesandi.
Bert eitt argument var fyri
broytingini. Landskassin er
tómur.
Sostatt vóru ikki ráð at
javna smærru veitingarnar
til lesandi og pensjónistar.
Alt meðan samgongan setur
føtur í spenni fyri at tryggja,
at einki má fara burturav
skattalættanum til tey væl
bjargaðu.
Eisini er uppskot lagt
fram og samtykt um at mót
rokningin í pensjónini millum
hjún kortini skuldi vera gald
andi, hóast mótrokningin
einmælt var strikað so seint
sum í september. Heilsu
trygdargjaldið er hækkað, tí
”riget fattes penge”.
Sambært
landsstýris
manninum í fíggjarmálum
hevði landskassin ei heldur
ráð at lata pedagogunum
og øðrum láglønarbólkum á
almenna
arbeiðsmarknað
inum eina virðiliga lønar
hækkan. Somu bólkar, ið
mugu hyggja langt eftir
skattalættanum hjá sam
gonguni. Eftir drúgt verkfall
eydnaðist
pedagogunum
tó, at stríða seg til eina lítla
lønarhækking, sum tó reelt
er ein niðurskurður í mun til
prísvøkstur í samfelagnum.
Og so hesi seinastu dømini.
Samgongan tekur ikki undir
við góða uppskotinum um at
fáa kanna og gera uppskot
um at fáa kostnaðarstøðið
niður í Føroyum við tí
grundgeving, at uppskotið
ikki er fíggjað og harvið ikki
er útreiðsluneutralt. Tílik
kanning kostar nakrar fáar
hundrað túsund krónur.
Tað skemtiliga er, at hetta
eru somu menn, sum lótu
ein ófíggjaðan skattalætta
fyri 265 mió. krónur, sum
nú ikki kunnu finna nøkur
oyru til eitt tiltak, sum øll
kunnu taka undir við (hetta
hóast kanningin var væl
og virðiliga fíggjað við at
skerja ferðaendurgjaldið hjá
landsstýrisfólkum).
…og onnur eftir
Órættvísið í mongu døminum
skríggja
til
himmals.
Tí
hvussu kann samgongan
hava ráð at lata einum, ið
tjenar ein millión ein skatta
lætta á 7.000 krónur, tá
vit ikki hava ráð at javna
fólkapensjónirnar? Hvussu
kann ein stjórn hækka ALS-
gjald og heilsutrygdargjald
hjá teimum lægstløntu, sam
stundis sum tey á ovastu rók
fáa ovurstórar lættar?
Politikkur er um at rað
festa. Samgongan ger rað
festingar og ein av nýggju
raðfestingunum var ikki at
nerta sonevnda kostnaðar
endurgjaldið hjá landsstýris-
og løgtingsfólkum. Ein lands
stýrismaður fær í dag upp í
13.600
krónur
skattafrítt
mánaðin sum ferðaískoyti
til lønina. Hetta er umleið
10 ferðir so nógv sum ein
vanligur borgari fær fyri
somu ferðing. Margháttiliga
grundgevingin
frá
sam
gongulimum er, at góða
ískoytið tryggjar, at vit fáa
bestu politikararnar.
Álvaratos! Um hetta eru
frægastu politikkarar, sum
mynda samgonguna í dag,
so er heldur at at velja hinar
næstbestu politikkarnar. Tí
politikkurin verður ikki verri
og minni samhaldsfastur enn
hann er í dag.
Hvussu kann samgongan hava ráð at lata einum, ið tjenar ein millión ein
skattalætta á 7.000 krónur, tá vit ikki hava ráð at javna fólkapensjónirnar?
Hvussu kann ein stjórn hækka ALS-gjald og heilsutrygdargjald hjá teimum
lægstløntu, samstundis sum tey á ovastu rók fáa ovurstórar lættar?
Kjak
Savnsmynd