Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-04-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. apríl 2012síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. apríl 2012 · Nr. 41 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Hevur Helle Thorning-Schmidt meldað seg inn í Fólkaflokkin? »V it standa í eini búskaparligari støðu, har neyðugt er at umhugsa, um vit hava ráð til tær altumfatandi veit­ ingar­nar,« endurgóvu fjøl­ miðl­arnir úr upplegginum frá Sosialdemokratunum. Sagt var eisini, at flokkurin ivast í, um onkrar almennar veit­ingar í framtíðini mugu rað­festast øðrvísi, og onkrar kanska heilt takast burtur. Ætlaðu sparingar sigast fara at raka bæði heilsuverkið, út­búgv­ingar­skipanina og almanna­veitingarnar. »Danir eru blivnir rask­ ari at krevja sín rætt, enn at gera sína skyldu«, stendur í upplegginum hjá Sosial­ demo­kratunum. Viðvendir leiklutir Hetta er ikki júst tað, sum Sosialdemokratiski flokkurin er kendur fyri og neyvan er tað við góðum huga, at ætl­ anin verður sett í verk. Í stóra andstøðu­flokk­ inum, Vinstra, undra tey seg yvir hesa kúvending, tí sein­astu 10 árini hava sosial­ demo­kratarnir átalað harð­ liga allar broytingar av hes­ um slagnum, men nú sær út til at leiklutirnir eru við­ vendir. Hetta vísir hvussu stórur munur er á at vera í samgongu og andstøðu. Øll droyma um eitt vælferðarsamfelag, og so leingi sum tú ert í andstøðu kanst tú brúka stór orð um tað. Men í samgongu er neyð­ ugt at hyggja eftir fíggjarliga veruleikanum, og hagar eru donsku sosialdemokratarnir nú komnir. Eitt broytt samfelag Í Føroyum, eins og í hinum Norðurlondunum, hava vit ikki sama samfelag nú sum vit høvdu, tá til dømis fólka­ pensjónin varð sett í verk. Samansetingin av aldurs­ bólkum er munandi broytt, og tí mugu skipanirnar lagast til henda veruleikan. At and­ støðuflokkar tala harðliga at førda politikkinum, er ikki løgið, men í samgongu høvdu teir eisini verið noyddir at gjørt líknandi tiltøk. Tað er ikki bara ein spurningur um ideologiir, men eisini um fíggjar­liga veruleikan. Í Norðurlondum eru út­ reiðslurnar til heilsuøkið tvífaldaðar síðani 1990, og í Noreg eru tær fýrafaldaðar. Øllum er greitt, at henda gongdin kann ikki halda fram. Neyðugt er við nøkr­ um grundleggjandi broyt­ ingum, og tað hava sosial­ demo­kratarnir í Danmark nú valt at gera nakað við. Gomlu ráðini um effektivisering (tað at fáa meira fyri pengar­nar), er ikki nóg mikið longur. Neyðugt er við grund­leggj­ andi reformum. Somu avbjóðingar Avbjóðingarnar í Føroyum eru tær somu, sum tey hava í okkara grannalondum. Vit hava eina vælferðarskipan, sum í stóran mun verður fíggjað við skatti og al­menn­ um gjøldum og í lítlan mun við privatum tryggingum. Vit játta fleiri og fleiri peng­ ar til hesar skipanir, men tað nøktar ikki tann vaksandi tørvin. Í hinum endanum hava vit eina minkandi ar­ beiðara­fjøld, sum ikki klárar at gjalda vaksandi krøvini. Vit hava við øðrum orðum ein fíggjarligan veruleika, sum ikki samsvarar við okk­ ara dreymar. Mugu hugsa øðrvísi Øll Norðurlond, eisini Før­ oy­ar, noyðast at taka stórar avgerðir, sum fara at broyta samfelagið nógv. Vit fara at hoyra hørð mótmæli, men um vit ikki taka avgerðirnar sjálvi, so fer onkur annar at gera tað fyri okkum, tá vit einki eiga at gjalda við. Men hóast henda veruleika, so eiga vit ikki at missa mótið, tí tað finnast aðrar loysnir enn tær sum vit eru von við. Tað er ikki ein trupulleiki, at fleiri blíva eldri. Trupul­ leikin er heldur, at vit duga so illa at hugsa, at tingini kunnu gerast øðrvísi. Donsku Sosialdemokratarnir arbeiða í løtuni við eini ætlan, ið skal broyta sokallaða »vælferðarstatin«. Tað vistu danskir fjølmiðlar at siga fyri fáum vikum síðani Helgi Abrahamsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Í samgonguskjalinum hjá sitandi landsstýri stendur orðarætt: – Eldrapolitikkur – Árið 2012 verður útnevnt at vera ár teirra eldru. Setast skal ein arbeiðs­ bólkur við m.a. umboðum fyri tey eldru at gera ein eldra­politikk við heildar­ ætlan fyri innihaldið í tæn­ astuni. Dentur skal leggjast á, at tænastan í størst møgu­ ligan mun stuðlar upp undir lívsgóðskuna og sjálvs­av­ gerðar­rættin hjá tí ein­staka. Tilboðini á eldraøkinum verða veitt við støði í eini heildarveiting av tørvinum hjá tí einstaka og við tí fyri eyga, at hin einstaki kann vera heima sum longst. Visitering til heimahjálp skal víðkast til eisini at fevna um heimavenjing, ergo- og fysioterapi, fyri at fólk kunnu vera longur virkin. Heimahjálpin skal styrkj­ ast. Upptøkureglur til vard tilhald, sambýli og røktar­ heim skulu samskipast. Mið­ vís ætlan fyri demensøkið verður løgd. Eldraøkið verður lagt út til kommunurnar 1. Januar 2014. Føgur orð – og lyfti? Men Ikki eitt einasta orð um øll tey eldru, sum ikki hava tørv á umrøddu »tænastum«! Tíverri er hugburðurin blivin til, at vit eldru eru ein byrða, ein bylgja  ja ein rættulig tsunami, sum fer at hálva samfelagnum innan stutta tíð, og sum vit ikki longur hava ráð til at stuðla fíggjarliga. Hví blíva við at nýta hesi niðursetandi heitini? Er hetta tøkkin fyri at hava stríðst okkum gjøgnum krígsárini? Ígjøgnum fimmti­ árini? Og fyri at hava brotið upp úr nýggjum í seksti­ ár­unum og hildið fram til dag­in í dag? Vit hava lagt støðið til tey ríkastu árini, sum Føroyar nakrantíð hava havt  og fáa. Úrslitið er, at “ábyrgdarfullir” politikarar hava sett okkum í stóra skuld og ført ein politikk, sum m.a. hevur sent ein stóran part av okkara ungdómi av land­ inum. Tað kostar! Evropeiska eldraárið er viðtikið av 27 limalondunum í EU saman við Íslandi, Lichtenstein og Noregi. Ikki eitt orð um Føroyar. Eru Føroyar ikki við? Hevur uttan­ríkis­tænastan sovið her? Evropeiska eldraárið hevur als onki við almennu tænasturnar at gera. Endamálið við evropeiska eldraárinum er at vísa á tað virðisískoyti, tey eldru geva samfelagnum. Tað skal eggja teimum, sum taka avgerð­ irnar, og viðkomandi pørtum á øllum stigum at skapa betri møguleikar fyri virknum eldraárum og samhaldsfestni millum andursbólkarnar. Minnist meg rætt bleiv við lóg 1. Januar 1997 ásett, at almennu tænastu­manna­løn­ irnar skuldu broytast og tær hægstu setast niður. Hetta kundi tó bert setast í gildi í stigum, og fyri ikki at talan skuldi verða um ognartøku, skuldi ganga 7 ár, áðrenn tiltøk kundu setast í verk. Nú talan er um okkara fólka­pensionistar hirða vit ikki so frægt sum at geva teimum eitt rímuligt skoðbrá  bert nakrar mánaðir! Er hetta at virða tey eldru? Eldrapolitikkur Mortan Rasmussen Formaður í eldraráðnum í Tórshavnar kommunu