Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í miðlunum heitir Landsfelag Pensjonista á landsstýrið um at hækka pensjónina. Tey vísa á, hvussu hon er skerd í virði tey seinni árini og hvussu stutt hon røkkur til hækkaðar livikostnaðir. Svarið hjá høgrasamgonguni er at leggja uppskot fyri løgtingið um at prístalsregulera flat­ skatta­lættan til tey vælbjargaðu. Haraftrat hóttir tann ráðandi samgonguleiðarin við – í staðin fyri at hækka pensjónina – at hækka pensjónsaldurin. Frammanundan hevur høgra­ samsamgongan niðurfryst fólkapensjónina, tvs. sett reguler­ ingina niður á 0% - sama sam­ gonga, sum fór á biddaraferð til Dan­markar at upptiðna frysta blokkin. Árini 2004-08 var við­bótin í fólkapensjónini og brenni­studn­ ingurin javnað við 4% árliga. Tó hevur tann størri parturin av fólka­pensjónini, grundupphæddin, ikki verið javnað síðani 1999. Í 2009 setti landsstýriskvinnan hjá Sambandsflokkinum javn­ing­ ina úr 4 niður í 3%. Í 2011 setti hon javningina heilt niður í 1%. Landsstýriskvinnan hjá Fólka­flokkinum hevur síðan sett javn­ingina heilt úr gildi, so hon nú er 0%. Hinvegin hevur stór hækking verið í Samhaldsfasta. Hetta kemur av politisku avtaluni í fyrru ABC-samgonguni, um at hækka inn­gjaldið til Samhaldsfasta. Í skeiðinum 2004 – 08 varð inn­ gjaldið frá hvørjum parti, løn­tak­ ara og arbeiðsgevara, hækkað frá 0,5 til 1,75% – ella frá 1,0 til 3,50% frá báðum. Hetta gjørdi, at út­ gjaldið kundi hækkast í stórum, so sum seinna talvan vísir. Harumframt er útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkað við rentu­ tilskrivingini í grunninum. Hetta hevur seinni trý árini verið millum 3-4% árliga. Av fyrstu talvuni er sjón fyri søgn, at fólkapensjónin er dragnað afturút, serliga tey seinni 4 árini, tá vit samanbera við prístalið. Hinvegin er tað einans hækkingini í Samhaldsfasta fyri at takka, at samanlagda pensjónin heldur tørn og væl tað. Samhaldsfasti kann bert tryggja ein áhaldandi vøkstur í út­gjald­inum tey komandi árini, um grunnurin verður umsitin og røktur trygt og skilagott. Haldi Landsfelag Pensjonista vera á vandakós, tá tey nú mæla politikarum til at gera seg inn á grunnin og taka eitt serliga stórt útgjald úr honum, sum liggur langt oman fyri rentu­tilskrivingina. Tað fer at tøma hann so líðandi, so hann ikki frameftir kann garantera pensjonistum eina hampiliga árliga hækking. Tað er skjalfest í gjølligum út­greiningum frá stýrinum fyri Samhaldsfasta, hvat hendir, um útgjaldið verður hækkað langt út um tað, ið rentutilskrivingin loyvir (tøl hava verið nevnd uppá 1000- 2000 kr í hækking í mánaðarliga útgjaldinum): Hansara fíggjarliga orka verður skerd, tí tá fer meira út úr grunninum, enn tað kemur inn, samstundis sum tað í kom­ andi árum verður eitt veksandi tal av pensjonistum, ið øll skulu hava javnstórt útgjald. Tá verður avleiðingin, at útgjaldið í fyrstu syftu ikki klárar at fylgja við prístalinum, tvs. minkar í virði. Og í aðru syftu kann verða neyðugt at seta gjaldið niður, fyri at tað skal kunna røkka til øll. Nei, latið ikki Jørgen eisini fáa klørnar í Samhaldsfasta. Heldur átti inngjaldið at verið hækkað, so grunnurin fær størri fíggjarliga orku til munandi hækkingar í útgjaldinum í komandi árum. Ikki minst fyri at bøta um niðurfrystu fólkapensjónina. Kravið um hækking av pen­sjónini eigur at verða vent móti niðurfrystingini, sum høgrasamgongan hevur sett í verk. Og tað snýr seg bæði um fólka­pensjón og fyritíðarpensjón. Høgrasamgongan, ið fór biddara­ ferð til Danmarkar at upptiðna blokkin, eigur beinanvegin at upp­tiðna fastfrystu pensjónina, so fólka­pensjonistar fingu útvið 200 kr. meir um mánaðin. Frá 2010 til 2011 hækkaði miðalprístalið við 2,3%. Um tað varð brúkt sum javningar­ grundarlag, hevði hetta verið úrslitið: Um lógaruppskot um javning av fólkapensjónini varð framlagt nú í vár, kundi tað fingið gildið t.d. frá 1. juli., við afturvirkandi kraft frá 1. jan. Upphæddin frá jan. til juni kundi so verið útgoldin í einum, við 1.084 kr. til støk og 870 til gift hvønn ella 1.740 til bæði. Hetta hevði munað nakað, og bøtt eitt pinkulítið vet um tað himmalrópandi órættvísi, sum høgrasamgongan fremur við sínum skattapolitikki – og nú um dagarnar beinleiðis válk­ar sær í, nú hon ætlar at fremja sítt uppskot um enntá at prísitalsregulera og harvið fram­ tíðartryggja flatskattalættan til tey vælbjargaðu í Føroyum. tíðargrein Hans Pauli Strøm fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Niðurfryst fólkapensjón men prístalstryggjaður flatskattalætti Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Fyrrverandi politikarar skriva upp á skift Tíðargreinar til vikuskiftisblaðið. Høgrasamgongan, ið fór biddaraferð til Danmarkar at upptiðna blokkin, eigur beinanvegin at upptiðna fastfrystu pensjónina, so fólkapensjonistar fingu útvið 200 kr. meir um mánaðin Pensjónshækking og prístalsvøkstur kr./mán. 1/1 2004 1/1 2008 1/1 2012 Hækking 2004-08 Hækking 2008-12 Fólkapensjón, støk* 7.128 7.722 7.976 8,3 3,3 Fólkapensjón, gift* 5.697 6.194 6.399 8,7 3,3 Samhaldsfasti 697 2.230 2.770 219,9 24,2 Prístalið 101,5 112,3 119,4 10,6 6,3 *) Í Fólkapensjón er íroknað grundupphædd, viðbót og viðbót til ávísar pensjonistar (brennistudningur) Samhaldsfasti, hækkingar 2004-2012 1-jan %-inngjald* Útgjald %-hækking kr/mán í útgjald 2003 0,50 671 kr 2004 0,50 697 kr 3,9 2005 0,75 910 kr 30,6 2006 1,00 1200 kr 31,9 2007 1,50 2000 kr 66,7 2008 1,75 2230 kr 11,5 2009 1,75 2500 kr 12,1 2010 1,75 2600 kr 4,0 2011 1,75 2690 kr 3,5 2012 1,75 2770 kr 3,0 *) %-inngjald er frá hvørjum parti, løntakara og arbeiðsgevara Javning av fólka- pensjón við prístalinum Uphædd 1/1 2012 Javnað Hækking upphædd kr/mán Støk 7.976 8.157 181 Gift 6.399 6.544 145