mikudagur 4. apríl 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Tey dýru fólkavaldu
V
it hava hoyrt um
Rigmor Dam og henn
ara felda uppskot. Vit
hava sæð at Kringvarpið
hevur havt kjak. Vit hava
hoyrt Bárð Nielsen siga, at
vit fáa tað, vit gjalda fyri.
At enda hevur løgmaður,
Kaj Leo Holm Johannesen
kunngjørt at nevnd skal
viðgera málið um lønir og
samsýningar
til
fólksins
valdu. OK?! Skulu vit so seta
okkum niður at bíða? Skulu
vit góðtaka »allar« tær sakligu
og fakligu grundgevingar vit
hava hoyrt? Tað er sjálvandi
treytað av at vit hava fingið
góðar grundgevingar! Sum
vit ikki hava fingið!
Vit hava fingið undan
førslur, tekniskar hugleið
ingar, hvussu ein best heingir
klæðir á snorin (ein skal
búgva í Tórshavn), fyri at
»tíma« at vera fólkavaldur,
skal ein fáa nógv í løn, ella
samsýning.
Sum sagt áður, eg, sum helt
at tað snúði seg um politiskar
visjonir og grundhugsjónir,
høgra ella vinstra, samband
ella fullveldi.
Konkret uppskot
Nøkur fá ókonkret boð eru
komin um, hvat er sømiligt
hjá einum landsvaldum at fáa
í løn. Staðfest er allarhelst, at
landsstýrisfólk hava eitt nógv
strævnari starv við nógvar
ábyrgd
enn
løgtingsfólk.
Landstýrisfólkini snikka jú
til lógir. Løgtingsfólk kunnu
leggja fram lógir, og sam
tykkja jú eisini lógir.
Fyri nøkrum mánaðum
síðani kom løgmaður við upp
skotinum um ministarabilar.
Hetta er sjálvandi óneyðuga
lænt úr Danmark og øðrum
(norðan)londum.
Ein konkretur trupulleiki
í Føroyum er bara tann at
Føroyar eru so lítlar.
Føroyar eru 100 ferðir
minni
enn
Danmark.
Í
samanberingum
verður
oftani nýtt hesin hundraðs
faldsmunurin. Men tíanverri
kann hann ikki brúkast í
øllum førum. Hevði hann
t.d. verðið brúktur til løg
tingsumboðan, so høvdu vit
4. hvørt ár valt 1,79 tingfólk.
Tað hevði nokk ikki verið so
umboðandi fyri fólkaræði
Føroyar.
Hvat skulu vit so gera?
Vit eru noydd til at tillaga
skipanir. Ístaðin fyri eina
danska skipan, so mugu vit
kanska hava eina saman
renning av danskari, ís
lendskari ella onkrari heilt
aðrari skipan.
Hugsa tey?
Men tað mest undrunarverda,
er at eingin av landsins vald
ur kemur sjálvt við einum
konkretum uppskoti!
Tey fáa jú løn fyri at fyri
halda seg til lógir. Tey fáa
løn fyri at umboða okkum,
fólkið. Í løtuni vísir fólkið
ein stóran áhuga fyri teirra
løn. So sjálvandi mugu tey
hava eitt konkret uppskot.
At lata eina sokallaða ser
frøðinganevnd
koma
við
uppskoti um løn til landsins
valdu, er bert undanførsla.
Ein háttur at snúgva sær
undan at taka avgerðir, fyri
okkum, fyri fólkið. Fólkið
er arbeiðsgevarin, og tískil
skal sjálvandi Løgting lurta
eftir fólkinum, arbeiðsgev
aranum.
Uppskot til samtyktar
Her kemur so mítt uppskot:
• Skattfríar samsýningar
vera strikaðar, øll skulu
vera líka fyri lógini
• Fólkavald gjalda sína egnu
pensjón, øll skulu vera líka
fyri lógina
• Fólkavald kunnu fáa
endurgjald, av sínum
starvi, kvittanir framvísast
• Størv og nevndarsessir
vera frásøgd, uppgávan
hjá fólkavaldum er at
veita alla sína tíð til veitta
álit, sum fólkavald fulla
tíð óávirkaði av øðrum
starvi/sessi, eins og
landstýrissfólk eru
Sigst at øll eru líka fyri lóg
ini. Við hesum einklu megin
reglum kunnu vit tryggja
okkum at fólkavald fara at
verja áhugamál fólksins.
Fólkavald skulu sjálvandi
fáa góða løn. Teimum er
ikki neyðugt at hugsa um
rokningar. Men tað skal ei
heldur vera, sum tað tykist
nú, at peningur hevur alt at
siga. At vera fólkavaldur er
at verja politiskar hugsjónir
og áhugmál fólksins. Hetta
kann ikki sigast nóg ofta.
Grundgevingar at ein fær tað
man betalur fyri, eru snøgt
sagt langt úti og vísa greitt
eina vandamikla misskiljing.
Peningur SKAL ikki vera
drívmegin ella umbering. Tá
soleiðis verður sagt, er best
at viðkomandi sleppur sær
vekk og letur betur skikkaði
røkja álítisstarvi.
Og sjálvandi skal lønin
ikki vera sjúkliga stór, polit
iska hugsjónin skal altíð vera
drívmegin, ikki avgreiðslu
vald.
Landsins valdu tykjast
ikki at hava tikið til eftirtekt
ar at sparingar vera framdar
kring landið. Og eru tað tey
sjálvu sum koma við hesum
ófrávíkiliga kravi!
Við at avtaka skattafríar
samsýningar
kan
landið
spara útvið eini 3-4 mill, fyri
ikki at tala um pensjónir, sum
skulu gjaldast til ov ungar
fólkavaldar pensjónistar.
Feiið fyri egnum duri og
takið eitt tak við restina av
tjóðini, ella er tað bara búk
urin sum telur?
Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin
skulu sendast til teldupostadressuna:
post@sosialurin.fo
Nú eru vit í Føroya landi væl og virðiliga troytt av greinum og leiðarum
um kostnaðarendurgjald, ferðastuðul og løn til landsins valdu
Steðgaði herfyri við eina bensinstøð. Skalt tú fram
her í verðini, mást tú hava brennievni. Á hurðini
stóð lýst, nær opið er á páskum: Allar dagar frá 7
til 23.
Helst man tað nøkta tørvin á persónligum
frælsi at sleppa at keypa sær eitt rundstykki og ein
bensindropa skírismorgun. Vit ráða jú yvir okkum
sjálvum, ikki so? Kundin hevur jú altíð rætt!
Og hví skal ein gomul halgidagslóg gera av, nær
vit skulu binda frið?
Ikki tí, neyvan man nakar hava spurt limirnar í
S&K eftir. Og hví skulu vit partú minnast at keypa
ein litur av mjólk í vanligari upplatingartíð? Skulu
børnini sita tyst langafríggjamorgun, um mamma
ella babba hava gloymt at keypt inn?
Hinvegin er afturlatingarlógin helst tann lógin,
ið eina mest vísir okkum, nær hátíðirnar eru.
Hátíðirnar. Tað kalla vit tær, tí tær eru hægri
enn aðrar. Tað var helst ikki av tilvild, at sjálvur
Várharra hvíldi seg sjeynda dagin, eftir at hann
hevði skapað heimin. Ikki tí, at Hann hevði brúk
fyri tí sum so, men tí Hann visti, at hetta var
skilagott. Vit hava brúk fyri høgtíðunum.
Hann, sum fann upp á frídagin, valdi at gerast
ein av okkara á jólum.
Tað var á páskum, at Hann veruliga gjørdist
menniskja, tá Hann vísti, hvussu sorg, pínsla og
niðurtúrar ávirka okkum – og ikki minst at úr
aldudalinum er ein vegur niðan aftur á slætt!
Tær flestu av týdningarmestu hendingunum í
lívinum verða staðfestar við einum rituali.
Ritual verða eisini kalla yvirgongdarritual og
eru kend í flest øllum mentanum. Vit markera, tá
vit verða fødd, verða vaksin, fara frá at vera eitt til
tvey, tá vit doyggja o.s.fr.
Tað sær kortini út til, at jú frælsari, frílyntari og
fjølbroyttari samfelagið gerst, meira mainstream
og ritualleyst verður tað. Vit prædika tó javnan
um frælsi. Men hvat skal man brúka tað til?
Dansurin gongur jú væl um gullkálvin, og bara tú
riggar, elska vit teg jú nokk, tað er fólkafrøði fyri
framhaldsflokkar, sum onkur kundi sungið!
Men vit leggja ritualini av, og lata allar dagar
verða eins, so vit allar dagar í árinum skulu náa
at keypa djúspakkan, vit annars neyvan høvdu
gloymt at keypt. Vit hava ikki tíð at steðga á til
djúptøkni, meditatión og bøn, tí vit skulu náa
tað, vit ikki taka okkum tíð til. Skulu vit realisera
okkum sjálv, krevst, at vit renna líka skjótt sum
hini og fáa somu møguleikar at keypa smyrjiostin
páskamorgun, sum grannin eisini ger.
Skulu vit vera serlig, mugu vit vera sum hini!
Hetta er andsøgnin. Vit eru øll viðskiftafólk í
einum stórum marknaði, ið einki mark hevur.
Vit rekast øll aftur og fram, so vit náa eins skjótt
til málið og grannin. Sum rekandi á tíðarhavi
kunnu vit lata allar tíðir vera eins. Alt árið, allan
sólarringin. Í hesum tíðum skal alt jú vera flatt,
hví ikki eisini tíðin, høgtiðir sum aðrar tíðir, so tær
vera eins. Kundar, sum vilja sleppa til handils, tá
vit vilja!
Eingin grund til at koyra eftir síðstu oljuni, tí
hana fært tú altíð! So skuldi tað gliðið betri. Og 2.
páskakvøld, er eingin grund at halda, tí vit skulu
jú til arbeiðis dagin eftir. Vit lata runda kirkjuárið
mala í klingur, so kann restin av tíðini vera líka og
peika beint fram eftir beinari linju..
Har koma marknaðarkreftirnar inn – og frælsið
er jú at velja, hvørjum ein vil verða bundin at.
Vælgagnist!
Gleðiligar páskir!
Theodor Eli
Dam Olsen
Prestur
EYGA
MÁLIÐ
Á, kundi á tíðarhavi...
Teitur
Vágadal
Sjúkrarøktar
frøðislesandi